Tíðindi
Hví skulu vit læra danskt?
Ført verður m.a. fram, at tíðin er farin frá donskum. Alt er á enskum í dag, og øll duga jú enskt. Tí er danskt ikki neyðugt at duga longur og er fyri tað mesta bert tíðar- og orkuspill, halda summi. Hví ikki gera sum íslendingar, har tey klára seg fínt við stórtsæð bara at duga og nýta enskt sum einasta fremmandamál, verður eisini spurt um.
Til tað er at siga, at svarið fyri mong, serliga okkum nakað tilkomnu, er sjálvsagt, men eisini eitt sindur ræðandi, tí spurningurin nú verður ikki bara spurdur oftari enn fyrr. Nú verður meira beinleiðis spurt, um danskt gevur meining at læra í heila tikið.
Ikki tí. Haldi, at tey ungu ikki spyrja av illvilja ella í treiskni, men heldur spyrja tey heilt opið og erligt, tí at støðan hjá ungum er broytt so avgerandi bara seinastu 5-10 árini, og broytingin heldur fram. Og hon er serliga tann, at tey ungu hyggja bara at amerikanskum filmum. Tær longu amerikansku filmsrøðirnar hava útruddað onnur móðurmál enn enskt, í hvussu er í hugaheiminum á teimum ungu. Og skuldi so ein danskur filmur ella filmsrøð komið á skránna, tíma tey ungu als ikki at hyggja. Danskt er nógv meira fjart í dag enn bara fyri fáum árum síðani, fyri ikki at tala um norskt og svenskt. Tey skilja stórtsæð ikki danskt nóg væl, fyri at fáa innhaldið við í einum filmi, og tí verður hann ikki sæddur. Hetta er ein ógviliga avgerandi og álvarsom broyting til tað verra. Tá eg spurdi næmingar bara fyri einum 10-15 árum síðani um, hvussu teir serliga lærdu danskt og enskt, søgdu teir ofta, at filmarnir høvdu avgerandi týdning. Bæði danskir og enskir. Nú er trupulleikin, at bert verður hugt at enskum.
Lat meg sláa tað fast beinanvegin. Danskt má lærast væl og virðiliga av fleiri ymiskum orsøkum, og vit skulu ikki niður á íslendskt støði. Íslendingar siga tað sjálvir. “Gerið ikki sum vit, haldið fast við at læra okkurt norðurlendskt mál.” Her er upplagt, at vit halda fram við at læra danskt.
Og hví skulu vit læra danskt; fyri at venda aftur til spurningin. Lat meg koma við nøkrum dømum um, hví tað eru innlýsandi sosialar, utbúgvingarligar, mentanarligar og búskaparligar orsøkir til tess. Vit eru av norrønari rót, so tað hevur alstóran týdning, at vit framhaldandi kunnu skilja og lesa danskan og norðurlendskan skaldskap, umframt at síggja og skilja teirra filmar og mentan annars.
Føroyskur ungdómur útbýr seg oftast, enn sum áður, í Danmark, og tí mugu vit duga danskt. Umframt at tilfarið í heilt stóran mun á miðnámi í Føroyum er á donskum.
Eisini arbeiðsmarknaðurin hevur alstórt brúk fyri donskum umframt norskum, sum verður lært umvegis dansk. Bert eitt lítið dømi úr Noregi, har sera nógvir føroyingar arbeiða. Tosaði nakað síðani við ein fyrrverandi næming hjá mær, sum eg hevði fyri einum 12-14 árum síðani. Hann siglir nú í oljuvinnuni í Noregi við skipi hjá almenna oljurisanum Equinor. Tað, sum fyrr var Statoil. Hann segði, at føroyingar vóru nógv eftirspurdir har yviri, ikki bara vegna fakligar dygdir, men eisini tær málsligu. Equinor hevur nevniliga tann málpolitikkin, at bert danskt ella norskt skal brúkast sum alment arbeiðsmál. Enskt verður ikki góðtikið. Tí kunnu ikki nógvir tjóðskapir vera við har. Men vit føroyingar kunnu, enn í hvussu so er.
Hvussu er so støðan í fólkaskúlanum í dag, og hvat gera vit við støðuna? Amerikanski boksarin Mike Tyson segði einaferð, at tú hevur eina ætlan, til tú fært eitt slag. So verður tú noyddur at broyta, tillaga ella gera heilt nýggja ætlan, tí útgangsstøðið er broytt. Soleiðis er eisini við donskum í skúlanum.
Vit mugu leggja nýggja ætlan. Vit mugu aftur til at lesa nógv fleiri danskar bøkur og síggja fleiri danskar/norðurlendskar filmar. Næmingarnir mugu hoyra og síggja málið meiri. Veit, at nógvar lærugreinar eru í skúlanum, og tað er heldur smábýtt, men hetta má raðfestast. Tí er tað skeivt, sum nakrir skúlar gera í hesum tíðum, at skera tímatalið í donskum í hádeild niður í 2-3 tímar um vikuna. Tað skuldi ikki verið skorið.
Samanumtikið hava vit ikki ráð at missa okkara norðurlendska samleika og allar teir møguleikar, tað førir við sær. Tí mugu vit framhaldandi læra danskt væl og virðiliga. Tað merkir ikki at læra danskt ella enskt. Tað merkir danskt OG enskt.
Tí skulu vit læra danskt.
Onnur tíðindi
-
11.08.2026Handaligu fakini í skúlanum
-
10.08.2026Skapandi lærugreinarnar skulu hava størri rúmd
-
06.08.2026Tá tveir lærarar eru í flokkinum, røkka teir nógvum næmingum
-
04.08.2026Móðurmálið – grundarlagið undir allari læring
-
03.08.2026Telefonfríur skúli – hvat so?
-
30.07.2026Meira pengar mugu játtast til føroyskt sum annaðmál