Tíðindi
Gott, um vit høvdu eina meira yvirskipaða ætlan við námsferðum
Fram til ár 2016 ella har á leið var javnan farið av landinum við skúlaflokkum á námsferð. Oftast bleiv farið til okkurt grannaland, men onkuntíð frættist um flokk, sum hevði verið við Miðjarðarhavið ella okkurt líknandi.
Men so kom broyting í. Í nøkur ár, fram til ár 2022, var í heilt stóran mun, ikki farið av landinum á námsferð í fólkaskúlanum. Skúlastýrini kring landið, ikki minst í høvuðsstaðarøkinum, søgdu nei til slíkar ferðir. “Ferðist í landinum”, var blivið eitt mantra, sum skuldi fylgjast. Einasta undantakið, so vítt, sum eg veit, var Nám X í Eysturskúlanum og ítróttarflokkarnir í Skúlanum á Fløtum, sum framhaldandi høvdu námsferðir á skránni. Nám X hevði Berlin sum mál á hvørjum ári, sum annars enn er galdandi. Ein í allar mátar væl skipaður, læruríkur, spennandi og ikki minst sosialt mennandi túrur. Hondbólts- og fótbóltsflokkarnir í Skúlanum á Fløtum fara vanliga til Danmarkar, har dystir og venjingar, sum vera man, eru á skránni. Men eisini fleiri onnur viðkomandi og spennandi tiltøk. Sum altíð, sera væleydnaðir túrar. Hondbóltsflokkurin gjørdi tó í ár ta brotying at fara til Trier í Týsklandi í heyst í staðin. Føroyska kvinnulandsliðið spældi jú HM har tá. Ein framúr góður, væleydnaður og eisini læruríkur túrur, hoyrdi eg frá fleiri næmingum aftaná.
At ferðast í egnum landi. Jú, gaman í. Tað hevur altíð verið gjørt, og fer vónandi framhaldandi at vera so. Er heilt vanligt í øllum skúlum, so vítt eg veit, og verður annars nógv meira gjørt nú enn fyri 30-40 árum síðani. Seturskúlar eru ofta lagdir í fasta legu, har farið verður eitt nú í 2., 4., 6. og 8. flokki ella sum tað passar fyri tann einstaka skúlan. Fleiri lærarar fara tó hvørt ár seturskúla, tí tað er so gott og mennandi fyri flokkin.
Men tað nýtist ikki at vera nakað mótstríðandi ímillum seturskúlar í Føroyum og námsferðir uttanlands. Næmingarnir kunnu eitt nú fara á seturskúla øll árini, og so fara námsferð tað seinasta árið, ella áðrenn tey fara í hádeild. Tað eru fleiri møguleikar. Hetta havi eg sjálvur mangan gjørt. Annað útilokar ikki hinum.
Men tað má vera skilagott, realistiskt og ikki ov kostnaðarmikið. Prísurin hevur sjálvsagt nakað at siga, tí skúlin rindar ikki fyri námsferðir. Tað gera næmingarnir sjálvir.
Tess longri burtur ein fer, og drúgvari túrurin er, tess meira kostar hann. Tað sigur seg sjálvt. Tí loyvi eg mær at ivast í, um tað er rætt hjá skúlum at fara til Spania í eina viku at lita sær holdið. Nakað, sum fleira skúlar hava gjørt og enn gera. Hví ikki heldur ferðast til okkurt grannaland, har gott ferðasamband er bæði sjó- og loftsvegis. Tað er sjálvsagt væl bíligari og kann saktans vera ein minst líka góður túrur. Sól og shopping kann væl ongantíð vera eitt høvuðsendamál við eini námsferð.
Og vit mugu ikki gloyma, at heilt nógvir næmingar, nú á døgum, eru javnan uttanlands, ofta í ítrótta- ella tónleikaørindum. Tað skal jú eisini gjaldast. Ikki tí, teir eru óførir at samla pening inn á ymiskan hátt. Alt frá at skera kjálkar, selja fisk og skava og vinn, gera toast og samla fløskur, og hvat veit eg. Men tað er helst eitt mark fyri, hvussu nógv næmingar og foreldur vilja og ynskja at leggja fyri fyri at fíggja hesar túrar. Havi annars lagt merki til, at nú ynskja nógvir ungdómar at fáa tómar fløskur kring landið eisini til skúlanámsferðir. Fyrr fór at kalla alt til ítróttafeløgini hjá helst somu ungdómum.
Eitt, sum vit avgjørt heldur ikki mugu gloyma, erm at nógvir næmingar ikki eru knýttir at ítróttafelagi ella øðrum felagsskapi, og tí ikki sleppa túrar sum hini. Tí er teirra eina námsferð við skúlanum gullverd og helst heilt serlig.
Men yvirskipað hevði tað verið ein fyrimunur, um skúlarnir onkursvegna høvdu ein felags politikk á økinum og ikki sum nú, har ein skúli handlar í vest og annar í eyst, og onkur triði als ikki fer av fetanum. Alt stendur og fellir við avvarðandi lærarum, hvussu raðfest verður. Ongar yvirskipaðar reglur eru. Tað er upp til skúlarnar sjálvar.
Tað er samumtikið gott, læruríkt og ikki minst sera sosialt mennandi fyri næmingar at ferðast. Tað skal bara vera skil í og innan fyri ávís mørk.
Onnur tíðindi
-
11.08.2026Handaligu fakini í skúlanum
-
10.08.2026Skapandi lærugreinarnar skulu hava størri rúmd
-
06.08.2026Tá tveir lærarar eru í flokkinum, røkka teir nógvum næmingum
-
05.08.2026Hví skulu vit læra danskt?
-
04.08.2026Móðurmálið – grundarlagið undir allari læring
-
03.08.2026Telefonfríur skúli – hvat so?