Tíðindi
Hvar bleiv meirilutin av?
Á felags nevndardegi hjá Fakfelagssamstarvinum 13. februar 2026 bleiv spurningurin: Nær verður arbeiðsvikan verður stytt við lóg, enn eina ferð viðgjørdur. Nú valskeiðið er farið at halla, kenna bæði fundarfólk og limir í fakfeløgunum í Fakfelagssamstarvinum seg svikin av samgonguni, sum ikki hevur hildið sítt lyfti um at stytta arbeiðsvikuna við lóg.
Undan seinasta løgtingsvali var størsta vallyftið til arbeiðstakaran, at arbeiðsvikan skal styttast við lóg. Ført var fram, at tað at stytta arbeiðsvikuna lóg var alneyðugt fyri at betra umstøðurnar hjá arbeiðstakaranum.
Politikarar fyri bæði Javnaðarflokkin og Tjóðveldi førdu millum annað fram at stytta arbeiðsvikan fór at geva ágóða fyri alt samfelagið. Ført var eisini fram, at størsti trupulleikin fyri allar borgarar, bæði børn, ung og eldri, var strongd, og at øll høvdu alt ov nógv at gera. Tí var neyðugt at stytta arbeiðsvikuna, so fólk kundu fáa arbeiðslív og familjulív at hanga saman og harvið betra um trivnaðin í øllum samfelagnum.
Stór var gleðin hjá arbeiðstakarunum, tá vit kundu staðfesta, at lyftið um at stytta arbeiðsvikuna við lóg var innskrivað í samgonguskjalið. Samgonguskjalið, sum skuldi mynda førda politikkin í valskeiðinm.
Fakfeløgini og limir teirra tóku tí fyri givið, at nú bleiv arbeiðsvikan stytt við lóg.
Enn er arbeiðavikan ikki stytt við lóg. Fakfelagssamstarvið má tíverri staðfesta, at sitandi samgonga ikki hevur arbeitt fyri størsta lyftinum, sum var givið arbeiðstakarunum. Eisini mugu vit staðfesta, at sitandi løgmaður Aksel Johannesen alment hevur boðað frá, at tað ikki er meiriluti í samgonguni fyri at stytta arbeiðsvikuna við lóg.
Tí spyrja vit, hvar bleiv meirilutin av?
Hava samgongulimir ikki eina skyldu at fylgja avtalunum, sum eru innskrivaðar í samgonguskjalið?
Hvussu kann sitandi samgonga loypa frá sínum sítt lyfti um at stytta arbeiðsvikuna við lóg?
Føroya Lærarafelag
Akademikarafelag Føroya
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Føroya Pedagogfelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Heilsuhjálparafelag Føroya