Tíðindi

Væl eydnað heildartiltak

10.02.2026
Seinastu tvær vikurnar hevur heildartiltak hjá Námi og Námsvísindadeildini verið runt landið. Hetta heildartiltakið varð skipað øðrvísi enn læraradagarnir, sum vit hava verið til seinastu árini, og sigast kann, at hesir dagarnir vóru væl eydnaðir. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

Hóast læraradagarnir, sum hava verið ein ávísan dag fyri allar lærarar í landinum, hava havt fjølbroytt og ríkt innihald, so skilst á lærarum, at hesin leisturin at skipa dagin er minst líka góður. Flestu lærarar, eg havi tosað við, hava lagt dent á, at hesa ferð var innihaldið meiri viðkomandi, enn tað hevur verið okkurt av undarfarnu árunum.

Uppleggini hesaferð tóku støði í føroyskum kanningum, tí á Námsvísindadeildini arbeiða tey við einum íkasti av teimum avbjóðingum, sum vit síggja í skúlunum í grannalondunum.

Tað, at tiltakið hesa ferð varð skipað úti á skúlunum við færri luttakarum, ger, at tað er munandi lættari at fáa samband við tey, sum arbeiða á Námsvísindadeildini. Tá staðið, vit eru í, er tættari, er lætt at koma í prát, og soleiðis fáa tey, sum arbeiða á Námsvísindadeildini, nógv betri innlit í arbeiðsumstøðurnar á skúlunum. Tað er eisini til stórt gagn hjá lærarunum á skúlunum, at teir vita, hvørjar hugsjónir liggja aftan fyri undirvísingina, sum er á Námsvísindadeildini. Tá nýútbúnir lærarar koma virkisfúsir til arbeiðis, hevur tað stóran týdning, at vit, sum hava starvast á skúlunum í nógv ár, eru klár at taka ímóti teimum. Við kveikingardøgunum sum hava verið, er størri møguleiki fyri, at vit eru brynjað at taka ímóti teimum, tí vit hava við hesum fingið innlit í teirra arbeiði og við hvørjum hugsjónum, tey partvíst hava arbeitt við. Samstundis geva hesir dagarnir íblástur og eggja lærarum í sínum arbeiði.

Skúlarnir hava gagn av tiltøkum sum hesum. Vit eiga nógv dugnalig fólk her heima, so tað er ikki altíð neyðugt at fara av landinum at leita okkum vitan. Samstundis er tað lættari hjá lærarum at taka ímóti vitan, tá umstøðurnar og støðið, ið tikið verður út frá er føroyskt.

Tá undirvísarar á Námsvísindadeildini koma runt á skúlarnar, fáa tey eisini innlit í, hvørjar umstøður eru á skúlunum. Samstundis er prát við nógvar ymiskar lærarar, sum gevur teimum størri vitan um, hvussu ymisku arbeiðshættirnir verða nýttir í verki. Tað er til gagns fyri bæði skúlan, Nám og Námsvísindadeildina at hava tiltøk sum hesi. Forvitnisligt er at síggja, hvussu hetta verður skipað, og hvat innihaldið verður komandi ár. Tiltakið hesaferð var ómetaliga væl eydnað.