Tíðindi
Les um alskyns kanningar og álit
Vilt tú kunna teg við eitt nú øll álit og tilmæli, sum eru gjørd á fólkaskúlaøkinum síðan 1996, landsroyndarúrslitini síðan 2008, PISA-kanningarnar, sum hava verið gjørdar í Føroyum síðan tann fyrsta í 2005 (undankanning), ber til at fáa atgongd til alt tilfarið við at fara inn á heimasíðuna hjá Føroya Lærarafelag, www.lararafelag.fo og víðari her.
Kanningar, álit, tilmæli og annað dátugrundað tilfar er skipað eftir ári, tá ið tað er vorðið alment. Elsta tilfarið er álit um nýggja fólkaskúlalóg í 1996. Tilfarið spennir víða, frá frágreiðing til aðalorðaskifti um fólkaskúlan og áliti um nýggja læraraútbúgving, til álit at endurskoða vegleiðaraskipanina og happingarkanningar.
Allar kanningar og øll álit fara framhaldandi at verða savnað á síðuni. Somuleiðis verður eisini arbeitt við at savna annað granskingargrundað tilfar frá Námsvísindadeildini og øðrum í eina undirsíðu.
Onnur tíðindi
-
16.02.2026Føroyskt sum annaðmál – hvussu er støðan?
-
13.02.2026Felags nevndardagur 13. februar 2026
-
10.02.2026Væl eydnað heildartiltak
-
09.02.2026Minnilutin ræður?
-
04.02.2026Gott samband millum felag og limir er ein styrki
-
27.01.2026Í fólkaskúlanum er brúk fyri lærarum