Tíðindi
Sálarfrøðingar í fólkaskúlanum – ein íløga í trivnað og læring
Fólkaskúlin er nógv meira enn eitt stað, har børn læra at lesa, skriva og rokna. Hann er eisini ein av teimum týdningarmestu pallunum fyri trivnað og sálarliga menning. Tí eigur spurningurin at vera, um vit geva lærarum og næmingum ta fakligu hjálp, teimum tørvar.
Seinastu árini hava lærarar upplivað, at fleiri børn hava samansettar avbjóðingar. Angist, sorg, ADHD, autisma og sosialir trupulleikar fylla meira í gerandisdegnum. Lærarin skal lofta hesum samstundis, sum hann skal undirvísa og skapa eitt gott læringsumhvørvi fyri allar næmingar.
Í Føroyum er sálarfrøðiliga hjálpin fyrst og fremst skipað gjøgnum Sernám, sum ger eitt týdningarmikið arbeiði við at veita ráðgeving. Í flestu førum verður Sernám boðsent longu tá, næmingar og lærarar hava eina avbjóðing.
Í onkrum av grannalondum okkara er skipanin øðrvísi skrúvað saman. Her eru sálarfrøðingar knýttir beinleiðis at skúlunum og arbeiða fyribyrgjandi saman við lærarum, leiðslu og foreldrum.
Í Føroyum kenna vit eisini til hetta. Á Skúlatrøð er sálarfrøðingur knýttur at skúlanum. Henda skipanin hevur eydnast væl, og eiga vit at fáa innført hetta runt alt landið.
Tá faklig hjálp er tøk í gerandisdegnum, ber til at seta inn tíðliga. Vit vitja jú, at fyrr tað verður sett inn, størri eru sannlíkindini fyri, at tað fer at eydnast. Smáar avbjóðingar kunnu loysast, áðrenn tær vaksa seg stórar, og lærarar fáa skjótari ráðgeving í truplum støðum.
Men sálarfrøðingar eiga ikki bara at arbeiða við næmingunum. Teir eiga eisini at vera ein hjálp hjá læraranum. Á øðrum arbeiðsplássum, sum hava við menniskjaliga menning at gera, er supervisjón natúrligur partur av arbeiðinum. Har fáa starvsfólk regluliga fakliga vegleiðing og møguleika at viðgera krevjandi støður. Hetta styrkir bæði fakligheit og trivnað og minkar um vandan fyri, at ein ikki megnar meir, og má tveita handklæðið í ringin.
Soleiðis skal tað sjálvsagt eisini vera í fólkaskúlanum.
Supervisjón er ikki eftirlit, men eitt álitisfult rúm, har lærarar saman við einum fakfólki kunnu greina avbjóðingar og finna nýggjar arbeiðshættir og øðrvísi loysnir. Tað styrkir einstaka læraran og kemur øllum flokkinum til góðar. Endamálið hjá okkum lærarum er jú, at tað gongst øllum børnum, og teya koma ígjøgnum skúlagongdina so smidliga sum til ber.
Tað er eingin ivi í, at tað kostar pengar at hava sálarfrøðingar knýttar at skúlunum. Eg eri vísur í, at tað kostar meira, um vit ikki raðfesta hetta. Tá næmingar ikki fáa hjálp rættstundis, og lærarar verða ov hart trýstir, gerast avleiðingarnar bæði menniskjaliga, sálarliga og búskaparliga dýrar.
Ein sálarfrøðingur í fólkaskúlanum eigur tí at verða sæddur sum ein íløga. Ein íløga í lærarar, í næmingar og í ein fólkaskúla, har trivnaður og læring ganga hond í hond.
Tá vit styrkja læraran, styrkja vit eisini næmingin. Og tá vit seta inn tíðliga, skapa vit betri fortreytir fyri, at øll børn fáa møguleikan at trívast, læra og mennast.
Onnur tíðindi
-
07.09.2026Týdningarmikið at taka væl ímóti nýútbúnum lærarum
-
31.08.2026Stóra menningin byrjar við smáu gerðunum
-
24.08.2026TALIS-kanningin kann geva okkum góða vitan
-
13.08.2026Ungdómurin er væl fyri, dugnaligur og fyrikomandi
-
11.08.2026Handaligu fakini í skúlanum
-
10.08.2026Skapandi lærugreinarnar skulu hava størri rúmd