Tíðindi
Handaligu fakini í skúlanum
Á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag helt landstýrismaðurin í mentamálum Bárður á Lakjuni røðu. Hann segði millum annað: ”Mítt mál er at virka fyri einum skúla, har allir næmingar trívast og fáa møguleika at læra í mun til sínar ymisku førleikar.”
Eisini segði hann:
”Eg fari at taka stig til, at skúlarnir fáa størri frælsi at skipa ein skapandi skúla, har tað kreativa, handaliga og verkliga skal hava størri rúmd. Eg havi fingið eitt tilmæli um at menna og umskipa lærugreinina handaverk og list, og hesum fari eg at hyggja nærri at og viðgera saman við fakkønum á økinum, áðrenn eg taki støðu til, hvør skipanin verður, og hvat er møguligt fíggjarliga.”
Skúlar eru ómetaliga ymiskt fyri, tá tað ræður um møguleikar til handaligu lærugreinarnar. Hølisviðurskifti og fígging til tilfar er ymiskt, samstundis er stórur munur á, hvussu leiðslur leggja tímarnar.
Ein av stóru avbjóðingunum er, at handaligu fakini ikki fáa somu rúmd í skúlunum, sum eitt nú bókligu og náttúruvísindaligu fakini. Skulu vit styrkja handaligu fakini munandi, mugu vit javnstilla tey við onnur fak, eitt nú við fleiri tímum og møguliga eisini við greiðum málum og ynski um próvtøku. Handaligu fakini kunnu styrkja kreativa hugsan, samstarvsevni og praktiskar førleikar. Skulu vit náa teimum málum, sum handaligu fakini í roynd og veru hava, so mugu tey hava møguleika at blóma.
Fleiri skúlar hava gomul og ótíðarhóskandi høli. Fyri at fáa best úrslit úr undirvísingini, krevst at hava tíðarhóskandi høli og hentleikar. Um næmingar skulu menna sínar kreativu førleikar, mugu teir hava atgongd til ymiskt tilfar og møguleika at arbeiða við ymiskum tilgongdum. Vit læra ofta mest, tá vit sleppa at royna teoretiskar hugsanir í verki. Kanska serliga tá úrslitið ikki er tað, vit ætla.
Handaligu fakini kunnu lættliga knýtast at gerandisdegnum. Eitt nú við at næmingarnir arbeiða við verkætlanum, ið skulu loysa ein trupulleika, tey sjálvi hava valt. Her er møguleiki at hava samband við lokalar fyritøkur, kommununa ella okkurt heilt annað. Tað er ofta lætt hjá næmingunum at síggja samband millum fakið og arbeiðslívið, tá uppgávurnar verða ítøkiligar. Hetta styrkir hugin hjá fleiri næmingum og gevur arbeiðsgleði.
Tað eru nógvir næmingar í fólkaskúlanum, sum hava stóran áhuga í tí bókliga. Tó so eru tað eisini tey, ið hava tað tungt bókliga. Tí kann tað styrkja fakligu fatanina hjá næmingunum, um vit megna at javnseta handaligu fakini við tey bókligu. Geva vit næmingum møguleika at blóma, har hugur og hegni er, hevur tað ávirkan á alla skúlagongdina hjá næminginum. Næmingar, ið fáa møgleika at arbeiða við tí, teir hava stóran áhuga í, trívast betur og fáa betri álit á egin evni. Hetta ger at teir hava betri áræði, tá teir skulu arbeiða við onkrum, sum teir halda vera trupult.
Um vit veruliga vilja skapa ein fólkaskúla, sum rúmar øllum næmingum, mugu vit taka handaligu fakini í álvara. Tað krevur bæði politiskan vilja, betri umstøður og ein broyttan hugburð. Megna vit tað, vinna vit nógv. Vit fáa fleiri motiverðar næmingar, styrkja ymisku førleikarnar og fáa ein sterkari skúla fyri øll.
Onnur tíðindi
-
07.09.2026Týdningarmikið at taka væl ímóti nýútbúnum lærarum
-
31.08.2026Stóra menningin byrjar við smáu gerðunum
-
24.08.2026TALIS-kanningin kann geva okkum góða vitan
-
13.08.2026Ungdómurin er væl fyri, dugnaligur og fyrikomandi
-
12.08.2026Sálarfrøðingar í fólkaskúlanum – ein íløga í trivnað og læring
-
10.08.2026Skapandi lærugreinarnar skulu hava størri rúmd