Tíðindi
Lærarar í føstum starvi skapa sterkar skúlar
Fólkaskúlin er treytaður av einum dugnaligum og støðugum lærarahópi. Kortini síggja vit, at fleiri lærarastørv verða lýst sum tíðaravmarkað, samstundis sum tað verður truplari at fáa og halda upp á útbúnar lærarar. Tað er eyðsæð, at ein lærari, sum ikki er í føstum starvi, leitar sær eina tryggari starvssetan onkra aðrastaðni.
Vit mugu og skulu arbeiða fram ímóti, at tað vera alsamt fleiri lærarar, sum verða settir í fast starv í skúlunum.
Gamaní vóru fleiri føst størv at søkja í ár, enn tað vóru síðsta ár, men vit eru als ikki komin á mál.
Ein føst setan gevur tryggleika. Hon ger tað lættari hjá einum lærara at leggja ætlanir fyri lívið og byggja eina yrkisleið. Samstundis gevur hon skúlanum møguleika at menna eina sterka fakliga mentan, har lærarar kenna næmingar, foreldur og hvønn annan.
Tíðaravmarkaðar setanir hava sjálvandi sín leiklut og sítt virði, til dømis í sambandi við farloyvi ella aðrar serligar umstøður. Men verða tær ein varandi loysn, kann tað gera lærarayrkið minni lokkandi. Tað er torført at byggja upp eitt arbeiðspláss við støðufesti, um stórur partur av starvsfólkunum ikki veit, um tey eru í starvi árið eftir.
Gransking vísir, at tann týdningarmesta einstaka fortreytin fyri góðari læring er ein dugnaligur lærari. Fyri at fáa ein dugnaligan lærara mugu vit fáa starvsrættarligu umstøðurnar í rætt lag. Tí lærarin er týdningarmesta íløgan í fólkaskúlan.
Ein skipan, sum kann styrkja bæði undirvísing og trivnað, er tvílæraraskipanin. Tá tveir lærarar arbeiða saman í flokkinum, ber betur til at laga undirvísingina til ymisku tørvirnar hjá næmingunum. Samstundis fáa lærararnir møguleika at læra hvør av øðrum og menna lærugreinina saman.
Hetta hevur serliga stóran týdning fyri nýggjar lærarar. At vera nýútbúgvin og koma inn í ein flokk er ofta krevjandi. Tí hevði tað hjálpt væl, um ein hevði ein royndan lærara við liðina á sær. Tað ger byrjanina í yrkinum tryggari, og sannlíkindini fyri, at lærarin heldur fram í yrkinum, verða munandi størri.
At útbúgva lærarar er neyðugt, men tað er ikki nóg mikið. Vit hava skyldu til at skapa trygg arbeiðspláss, har lærarar hava hug at vera. Tað krevur góðar arbeiðsumstøður, fakliga menning og eina setan, sum gevur tryggleika.
Ein góður skúli byggir á relatiónir. Millum lærara og næming. Millum lærara og foreldur. Millum lærara og lærara og millum lærara og leiðslu. Slíkar relatiónir taka tíð at byggja upp og eru torførar at skapa, um starvsfólkahópurin alla tíðina broytist.
Fastar setanir eru tí ikki bara ein starvsfólkapolitisk avgerð. Tær eru ein íløga í dygdina í fólkaskúlanum. Tí tá lærarin hevur góðar fortreytir at trívast og mennast, gagnar tað øllum teimum, sum skúlin er til fyri.
Onnur tíðindi
-
11.08.2026Handaligu fakini í skúlanum
-
10.08.2026Skapandi lærugreinarnar skulu hava størri rúmd
-
06.08.2026Tá tveir lærarar eru í flokkinum, røkka teir nógvum næmingum
-
05.08.2026Hví skulu vit læra danskt?
-
04.08.2026Móðurmálið – grundarlagið undir allari læring
-
03.08.2026Telefonfríur skúli – hvat so?