Tíðindi

Arbeiðsplássmetingar skulu vera generelt lógarkrav

27.07.2026
Eingin skal gerast sjúkur av at fara til arbeiðis. Hesin setningurin kundi staðið einsamallur, tí hetta er so sjálvsagt, men tíverri møta fakfeløgini javnan limum, sum eru blivin sjúk av arbeiðinum og í ringasta føri fingið varandi mein. Tí er tað neyðugt at hava skipanir, sum tryggja arbeiðsumstøðurnar. Ein partur av hesum eigur at vera, at arbeiðspláss regluliga gera arbeiðsplássmetingar. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar.

Arbeiðsumhvørvislógin ásetur, at øll hava rætt til eitt trygt arbeiðsumhvørvi, og nú er kunngerð eisini um sálarligt arbeiðsumhvørvi. Kunngerðin er eitt frambrot hjá lærarum og øðrum fakfólkum, ið arbeiða við menniskjum, tí hon setir á fyrsta sinni ítøkilig krøv til sálarliga arbeiðsumhvørvið. Men kunngerðin í sjálvum ger ongan mun, uttan so at arbeiðið fyri einum tryggum arbeiðsumhvørvi kemur í fasta skipan á hvørjum arbeiðsplássi. Í hesum eru trygdarumboð og arbeiðsplássmetingar neyðugar.

Arbeiðsplássini eiga regluliga at gera arbeiðsplássmetingar; á tann hátt hugsa starvsfólkini um arbeiðsumstøðurnar, og tað er ein vinningur í sjálvum sær. Við arbeiðsplássmetingini kunnu trygdarumboðini eisini at kenna arbeiðsumstøðurnar á sínum arbeiðsplássi, og tá tey kenna tær, hava tey eitt ítøkiligt úrslit og eitt útgangsstøði í arbeiðinum at gera tær arbeiðsumstøðurnar tryggari.

Um trygdarumboðini skulu vita, hvussu arbeiðsumstøðurnar eru, mugu tey spyrja starvsfólkini. Ein arbeiðsplássmeting er ein skipað gongd, har starvsfólkini svara, hvussu arbeiðsumstøðurnar eru, bæði tær fysisku og tær sálarligu. Fyri at fáa greitt svar frá øllum, hevur Arbeiðseftirlitið ment eitt spurnarskjal ella eftirkanningarlista, sum starvsfólkini svara. Spurnarblaðið er eisini talgilt, og skipanin telur upp sjálv, so tað er lætt at fáa úrslitini. Ikki fyrr enn trygdarumboðini hava úrslitini frá arbeiðsplássmetingini, hava tey eina mynd av arbeiðsumstøðunum, og út frá henni kunnu tey arbeiða málrættað við at bøta um arbeiðsumhvørvið. 

Tá eitt arbeiðspláss hevur gjørt eina arbeiðsplássmeting, mugu úrslitini takast álvara og brúkast til at gera neyðugar batar. Tað er uppgávan hjá leiðsluni og trygdarbólkinum at brúka úrslitini. Hetta arbeiðið eigur at vera gjøgnumskygt, hvørjar ítøkiligar avbjóðingar eru, hvussu og nær ein loysn skal fremjast, umframt hvør hevur ábyrgdina at tryggja, at ávísa loysnin verður ment og sett í verk.

Tað sigur seg sjálvt, at trygdarumboðini javnan mugu spyrja starvfólkini, hvussu arbeiðsumstøðurnar eru, hvussu skulu tey annars kenna arbeiðsumstøðurnar og hvussu ábøtur roynast; tí er tað neyðugt regluliga at gera arbeiðsplássmetingar. Trygdarumboðini skulu eisini útbúgvast at taka hesa ábyrgdina á seg, og Arbeiðseftirlitið má fáa eina skrá fyri trygdarumboð, so tey fáa fylgt við støðuni, vegleitt í arbeiðinum og havt neyðuga eftirlitið við arbeiðsumhvørvinum.

Næsta fet ímóti einum tryggari arbeiðsumhvørvi er eitt generelt lógarkrav um arbeiðsplássmetingar. Við arbeiðsplássmetingum kunnu vit arbeiða fyri einum tryggari arbeiðsumhvørvi.