Tíðindi

Skal skúlin víkja fyri sosialum atlitum?

15.07.2026
Ella kundi ein rættari spurt: Er tað støðan longu í dag? Verður undirvíst minni enn fyrr, so at næmingarnir hava betri tíð til sítt sosiala lív? Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

Svarini er helst samansett, men í øllum førum kunnu vit staðfesta, at skúladagurin, nógvastaðni í landunum, er styttur munandi seinastu árini. Eitt nú hava summir av størstu skúlunum í høvuðsstaðnum lækkað tímatalið munandi. Inntil fyri bara fáum árum síðani var vanligt, at undirvísingin, serliga í hádeild, endaði kl. 15.30. Næmingarnir høvdu, mest sum hvønn dag, 8 tímar um dagin. Millum 37-39 tímar um vikuna var vanligt. Nú er mantraið 6 tímar um dagin, 30 tímar um vikuna, og ongan tíma eftir kl. 13.30.

Tað sigur seg sjálvt, at tað, so ella so, gongur út yvir fakligu úrtøkuna, tá ið farið verður úr 8 niður í 6 tímar um dagin. Veit væl, at nakað av tí mista helst verður vunnið inn aftur við betri uppløgdum næmingum, sum vónandi eisini møta betur upp, tí teir orka betur 6 tímar um dagin enn 8, men alt verður so ikki vunnið inn aftur.

Fylgirnar av at minka tímatalið so nógv eru, at fakliga soðið, sum sagt, verður tynri í flestu lærugreinum. Tí, sum kunnugt, hava vit í Føroyum sera nógvar ymiskar lærugreinar í fólkaskúlanum. Bæði málsligar, matematiskar, klassiskt dannandi og handaligar/kreativar lærugeinar umframt ítrótt. Yvirskipað er ikki ynski um at lækka talið av lærugreinum sum heild. Tískil er bert ein møguleiki, og tað er at lækka tímatalið í teimum ymisku lærugreinunum. Fleiri skúlar hava minkað tímatalið serliga í donskum, enskum, týskum, alis- og evnafrøði og í flestu kunningarlærugreinum. Serliga í landafrøði, kristni, lívfrøði og søgu. Floksins tími er heldur ikki til longur. Trupulleikin við eitt nú bert at hava 1 tíma í landafrøði um vikuna, í staðin fyri tveir sum fyrr, er at tú als ikki kemur ígjøgnum tað, tú helst eigur, og sum tú plagdi. Næmingarnir mugu bara lesa restina heima, um próvtøka gerst aktuell.

So eingin ivi er um, at styttri skúladagur viðførir ávísan skerdan fakligan førleika. Spurningurin er bara, um tað er tað vert? Fáa vit okkurt líka gott ella møguliga betri í staðin? Og skal skúlin soleiðis vigast upp ímóti sosialari úrtøku uttan fyri skúlan? Upp ímóti øðrum virksemi í samfelagnum?

Áhugaverdir spurningar, sum ikki eru so líkatil at svara. At slaka nakað fakligt, her og har, er sjálvsagt álvarsamt og má takast í størsta álvara. Hinvegin hoyra vit javnan um stórar sosialar og eisini sálarligar avbjóðingar hjá børnum og ungum. Um styttri skúladagar merkir betri tíð og umstøður annars til at ganga til ítróttt, tónleik, skótar og hvat annað tey so ganga til, og harvið vónandi verða við til at minka um sosialar og sálarligar avbjóðingar millum ung, so er væl nakað vunnið við tí, kundi verið ført fram. Eitt gott sosialt lív hevur sjálvsagt alstóran týdning fyri børn og ung.

Sera nógv ung arbeiða eisini í frítíðini, sum tey jú læra og mennast av. Tað hava tey eisini betri tíð til við styttri skúladegi, kann grundgevast við.

Men aftur til spurningin: “Skal skúlin víkja fyri sosialum atlitum?” Mín varhugi er, at fleiri skúlafólk siga ja. Og eg ivist ikki í, at samfelagið annars, í stóran mun, sigur eisini ja. Tað sær ein eitt nú við tí relativu stóru fráveru fleiri næmingar hava, tá ið teir fara uttanlands í onkrum ørindum, ofta í samband við ítrótt. Bæði næmingurin og foreldur sjálvi halda, at næmingurin sjálvsagt maktar bæði tey sosialu ítróttaatlitini og skúlan. Og sum oftast hava tey eisini rætt, eru mínar royndir sum lærari í nógv ár.

Eg skal ikki siga, hvat er rætt og skeivt í hesum kjakinum, men samanumtikið mugu vit í tráanini eftir at finna eina javnvág ímillum skúla og sosialt lív vera sera varin við ikki at nerva skúlan meira, enn hann tolir. Veit væl, at tað gevur munandi størri status at langa ein hondbólt í málið frá 8 metrum enn at skriva eina diktat feilfría, men hesi bæði nýtast als ikki at vera kappingarneytar. Tey kunnu saktans vera tvær síður av somu søk.

Næmingarnir skulu jú, enn sum áður, duga væl og virðiliga at lesa, skriva og rokna. Einki nýtt undir sólini í so máta.

Gott summar.