Tíðindi

Gott samband millum felag og limir er ein styrki

04.02.2026
Tá vit savnast og skifta orð um arbeiðið og annað merkja vit, at onnur hava somu avbjóðingar, somu gleðir sum vit sjálv hava. Bara tað í sær sjálvum gevur okkum nógv at hugsa um. Tað eru hesar løturnar, sum gera, at vit menna okkum sum yrkisfólk. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

Sum lærari stendur tú mitt í einum meldri, ið krevur nógv av einum. Tað er her, at leiðsla, starvsfelagar og fakfelagið er til staðar og stuðlar tær.
Vit lærarar skulu altíð verða vera fakliga væl ílatin.
Henda fakligheitin sæst aftur í øllum tí arbeiði, vit gera hvønn dag. Ikki bara, tá vit fyrireika undirvísingina, og tá vit standa á gólvinum og undirvísa, men eisini tá undirvísingin er liðug, og vit skulu samskifta við leiðslu, starvsfelagar, næmingar og foreldur.

Tað kann ofta tykjast strævið og tyngjandi, samstundis sum tað kennist gevandi. Viðhvørt tykist tað sum lærari, at mann stendur einsamallur í hesum. Tíbetur er tað ikki soleiðis. Aftan fyri læraran stendur leiðslan og starvsfelagarnir. Aftrat hesum hava limirnir fakfelagið – okkara fakfelag – Føroya Lærarafelag.
Felagið veitir ráðgeving og stuðul, tá á stendur. Felagið er sett í heimin at varða av og stuðla limunum. Tað er ein trygd at vera partur av einum fakfelag.

Umframt at vera eitt fakfelag, sum m.a. veitir ráðgeving og stuðul til limirnir, arbeiða vit í nevndini við at skipa fyri tiltøkum, har limirnir hittast bæði til álvara og gaman.

Úr rúgvuni kann nevnast, at vit árliga hittast til aðalfundin, sum í ár verður 9. mai.
Her fáa limirnir kunning um tað, sum er farið fram seinasta nevndarárið. Framløgur av ymsum slag eru á skránni, sum skulu verða við til at kveikja og styrkja lærarayrkið. Eisini her verður veðurlagsvirðisløn lærarafelagsins handað. Eftir ein góðan, fakligan dag verður boðið til borðhald og veitslu.
Vit í nevndini hava verið sera fegin um undirtøkuna, sum er til aðalfundin og veitsluna. Tað hevur týdning fyri okkum at vita, at limirnir stuðla tí, sum nevndin og starvsfólkið arbeiða við.

Vit hava skipað fyri kvøldsetum, lima- og økisfundum runt í landinum, so vit kunnu hitta limirnir og hoyra, hvat rørir seg í runt um landið. Hetta eru fundir, sum vit fáa nógv burturúr.

Tiltøk hjá Lærarafelagnum eru ikki bara hugnalig kvøld ella fakligar løtur; tey eru grundleggjandi fyri, at styrkja samanhaldið millum allar lærarar.
Tá vit savnast og skifta orð um arbeiðið og annað merkja vit, at onnur hava somu avbjóðingar, somu gleðir sum vit sjálv hava. Bara tað í sær sjálvum gevur okkum nógv at hugsa um. Tað eru hesar løturnar, sum gera, at vit menna okkum sum yrkisfólk. Tá vit fáa sett orð á tað, ið riggar, og tað, sum riggar minni væl og út frá hesum finna fram loysnir.

Fríggjakvøldið 6. februar hittast vit aftur í Reinsarínum. Triðja árið á rað. Tá er afturvendandi lærarakonsertin, har øll eru vælkomin at njóta tónleik, ið lærarar ymsastaðni frá framføra. Vit hava notið hesa konsertina tvær ferðir áður. Tað hevur verið ómetaliga stuttligt at síggja og uppliva, hvussu nógvir evnaríkir lærarar eru runt í landinum. Vit hava upplivað alt frá operatónum, sálmasangi til lívligan rokk.

Eg gleði meg til hesa konsertina, tí eg veit, hon verður góð. Eg gleði meg at hitta lærarar, sum eg ikki síggi vanliga, fyrrverandi floksfelagar av Læraraskúlanum og yvirhøvur at njóta samveruna hetta kvøldið.

Tað at lærarar hava hug at bjóða seg fram at undirhalda onnur er nakað, vit øll eiga at gleðast um. Tað er nakað, vit skulu seta prís upp á og stuðla.
Vit síggjast til eina góða, lívliga og stuttliga konsert í Reinsarínum fríggjakvøldið 6. februar kl. 19.30.