Tíðindi
Telefonfríur skúli – hvat so?
Seinastu tíðina hevur verið tosað um at seta aldursmark á sosialar miðlar og at tálma skýggjanýtsluni hjá børnum í Føroyum. Í seinasta valskeiði bleiv álagt skúlum at hava ein telefonpolitikk, tí ynskiligt er at tálma telefonnýtsluni í skúlunum. Hetta er gjørt fyri at minka um órógv í undirvísingini, samstundis, sum vit vilja hava betri samskifti við og ímillum næmingarnar, har felagskapurin fær bestu møguleikarnar at blóma.
Tøknin hevur broytt hvussu vit liva. Eitt nú eru børn og ung uppvaksin við hópin av tøkniligum møguleikum. Hetta ger, at sambandið ímillum børn og ung er øðrvísi í dag, enn tað var fyri 30 árum síðan. Samskiftið á netinum krevur ikki so nógv. Tað er lætt at samskifta, samstundis sum vit taka kensluliga frástøðu í samskiftinum. Tað er ómakaleyst og ikki so trupult sum við einari samrøðu í nærveru, har vit hyggja í eyguni á hvør øðrum, síggja kropsliga málið og annað.
Í dag hava flestu ungu eina snildfon við hondina. Hon er nærum ein partur av kroppinum. Danir hava gjørt onkrar royndir við at taka telefonirnar frá teimum ungu í skúlatíðini. Samrøðurnar við hesi ungu vóru hugvekjandi. Tey høvdu nærum allar kenslur í kroppinum fyrstu tíðina eftir at telefonin var løgd í skápið. Sorg, vreiði, tómrúm og annað. Hetta vísir okkum, hvussu stórur partur av lívinum hjá okkara ungu snildfonin er. Tey brúka telefonina nærum alla tíðina. Tey samskifta áhaldandi á sosialu miðlum, eisini í skúlatíð. Hvørt hetta samskiftið altíð er gagnligt, fari eg ikki at úttala meg um, men, tað er ongin loyna, at um vit taka sosialu samskiftismøguleikarnar frá okkara ungu, so er vandi fyri, at tey fara at kenna einsemi og missa tað sosiala sambandið, tey hava.
Tað eru tey, sum hava trupult við at samskifta í fysiska rúminum. Tey hava ein tryggleika við samskiftinum á telefonini. Hesir næmingarnir hava ein rættiliga stóran part av sínum sosiala lívi á netinum. Um teir missa samskiftismøguleikan, so missa teir eisini sítt trygga samskiftisrúm. Hetta kann geva enn størri kenslu av sosialari isolatión.
Tað, at børn og ung í dag hava truplari við at samskifta í fysiska rúminum, er avgjørt eitt tekin um, at vit eiga at stuðla teimum í menningini av júst hesum eginleikum. Tó mugu vit hava í huga, at tað ikki er nokk at taka fartelefonirnar frá børnum og ungum. Tey mugu stuðlast í, hvussu tey nú kunnu samskifta, og hvussu fríkorterini nú kunnu vera. Um vit ikki megna at stuðla næmingunum nóg væl, so er møguleikin fyri kenslum sum keðsemi, einsemi og órógvi stórur. Um telefonin vanliga er málgagnið fyri, hvussu vit aktiverast, so er vandi fyri, at vit gerast passiv, fáa órógv og koma í konfliktir, stórur, tá hon verður tikin frá okkum. Tí má okkurt setast inn í staðin.
Skal tað eydnast væl at fáa ein telefonfrían skúla, so mugu vit arbeiða miðvíst við samskiftinum, læra at vera saman í fysiska rúminum, eitt nú við spølum ella øðrum aktivitetum, hava opin rúm við ymisku møguleikum at vera saman, eitt nú við samstarvsspølum, samrøðuspølum, rørsluspøl, kappingum og mongum øðrum.
Spurningurin er opin: vilja vit minka um trupulleikan – ella flyta vit hann bara? Um vit taka telefonina frá næmingunum, mugu vit eisini taka ábyrgdina fyri tí rúminum, sum stendur eftir. Ein telefonfríur skúli er ikki ein loysn í sær sjálvum, men ein byrjan. Tað avgerandi er, hvat vit fylla inn í staðin. Tí tað er har, felagsskapurin veruliga fær møguleika at vaksa.
Onnur tíðindi
-
11.08.2026Handaligu fakini í skúlanum
-
10.08.2026Skapandi lærugreinarnar skulu hava størri rúmd
-
06.08.2026Tá tveir lærarar eru í flokkinum, røkka teir nógvum næmingum
-
05.08.2026Hví skulu vit læra danskt?
-
04.08.2026Móðurmálið – grundarlagið undir allari læring
-
30.07.2026Meira pengar mugu játtast til føroyskt sum annaðmál