Tíðindi
Meira pengar mugu játtast til føroyskt sum annaðmál
Tað er ein sannroynd, at tað eru komnir rættiliga nógvir útlendskir næmingar í føroyska fólkaskúlan síðstu fáu árini. Serliga er talið av næmingum, ið hava sín uppruna uttan fyri Norðurlond og uttan fyri Evropa, vaksið. Hetta setur stór krøv til fólkaskúlan, tí fólkaskúlin eigur at taka væl og virðiliga ímóti hesum næmingum.
Nógvir næmingar koma t.d úr Asia, og tað sigur seg sjálvt, at hesir næmingar av góðum grundum ikki kenna nógv til føroysk viðurskifti. Og føroyska málið, sum er lykilin til at finna seg til rættis í einum nýggjum landi, er sjálvandi púra fremmant. So tað liggur ein stór ábyrgd á skúlunum og lærarunum at lofta hesum næmingum og læra teir føroyskt.
Tað krevur serligar førleikar at læra útlendingar føroyskt, og tíbetur hava nakrir lærarar nomið sær útbúgving í føroyskum sum annaðmál. Hesir lærarar hava holla vitan á økinum og vita best, hvussu farast skal fram, tá ið útlendskir næmingar skulu læra føroyskt.
Tað er gott, at vit hava fingið serútbúnar lærarar at undirvísa í føroyskum sum annaðmál, tí tørvurin tykist bara at vaksa. Í nøkrum einstøkum skúlum eru móttøkuflokkar settir á stovn, har lærarar við útbúgving í føroyskum sum annaðmál taka sær av undirvísingini. Stóra avbjóðingin er bara, at tað mugu játtast fleiri tímar til økið.
Vit hava hoyrt nógv føgur orð frá politisku flokkunum um, at hetta er eitt øki, sum teir vilja raðfesta ovarlaga, men tað má eisini vísast í verki. Tað ber ikki til bara at trýsta alt fleiri næmingar inn í skúlan, uttan at neyðug játtan fylgir við. Tað ber heldur ikki til bara at klípa av verandi játtan til fólkaskúlan, tí hon er knokkroytt frammanundan.
Sum alt annað er føroyskt sum annaðmál eitt øki, sum kostar pengar, og teir pengarnir mugu fylgja við, um undirvísing í føroyskum sum annaðmál skal bjóðast út. Tað er ein óvirðilig og vónleys støða fyri allar partar, bæði føroysku og útlendsku næmingarnar og lærararnar, um pengar ikki fylgja við. Fyri læraran merkir tað, at hann fær ringa samvitsku av ikki at hava tíð til hesar næmingar, samstundis sum hann eisini skal undirvísa restini av flokkinum.
Og um útlendsku næmingarnir fáa góða undirvísing í føroyskum sum annaðmál, gerast teir skjótari partur av skúladegnum annars og hava lættari við at fóta sær í gerandisdegnum. Og tað er væl saktans tað yvirskipaða málið í øllum hesum. Málið má vera, at hesir næmingar megna at fóta sær í nýggju tilveruni í nýggja landinum. Tað gagnar øllum.
Onnur tíðindi
-
11.08.2026Handaligu fakini í skúlanum
-
10.08.2026Skapandi lærugreinarnar skulu hava størri rúmd
-
06.08.2026Tá tveir lærarar eru í flokkinum, røkka teir nógvum næmingum
-
05.08.2026Hví skulu vit læra danskt?
-
04.08.2026Móðurmálið – grundarlagið undir allari læring
-
03.08.2026Telefonfríur skúli – hvat so?