Tíðindi
Bókadeild Føroya Lærarafelags stóran týdning
So seint sum í 1938 gjørdist føroyskt undirvísingarmál í Føroyum. Tað hevur óivað verið ein stór broyting frá danska undirvísingarmálinum, og helst hava fólk verið ymisk á máli um, hvørt tað er rætt at broyta undirvísingarmálið. Hugsanir hava helst verið fyri og ímóti, vit eru ofta soleiðis skikkað, at vit vilja halda fast við tað, sum vit kenna. Í dag er ongin, sum ivast í, á hvørjum máli undirvísingin í føroyska fólkaskúlanum skal vera.
Skiftistíðin ger, at undirvísingartilfarið er á donskum, meðan undirvísingin er á føroyskum. Lærarar fara tí sjálvir at umseta tilfar ella umseta ímeðan teir undirvísa. Tørvurin á føroyskum undirvísingartilfari er brádliga broyttur munandi. Tá lærarar í nøkur ár hava umsett og framleitt føroyskt undirvísingartilfar, stovna teir í 1956 Bókadeild Føroya Lærarafelags.
Í nógv ár er tørvurin á undirvísingartilfari so stórur, at BFL og Føroya Skúlabókagrunnur virka saman. Skúlabókagrunnurin er settur á stovn fyri at stuðla og skipa útgávum av undirvísingartilfari. Seinni er Skúlabókagrunnurin lagdur saman við øðrum og er nú partur av Námi, sum eitt nú skipar framleiðslu av undirvísingartilfari.
Hetta ger at útgávurnar hjá BFL eru broyttar. Nú er stórur partur av útgávunum hjá BFL barna og ungdómsbøkur. Hetta eru bæði umsettar útlendskar bøkur, men eisini upprunaføroyskar bøkur. Við tí megnar arbeiði tey á BFL gera, eru føroyskar bøkur kendar uttanlands. Tey arbeiða við at marknaðarføra føroyskar bøkur, og eisini hava tey virkað til, at føroyskar barnabøkur eru umsettar til onnur mál. Hetta hevur stóran týdning fyri føroyskar barna- og ungdómsrithøvundar. Eitt nú er bókin hjá Bárði Oskarsyni ”Flata kaninin” útgivin á fleiri enn 20 málum. Hetta hevði møguliga ikki verið, um tey á BFL ikki vóru so ágrýtin, sum tey eru.
Lærarar hava heilt tíðliga havt ynski um, at børn læra at lesa og skriva føroyskt. Fyrsta Barnablaðið kom út í 1928 og er sostatt um at nærkast sínum 100 ára føðingardegi. Í dag er blaðið í tveimum, soleiðis at tað er lættari at hava málrættað innihald; Píka 7, sum er til børn í forskúlaaldri og innskúling, og Strok, sum er til børn í miðdeild. Hetta er samstundis einasta blaðútgávan, sum er ætlað børnum, sum kemur út á føroyskum.
Alt í alt hevur Bókadeild Føroya Lærarafelags havt ein sera týðandi leiklut í menningini av føroyskum bókmentum og undirvísingartilfari. Frá eini støðu við stórum tørvi á føroyskum tilfari til eina støðu í dag, har føroyskar bøkur verða lisnar bæði heima og uttanlands, sæst týðiliga, hvussu stóran týdning arbeiðið hjá BFL hevur havt.
Tá vit hyggja aftur á hesa menningina, síggja vit, at nógv av tí, sum í dag tykist sjálvsagt, er úrslit av miðvísum arbeiði hjá lærarum og útgevarum. Hóast ávikanin uttaneftir á føroyska málið er stór, so eru vit í dag væl fyri við føroyskum lesi- og undirvísingartilfari.
Onnur tíðindi
-
11.08.2026Handaligu fakini í skúlanum
-
10.08.2026Skapandi lærugreinarnar skulu hava størri rúmd
-
06.08.2026Tá tveir lærarar eru í flokkinum, røkka teir nógvum næmingum
-
05.08.2026Hví skulu vit læra danskt?
-
04.08.2026Móðurmálið – grundarlagið undir allari læring
-
03.08.2026Telefonfríur skúli – hvat so?