Tíðindi
Nú hevur flokslærarin bíðað nóg leingi
Tað er sagt so ofta, men tað kann ikki sigast nóg ofta: flokslærarin hevur so ómetaliga stóran týdning fyri skúlagongdina hjá næmingum. Flokslærarin er ein grundarsúlunum í fólkaskúlanum, sum upp á nógvar mátar tryggjar, at skúlagongdin hjá næmingunum hepnast væl.
Uppgávan hjá flokslæraranum er lýst í kunngerð, og um vit t.d. hyggja í § 3, so stendur har:
Flokslærarin hevur ábyrgdina av at samskipa floksins arbeiði og taka hond um trivnaðin hjá einstaka næminginum.
Stk. 2. Flokslærarin er umboðsfólk floksins í samskiftinum og samstarvinum við leiðslu og lærarar.
Stk. 3. Flokslærarin skal í samráð við leiðsluna skipa samarbeiðið millum skúla og heim.
Stk. 4. Flokslærarin skal geva næmingum møguleika at skipa seg í næmingaráði.
Ymiskt annað týdningarmikið stendur eisini í kunngerðini, men hetta, sum verður nevnt omanfyri úr § 3, fyllir rættiliga nógv í dagliga arbeiðinum hjá flokslærarum. Tað er ikki bara lætt og einfalt at taka sær av trivnaðinum hjá einstaka næminginum. Næmingarnir eru tíbetur ymiskir, og hvør krevur sítt. Og at arbeiða við trivnaði hjá næmingunum verður ongantíð liðugt. Tað er eitt áhaldandi arbeiði, tí fyritreytirnar broytast støðugt. Tað kann t.d. vera, at umstøðurnar hjá næmingunum av onkrari orsøk broytast ella nakað so natúrligt, sum at næmingarnir eldast.
Kunngerðin um flokslærarin er frá 2003, og nógv vatn er runnið í ánna síðani tá. Ikki minst hjá flokslæraranum. Hansara uppgáva er støðugt vaksin, og spurningurin er, um vit ikki nú eru komin at mørkum. Tað verður hálað í flokslæraran úr øllum ættum. Tað kann vera Sernám, Barnaverndartænasta og tílíkt. Ella skulu skjøl av øllum møguligum slagi fyllast út. Flokslærarar fylla slík skjøl út, tá teir verða bidnir um tað, tí tað er ein partur av arbeiðnum, men hesin parturin av flokslærarauppgávuni er bara farin at fylla ov nógv.
Tað stutta av tí langa er, at nú er nokk tosað. Seinastu nógvu árini hava nógvir viðkomandi partar, eisini politiski myndugleikin, støðugt víst á, at flokslærarin eigur at vera styrktur. Nú er nóg leingi bíðað. Flokslærarin er og verður ein hornasteinur í skúlanum, og um politiski myndugleikin veruliga meinar, at flokslærarin hevur so stóran týdning, sum ferð eftir ferð er blivið sagt, er at vísa tað í verki. Tess fyrr tess betri.
Onnur tíðindi
-
08.07.2026Trívist lærarin, so er gott at vera næmingur
-
23.06.2026Vitlíki og skrivligar próvtøkur
-
16.06.2026Fakliga støðið lækkar – hví og hvat kann gerast?
-
10.06.2026Seturskúli ein góð íløga
-
02.06.2026Kann læring mátast í tølum?
-
18.05.2026Samfelagsfrøði má helst víkja ...