Tíðindi
Ungdómurin er væl fyri, dugnaligur og fyrikomandi
Men tað skerst ikki burtur, at nógv tey flestu ungu er væl fyri, dugnalig og fyrikomandi. Og hartil arbeiðssom. Tað er sjón fyri søgn bæði í og uttan fyri skúlan.
Tey flestu klára væl ella í hvussu er rímiliga væl at røkja bæði skúlan umframt sítt fjølbroytta virksemi uttan fyri skúlan. Tað veri seg bæði ítriv og lønt arbeiði.
Í dag skalt tú vera 13 ár fyri at hava lønt arbeiði. Og tey ungu eru sanniliga eftirspurd á arbeiðsmarknaðinum. Bæði tí, at tey eru minst líka kvik sum tey vaksnu, men eisini tí, at tey fáa lægri løn. Her hevur tað týdning, at tey eru í einum fakfelag, so at eitt nú sáttmálaviðurskifti og annað verður hildið. Sera nógv ung arbeiða í frítíðini. Hetta mennir tey á so mangan hátt. Tey fáa betri fatan og virðing fyri pengum, og hvat krevst fyri at forvinna teir, umframt betri samfelagsinnlit í heila tikið. Lívsins skúli má ikki undirmetast. Ung, sum eru liðug á miðnámi, eru eisini gull verd fyri eitt nú vælferðarøkið. Tað hevði verið heilt illa vorðið, ikki minst á barnagarðs- og eldraøkinum, um tey ungu, í stórum tali, ikki vóru har í 1-2 ár, ávegis at lesa víðari.
So eru tað ítrivini. Ja, sigi tað í fleirtali, tí tað ofta er talan um fleiri. Alskyns ítróttargreinar, umfram tónleik, sang og skótar, eru tað, sum flestu ungu ganga til, og tað hevur sjálvsagt alstóran sosialan týdning.
Men hvar er so skúlin í øllum hesum, kundi ein spurt?
Skúlin hevur, enn sum áður, sítt sjálvsagda pláss. Tað vita næmingarnir fullvæl, og teimum dámar sum heild væl at ganga í skúla. Ikki bara er tað har, ið teir mennast fakligt og menniskjaligt, men skúlin hevur eisini alstóran sosialan týdning, eins og frítíðarítrívini hava. Tað er har, tey eisini hittast og sosialisera. Og av tí at nógv ung ikki hava so nógva tíð til sosialt lív uttan fyri skúlan, hevur skúlin stóran sosialan týdning.
Men klára tey ungu at finna eina skilagóða javnvág ímillum arbeiði, ítriv og skúla? Mítt svar er í stóran mun, ja. Av tí at tey ofta hava nógv at gera gjøgnum dagin og vikuna, læra tey at skipa dagin skilagott og effektivt, so at skúlin sanniliga eisini fær sítt. Tað er ofta so, at tey sum klára seg væl í eitt nú ítrótti, klára seg eisini væl í skúlanum.
Og ungdómurin er eisini generelt fyrikomandi og blíður at umgangast. Eitt tað mest motiverandi sum lærari er tað gevandi sambandið, bæði formelt og ikki minni óformelt, sum tú støðugt hevur við næmingarnar. Prátini, ella bara heilsanirnar, tú hevur við tey í og uttan fyri skúlastovuna eru altíð av fyrikomandi og vinarligum slagi. Hetta sosiala akkerið, sum er við til at binda teg og flokkin saman, og harvið eisini skapa trygd og trivnað millum øll hevur alstóan týdning. Alt samalt eisini fyri í síðsta enda at náa settum fakligum málum. At leiklutirnir so altíð, tá samanum kemur, eru ymiskir millum lærara og næming, sigur seg sjálvt.
Jú, nøkur vera altíð, sum hava serligar avbjóðingar í skúlunum, og tey skulu vit royna at hjálpa, alt tað vit kunnu. Men vit mugu ongantíð gloyma, at tann stóri meirilutin er væl fyri, bæði dugnaligur, fyrikomandi og hartil arbeiðssamur. Tey skulu eisini hava sínar sjálvsagdu fakligu avbjóðingar á sínum støði.
Onnur tíðindi
-
07.09.2026Týdningarmikið at taka væl ímóti nýútbúnum lærarum
-
31.08.2026Stóra menningin byrjar við smáu gerðunum
-
24.08.2026TALIS-kanningin kann geva okkum góða vitan
-
12.08.2026Sálarfrøðingar í fólkaskúlanum – ein íløga í trivnað og læring
-
11.08.2026Handaligu fakini í skúlanum
-
10.08.2026Skapandi lærugreinarnar skulu hava størri rúmd