Tíðindi

Føroyskt sum annaðmál – hvussu er støðan?

16.02.2026
At næmingar, sum koma henda vegin, fáa 20-30 serstakar tímar í føroyskum, tá ið teir koma, er bara eitt plástur á sárið. Tað tekur oftast fleiri ár bæði at skilja og tosa føroyskt. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

Útlendingaøkið er í hesum døgum helst eitt tað størsta kjakevnið í landinum, nú bæði miðlar og politikarar hava sett meira fokus á evnið. Eitt nú hava tveir danskir politikarar, saman við Sjúrður Skaale, fólkatingsmanni, havt kunnandi fundir um evnið í Føroyum. Forkunnugt og ikki sørt áhugavert at hoyra, hvat er farið fram í øðrum londum á økinum, sum vit vónandi kunnu læra av, so vit ikki gera somu feilir. Evnið er fløkt og rúgvismikið, men eitt gott og siðiligt kjak er fortreyt fyri at skilja og kunna seta skilagott út í kortið politiskt. 

Men hvussu er so støðan í skúlunum í dag, og hvussu liva vit upp til vaksandi avbjóðingina, kundi ein spurt?

Talið av fremmandamálsnæmingum veksur bara stútt og støðugt. Í skúlaárinum 2023/24 vóru tað 224 næmingar í skúlunum, og talið er uttan iva væl hægri í dag. Serliga er talið av næmingum í londum uttan fyri Evropa, ið veksur. 74 komu úr Asia, 28 úr Afrika og 10 úr Amerika. Hetta er ein fimmfalding síðani 2009. Hesi børnini hava sjálvsagt annað tungumál og hava tí tørv á undirvísing í føroyskum sum annaðmál.

Og eitt nú, í kjalarvørrinum av ukrainaflóttum, blivu móttøkuflokkar settir á stovn í skúlunum.

Tríggir móttøkuflokkar eru í landinum sum er, sum bæði eru til flóttar og tilflytarar annars. Í Eysturskúlanum, í Runavík og í Eysturkommunu í samstarvi við Fuglafjarðar skúla. Lærararnir hava oftast serligar førleikar til at undirvísa í føroyskum sum annað mál. Harumframt hevði kvøldskúlin í Havn móttøkuflokk fyri næmingum í fólkaskúlanum í tvey ár. Men hetta er síðani steðgað, og virksemið er flutt til Undirvísingarstýrið.

Hóast á leið 40% av næmingunum í landinum ganga í skúla í høvuðsstaðnum, og tørvurin økist, er kortini ikki ætlanin at byrja við fleiri móttøkuflokkum. Tað hevur leiðarin á Mentamáladeidini hjá kommununi, Heini Gaard, sagt í práti við Skúlablaðið í 2024. Hetta kann tykjast løgið, men sum skilst umrøða skúlarnir spurningin um móttøkuflokkar við kommununa, men endalig niðurstøðu er ikki gjørd. Skipanin er annars, at skúlarnir kunnu, hvør í sínum lagi, søkja Undirvísingarstýrið, um tímar til føroyskt sum annaðmál. Men at næmingar, sum koma henda vegin, fáa 20-30 serstakar tímar í føroyskum, tá ið teir koma, er jú bert eitt plástur á sárið. Tað tekur oftast fleiri ár bæði at skilja og tosa føroyskt. Sjálvur havi eg í ár næmingar úr Grikkalandi, Brasilia og Danmark í 9. flokki. Hesi skilja tíbetur øll føroyskt, men so er langt frá altíð, og tá stendur á. Tey fremmandmæltu eru tá javnan við skerdan lut. Sjálvt um tú gert tað, tú kanst, eru tíðin og umstøðurnar ikki til at hjálpa teimum í nóg stóran mun. Ein sannroynd er, sum ein og hvør lærari altíð hevur vitað, at tú javnan ikki klárar at hjálpa øllum. Við teimum fremmandu er tað bara blivið sjónligari.

Harumframt hava vit eina serliga avbjóðing í Føroyum við donskum. Tað læra teir fremmandu næmingarnir ofta ongantíð ella sera illa. Tað heldur onkur møguliga ikki er ein trupulleiki, men skula tey seinni á miðnám, eru tey ofta sera illa fyri. Tí stórt sæð allar fakbókmentir har eru á donskum.

Hvat er so samanumtikið at gera?

 Jú, eitt stig á vegnum hevur Námsvísindadeildin á Setrinum longu gjørt við at bjóða út linjulestur í føroyskum sum annaðmál. Avgjørt gott, tí serførleiki má til her.

Tveylæraraskipan í innskúlingini hevði verið ein bati. Har tað er neyðugt í øllum førum. Tað átti at gjørt arbeiðsumstøðurnar, eisini á hesum øki, betri í allar mátar, eisini fakliga.

At evstamark fyri floksstødd er sett til 22 næmingar, er eisini gott, hóast hetta mark tíverri, í ávísum førum, longu er sprongt. Í Danmark verður í hesum døgum enntá tosað um eitt evstamark á 14 næmingar í innskúlingini. Tað er søtur tónleikur í okkara oyrum, um enn tað helst ikki verður tað fyrsta, ið verður framt. Ein hevur tó loyvi til at droyma.  

Tað er alneyðugt, at Undirvísingarstýrið, ið varðar av økinum, saman við skúlaleiðslum, støðugt hevur fingurin á pulsinum og dagførir leypandi eftir tørvi. Og um tað so eru móttøkuflokkar ella aðrar skipanir, sum mann fer at hella seg til, tá ið við tosa um fremmandamælt, er altavgerandi, at umstøðurnar í skúlunum liva upp til komandi avbjóðingar bæði fysiskar, fakligar og ikki minst fíggjarligar. Annars kann tað skjótt gerast ov møtimikið.