Tíðindi

Útbúnir lærarar skapa ein góðan skúla

07.01.2026
Tað hevur týdning, at vit hava nokk av lærarum. Um lærarafjøldin er ov lítil, merkir tað, at lærarar verða ov nógv trýstir; tá standa vit brádliga í somu støðu sum grannalond okkara – við einum læraratroti í fólkaskúlanum. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

Nýtt ár og somu mál? Nýtt ár og nýggj mál? Høvuðsmálið eigur til eina og hvørja tíð at vera at tryggja lærarum góðar arbeiðsumstøður, góð lønarviðurskifti og góðar møguleikar at mennast og trívast í yrkinum. Júst sum tað er staðfest í endamálsorðingini hjá Lærarafelagnum.

Tí hvat er ein skúli uttan útbúnar lærarar? Tað er ikki ein skúli, tí tað stendur so greitt í
fólkaskúlalógini: § 35. Til at kunna røkja undirvísingina í fólkaskúlanum skal viðkomandi hava lokið útbúgvingina sum fólkaskúlalærari ...”

At hava útbúnar lærarar í skúlanum er ein trygd fyri, at næmingar fáa góða og mennandi undirvísing. Tað krevst eisini vitan um, hvussu børn og ung læra, hvussu teirra menning gongur fyri seg, og hvussu ein kann stuðla teimum, ið hava serligan tørv. Hetta er kjarnin í læraraútbúgvingini, og tað eru m.a. hesir førleikarnir, sum mynda tann góða læraran.

Í Føroyum eru vit enn so heppin, at nærum allir lærarar, sum starvast í fólkaskúlanum, eru útbúnir. Hetta skulu vit vera stolt av, og hetta hevur týdning at viðlíkahalda. Hyggja vit til Danmarkar, so er støðan nógv øðrvísi. Har hevur fimti hvør lærari í fólkaskúlanum ikki læraraútbúgving. Tað merkir, at nógv børn, hvønn dag, møta lærarum, ið ikki hava ta útbúgvingina, ið krevst fyri at hava ein góðan skúla. Hetta er ikki orsakað av, at tað ikki eru nokk útbúnir lærarar, men lærarin trívist ikki í yrkinum. Hann søkir aðrar leiðir.
Hetta mugu vit tryggja okkum ikki hendir hjá okkum. Vit hava snøgt sagt ikki ráð til ein skúla, har vit ikki hava lærarar, sum taka sær av undirvísingini og trivnaðinum hjá hvørjum einstøkum næmingi.

Lærarin er ein fyrimynd, ein, ið sær tann einstaka næmingin og gevur honum rúm at mennast. Lærarin dugir at leggja undirvísingina til rættis, so hon hóskar til ymisk høvi og støði, og hann dugir at skapa ein felagsskap í flokkinum, har næmingar læra at virða hvønn annan, har tað er trygt og gott at verða. Hetta er ikki nakað, sum kemur av sær sjálvum; tað er nakað, sum krevur útbúgving, royndir og fakligan íblástur frá øðrum útbúnum lærarum. Tað er eisini hetta, sum ger, at næmingar minnast aftur á skúlatíðina, minnast lærararnar, minnast tey, sum hava verið við til at mynda og skapa tey til teir samfelagsborgarar, teir blivu.

Tað hevur eisini týdning, at vit hava nokk av lærarum. Um lærarafjøldin er ov lítil, merkir tað, at lærarar verða ov nógv trýstir; tá standa vit brádliga í somu støðu sum grannalond okkara – við einum læraratroti í fólkaskúlanum.

Tað førir eisini til, at næmingar ikki fáa ta hjálp, sum teir hava tørv á, og at lærarar missa gleðina og orkuna í starvinum. At hava nokk av lærarum er ein íløga í trivnaðin hjá bæði næmingum og lærarum. Tað tryggjar, at undirvísingin verður fjølbroytt, at næmingar við serligum tørvi fáa neyðugu hjálpina, og at lærarar hava tíð til at vera menniskju – ikki bara maskinur, sum skulu orðna dagsins gerning.

Í hesum sambandi er eisini vert at nevna tvílæraraskipanina, sum onkrir skúlar hava roynt. Tá tveir lærarar eru í sama flokki, gevur tað møguleika at deila ábyrgdina, at hava eygu fyri fleiri næmingum í senn og at geva teimum, ið hava serligar avbjóðingar, meira beinleiðis stuðul. Tað ger eisini, at lærarar kunnu arbeiða meira skapandi og fjølbroyttari, tí tá eru tað fleiri um at fyrireika undirvísingina. Allir næmingar verða sæddir, og undirvísingin kann gerast fjølbroyttari og betri.

Tá vit nú fara inn í nýggja árið, sum eisini er valár, er tað týdningarmikið at hava í huga, at lærarin er hornasteinur í einum vælvirkandi samfelag. Hann er, sum fleiri ferðir víst á, grundarlagið undir einum sterkum og livandi samfelag. Lærarin, sum gevur næminginum møguleikan at blóma, og tað er lærarin, sum dagliga ber ábyrgdina av, at vit øll fáa eina betri framtíð.