Tíðindi

Tiltøk eftir tørvi

20.04.2026
Tað hevur eisini avgerandi týdning, at skúlarnir sjálvir hava ávirkan á og avgerðarrætt til, hvørji tiltøk møguliga skulu koma inn í skúlarnar. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

Fleiri skúlar kring landið hava síðstu árini gjørt av at minka tímatalið. Eitt nú hava fleiri størri skúlar í Havn minkað tímatalið munandi. Serliga í hádeild, har tímatalið er farið úr einum 37-39 tímum niður í 30-31 tímar um vikuna. Hví hetta er gjørt, kunnu tað vera fleiri orsøkir til, sum eg kann koma inn á í aðrari grein, men ein høvuðsgrundgeving er, at næmingarnir ikki kunnu vera longri í skúla enn til kl. 13.30, og ikki sum fyrr ofta til kl. 15.30. Teir orka tað snøgt sagt ikki, verður ført fram.

Hendan broyting hevur sjálvsagt ført við sær, at fleiri lærugreinar eru skerdar. Eitt nú eru fleiri kunningarlærugreinir farnar úr tveimum niður í ein tíma um vikuna, og danskt, enskt og týskt úr fýra niður í 2-3 tímar um vikuna. Tað sigur seg sjálvt, at hetta avmarkar fakligu møguleikarnar. Tú kanst ikki, sum lærari, fáa tað sama burturúr, hóast tú sum best roynir. Lesiætlanir og harvið eisini próvtøkukrøv eru jú óbroytt.

Hvussu kunnu vit so sum best verja borg fakliga, kundi ein spurt. Jú, ein partur av svarinum er, at vit brúka so nógva tíð til undirvísing í skúlunum sum til ber og øvut avmarka annað virksemi sum mest. Tað hevur eisini avgerandi týdning, at skúlarnir sjálvir hava ávirkan á og avgerðarrætt til, hvørji tiltøk møguliga skulu koma inn í skúlarnar. Teir ymsu skúlarnir mugu í størri mun enn nú kunnu siga til ella frá, um teir ynskja eitthvørt tiltak í teirra skúla/flokki. Her kenna lærarar seg javnan ikki eftirspurdar. Eitt nú virksemi hjá SSP og AKT. Eingin spyr nakran stjóra ella flokslærara, um teirra flokkar hava tørv á slíkum tiltøkum. Avgerðin er tikin á hægri stað langt frammanundan. Eitt nú, um tørvur er á at nýta 4-5 skúladagar um árið í 7. flokki til SSP. Flokkar eru jú sera ymiskir, og lærarar kenna sjálvsagt teirra flokk best. Møguliga kundi tíðin verið brúkt til okkurt annað meira fakligt átrokandi. Misskil meg ikki. Evni, sum SSP tekur upp, eitt nú tryggari teldunýtsla, trivnaður, gott ungdómslív og vandar við misnýtslu av ymiskum sløgum, eru stak viðkomandi og týdningarmikil. Men slík evni hava vit altíð tikið í størsta álvara í skúlunum. Eitt nú verður evnið um rúsdrekka og rúsevni viðgjørt væl í fakunum samfelagsfrøði og lívfrøði. Og strembað verður altíð ímóti so góðum trivnaði í skúlunum sum gjørligt.

Ein fær varhuga av, at onkursvegna verður hildið, at lærarar ikki eru fakliga nóg væl fyri á nøkrum ávísum økjum. Tí er gott við fakfólki uttanífrá av og á í skúlunum so sum: løgreglu, bankafólki, prestum, námsfrøðingum, teldufrøðingum og ítróttafólki. Hetta er í mínari verð eitt vandatekin og eitt misálit á lærarar. Tað er lærarin, sum er fakfólkið, og tað er altíð hann, sum kennir næmingarnar best og viðurskiftini annars. Tí má lærarin altíð, so vítt gjørligt, kunnu siga til ella frá, um hann vil hava ávíst tiltak inn í sín flokk.

Annars bleiv eitt frálíkt tiltak í hádeildum kring landið, fyri nøkrum árum síðani, flutt úr 9. flokki niður í 8. flokk. Tað er árligi ferðsludagurin, sum RFF skipar fyri. Ein stak áhugaverdur, minniligur og gevandi dagur fyri næmingarnar, haldi eg, øll eru samd um. Orsøkin til broytingina, bleiv sagt vera, at pláss var ikki fyri degnum í 9. flokki. Hetta, haldi eg, avgjørt var ein feilur. Rætt er, at pressið ofta er nakað størri í 9. enn í 8. flokki, men ein dagur átti ikki at gjørt nakran mun av týdningi. Hesin dagur eigur at liggja í 9. flokki, tí har er hann nógv meira viðkomandi. Koyrikort, skutarar, at koyra skjótt, og at gentur møguliga fara upp í bilar hjá ungum dreingjum, sum koyra skjótt, er nógv meira viðkomandi í 9. flokki enn í 8. flokki. So, ferðsludagin aftur í 9. flokk.

Annars, so vítt gjørligt, tiltøk eftir tørvi, og ikki onkur fastlæst skipan, sum onkur myndugleiki ovarlaga hevur snikkað til og kroystir niður yvir okkum.