Tíðindi
TALIS-kanningin kann geva okkum góða vitan
Vit hava ongar kanningar, sum lýsa gerandisdagin hjá lærarunum í føroyska fólkaskúlanum. Seinasta kanning, ið var gjørd, var TALIS-kanningin í 2013, og áðrenn tað var TALIS-kanning gjørd í 2009. Tí er tíðin komin at fáa vitan um umstøðurnar og hugsanirnar hjá lærarum og skúlastjórum.
TALIS-kanningin hongur saman við PISA-kanningini. Í PISA-kanningini verða næmingarnir spurdir, so vit fáa innlit í teirra førleikar og umstøður annars, meðan í TALIS-kanningini verða lærarar og skúlastjórar spurdir, so vit kunnu fáa innlit í vitan, hugsan og arbeiðshættir hjá lærarum og skúlastjórum. Talis-kanningin fevnir um nógv ymisk viðurskifti í skúlanum, eitt nú um tørvin hjá lærarum fyri fakligari førleikamenning og eftirútbúgving, hvørjir undirvísingarhættir verða nýttir, dagliga samstarvið í skúlanum, viðurkenning og afturmeldingar frá skúlastjóranum og øðrum lærarum og samstarv við heimini og myndugleikar.
Uppgávurnar hjá læraranum er nógv broyttar seinastu árini, og tað hevur havt stóra ávirkan á arbeiðið hjá læraranum og skúlastjóranum, men sjálvt um skúladagurin er broyttur nógv, og neyðugar íløgur ikki eru gjørdar í fólkaskúlan, so er eingin kanning, har lærarin er spurdur, hvussu tað gongur, fyri at fáa eina mynd av støðuni hjá læraranum, skúlastjórunum og skúlanum sum heild.
Tað verða javnan gjørdar kanningar í skúlanum, men tær taka oftast útgangsstøði í at spyrja næmingarnar. Tað er gott, at næmingarnir verða spurdir um sínar umstøður, og hvussu tey standa seg fakliga, tí tað kann vera góð vitan, tá skúladagurin skal gerast betri, men vit hava onga nýggja kanning, har lærarin verður spurdur, hvørjar umstøður hann hevur fyri at kunna skipa ein góðan skúladag fyri sínar næmingar.
Talis-kanningin er ein kanning, ið spyr læraran og skúlastjóran, og sum kundi givið okkum góða vitan um teirra umstøður, og hvat teir hugsa um skúlan, næmingarnar og umstøðurnar annars.
Skúladagurin er nógv broyttur síðan síðstu TALIS-kanningina í 2013. Millum annað eru:
- námsætlanirnar blivnar stýrandi í undirvísingini
- førleikastovurnar eru ein miðdepil í skúlanum
- nógv fleiri næmingar eru í serflokkum
- talið av næmingum við útlendskum uppruna og sum ikki kenna føroyska málið er fleirfaldað
- samskiftið við Barna- og ungdómspsykiatriina er vaksið munandi
- samfelagsfrøði er nýggj lærugrein
- meira av undirvísindartilfarinum er talgilt
- tøknin verður nógv meira nýtt sum amboð í skúladegnum
- skúlamyndugleikin hevur innført nýtslu av Skúlanetinum og Kervi+
- arbeiðstíðin hjá kt-vørðinum er skorin við eini helvt
- uppgávurnar hjá flokslæraranum eru fleiri og størri og
- vitlíki er komið á pallin.
Hóast allar broytingarnar í uppgávuni hjá læraranum er eingin kanning gjørd, sum spyr læraran og skúlastjóran, hvussu gongur. Hetta hevur við sær, at tá neyðugar tillagingar skulu gerast í skúlanum, so er tað á einum veikum grundarlagi, tí røddin hjá læraranum manglar. Lærarin er útbúgvin til yrkið og er dagliga í skúlanum millum børn og ung, so spyr bara læraran, hann veit.
Námsvísindadeildin átti eisini at granskað meira í umstøðunum hjá læraranum. Læraraútbúgvingin er ein av størstu útbúgvingunum á Setrinum, men at síggja til fær læraraútbúgvingin lægri játtan til gransking í mun til talið av lesandi á deildini, samanborið við aðrar deildir. Læraraútbúgvingin átti at havt munandi hægri játtan til gransking í fólkaskúlanum, har hugt var bæði at næmingunum, lærarunum, skúlastjórunum og foreldrunum.
Uppgávan og umstøðurnar hjá lærarunum og skúlastjórunum í fólkaskúlanum eru munandi broyttar seinastu 10 árini, og vit mangla kanningar, har lærarin er spurdur, hvussu tað gongur í skúlanum. Skúlin hevur tørv á íløgum og dagføringum. Í tí arbeiðinum er mín áheitan at spyrja læraran um ráð, tí lærarin veit. At gera eina TALIS-kanning kann geva okkum góða vitan á hesum øki.
Onnur tíðindi
-
07.09.2026Týdningarmikið at taka væl ímóti nýútbúnum lærarum
-
31.08.2026Stóra menningin byrjar við smáu gerðunum
-
13.08.2026Ungdómurin er væl fyri, dugnaligur og fyrikomandi
-
12.08.2026Sálarfrøðingar í fólkaskúlanum – ein íløga í trivnað og læring
-
11.08.2026Handaligu fakini í skúlanum
-
10.08.2026Skapandi lærugreinarnar skulu hava størri rúmd