Tíðindi

Stuðulsyvirlýsing

23.01.2026
Føroya Lærarafelag, saman við lærarafeløgunum í Útnorði, lýsir fullan og treytaleysan stuðul við grønlendska lærarafelagnum, IMAK, og við grønlendska fólkinum.

Føroya Lærarafelag, saman við systurfeløgunum í Útnorði – samstarvið millum lærarafeløg í Íslandi, Føroyum og Grønlandi – lýsir treytaleysan stuðul við IMAK, okkara systurfelag í Grønlandi, og við grønlendska fólkinum.

Grønlendska fólkið er væl umboðað av sínum lærarum, tey eru djørv, vitug og kenna sína søgu. Tey vita, nær siðaarvurin hjá upprunafólkinum, málið og samleikin verður hóttur, og tey vita, at tey standa ikki einsamøll, tá hesi rættindi skulu verjast.

Røddin hjá einum landi verður ikki avgjørd av stødd, fólkatali ella landaøki. Hon verður avgjørd av  virðum, tign og ágrýtni hjá teimum, sum dagliga arbeiða fyri at styrkja samfelagið. Lærarar eru í fremstu røð í hesum ábyrgdarfulla leikluti.

Vit staðfesta, at Grønland og grønlendska fólkið hava ein ófrávíkiligan rætt at ráða yvir síni egnu framtíð.

Ein siðmenning, sum verður stýrd av valdinum hjá teimum “stóru og sterku”, skal ongantíð góðtakast.
Yvirræðið má ongantíð yvirtrumfa virðingina fyri tí einstaka, náttúruni og søguni.

Vit taka frástøðu frá eini heimsfatan, sum er grundað á hóttan og kúgan.

Vit standa saman við Grønlandi. Vit standa saman við IMAK - nú og í framtíðini.

Eingin keypir Grønland          Eingin tekur Grønland           Vit stuðla Grønlandi


Stuðulsyvirlýsing Við IMAK Januar 2026