Tíðindi

Próvtøkur í broyting – hvat skulu vit í veruleikanum máta?

14.07.2026
Vitlíki hevur broytt fortreytirnar fyri allar próvtøkur – munnligar og skrivligar. Vitlíki fer ongan veg. Tí noyðast vit lærarar at fáa grundleggjandi vitan og førleikar at brúka vitlíki, saman við næmingunum, og vit hava tørv at vera eitt fet frammanfyri. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

Próvtøkur hava altíð verið ein partur av fólkaskúlanum. Próvtøkurnar geva næminginum møguleika at vísa sínar førleikar, hvat hann hevur lært tey 9-10 árini, hann hevur gingið í skúla. Eisini geva tær lærarum og samfelagnum eina mynd av, hvat næmingurin hevur lært. Men í eini tíð, har alt er kollvelt við vitlíki, mugu vit seta orð á, hvat vit ætla okkum at gera í framtíðini. 

Í føroyska fólkaskúlanum hevur kjak verið um, hvørt munnliga próvtøkan eigur at byggja á synopsu, ókendan tekst ella eina samanseting av báðum. Heldur enn at velja annað ella hitt eigur spurningurin at vera, hvussu vit fáa eina próvtøku, sum best vísir førleikarnar hjá næminginum. Hvussu fáa vit best víst, at næmingurin dugir at brúka tey amboð, hann vanliga brúkar í gerandisdegnum, og hvussu vita vit, hvat hann í roynd og veru hevur lært.

Ein synopsa gevur næminginum møguleika at arbeiða í dýpdini. Hann skal finna tilfar, skipa arbeiðið og leggja fram. Hetta venur sjálvstøðugt arbeiði og kritiska hugsan – førleikar, sum hava stóran týdning bæði á miðnámi og seinni í lívinum.

Samstundis er ein greið avbjóðing. Við vitlíki ber til at fáa hjálp til hugskot, mál, uppseting og greiningar. Tí verður tað truplari at vita, hvussu stórur partur av arbeiðinum eigur næmingurin í roynd og veru.

Hinvegin gevur ókendi teksturin eina aðra styrki. Her eru fortreytirnar tær somu hjá øllum. Næmingurin skal lesa, skilja og greina uttan langa fyrireiking. Tað gevur læraranum eina greiðari mynd av teimum førleikum, sum næmingurin sjálvur hevur bygt upp.

Men ein einstøk próvtøka vísir heldur ikki alla myndina. Ein próvtøka er bara ein løtumynd. Summir næmingar trívast undir tíðarpressi, meðan aðrir hava tørv á meiri tíð at hugsavna seg. Tí eigur próvtøkan at geva rúm fyri ymiskum førleikum.

Kanska liggur besta loysnin í at sameina báðir hættirnar. Synopsan vísir arbeiðsgongd,  hvussu næmingurin dugir at fara í dýpdina og evnini at arbeiða sjálvstøðugt, meðan ókendi teksturin leggur dent á lesifatanina, førleikan at greina og tulka og skilja – uttan at hava atgongd til allan umheimin. Eftir mínum tykki geva hesir próvtøkuhættir saman eina breiðari og rættvísari mynd av næminginum og tí lærdóminum, sum næmingurin hevur ognað sær.

Vitlíki hevur broytt fortreytirnar fyri allar próvtøkur – munnligar og skrivligar.
Vitlíki fer ongan veg. Tí noyðast vit lærarar at fáa grundleggjandi vitan og førleikar at brúka vitlíki, saman við næmingunum, og vit hava tørv at vera eitt fet frammanfyri. Tað nyttar ikki, at vit beint upp undir próvtøkur taka hetta kjakið upp. Ella tá vit skulu meta um eitthvørt, næmingurin hevur latið inn.
Tað skal vera greitt, hvussu vit bera okkum at í undirvísing og í próvdømingum.

Endamálið við próvtøku eigur tí ikki fyrst og fremst at vera at kanna, um næmingurin dugir at endurgeva vitan. Tað eigur at vera at kanna, um hann dugir at skilja, greina, grundgeva og seta í frásjón. Júst tað, sum vit hvønn dag, gjøgnum 9-10 ár royna at læra tey.

Próvtøkur skulu fylgja við tíðini. Men tað, vit vilja máta, eigur framvegis at vera tað sama: evnini hjá næminginum at hugsa sjálvstøðugt og brúka sína vitan á ein skilagóðan hátt.

Tí eiga vit at finna fram til, hvat tað er, sum vit vilja okkum nú, og ikki útseta kjakið til beint upp undir próvtøkurnar.