Tíðindi
Setið tvílæraraskipan í verk og raðfestið telduvørðin
Nú er valið av. Fólkaskúlin varð nevndur fleiri ferðir í valstríðnum, og vit hava eisini frætt, at ein partur av samráðingunum hevur snúð seg um fólkaskúlan. Hetta fegnist eg um.
Nú, tá samgonguskjalið verður skrivað, eru ynskini nógv. Soleiðis er eisini hjá okkum skúlafólkum.
Leita vit fáar vikur aftur, var dagurin hjá fólkaskúlanum beint undan valinum. Hetta var ein dagur, ið bara snúði seg um fólkaskúlan. Her fingu valevni høvi at bera teir dreymar fram, sum tey hava um skúlan og lærararnar.
Eitt, ið gekk aftur millum valevni úr øllum flokkum, var tvílæraraskipanin. Allir flokkar sóu týdningin í at seta tvílæraraskipanina í verk. Ein tvílæraraskipan er ein sparing upp á longri sikt, varð sagt á fundinum. Tí við tvílæraraskipanini verður hvør einstakur næmingur í størri mun møttur, rokkin og loftaður.
Tá verða stundir at møta næminginum, júst har, hann er. Tað veri seg fakliga, sosialt og sálarliga.
Næmingurin verður møttur, fær ta hjálpina, honum tørvar og tær avbjóðingarnar, hann hevur, verður loftaðar, so vit sleppa undan at seta aðrar skipanir í verk.
Eg vænti, at vit fara at fáa færri næmingar, ið ikki megna at koma í skúla, og vit fara at fáa færri næmingar, ið skulu vísast til stovnar, ið taka sær av næmingum, ið stríðast við ymiskt.
Lærarafelagið hevur leingi havt ynski at fáa setta skipanina í verk. Arbeiðsbólkurin, ið gjørdi tilmæli um broytingar í fólkaskúlalógini, vísti eisini á týdningin av hesum, og nú hava politisku flokkarnir somuleiðis víst á, at teir taka hetta í álvara. Tí er løtan at seta tvílæraraskipanina í verk røtt nú.
Tað er komið dátt við, at játtanin til KT-vørðin er skerd. Tørvurin á hjálp og vegleiðing frá kt-vørðinum er ikki minkað í samsvari til tímajáttanina. Hinvegin er tørvurin vaksin væl seinastu fáu árini. Tá tað kemur til teldurøkt, teldunýtslu og talgildismenning, er KT-vørðurin ein lyklapersónur í hesum arbeiði. Hann er á staðnum, hann fær hjálpt júst í tí løtu og við tí, ið tørvur er á. Hetta er sjálvsagt treytað av, at tímajáttanin verður hækkað, so hann fær gjørt tað arbeiðið. Hann skal verða tøkur til ráðgeving hjá næmingum, lærarum og leiðslum. Tað er hann best, tá hann er á staðnum.
Vit hava sæð, at KT-vørðir brúka ta játtan skúlin fær – og væl meir enn tað. Hetta má fáast í rætt lag, tí sjálvsagt skal hann fáa tímar og løn fyri alt arbeiðið, ið hann ger. Eisini síggja vit ein áhuga millum lærarar at útbúgva seg til KT-vørð, og vit síggja útbúnar KT-vørðir, sum ynskja at leggja aftrat vitanini, teir frammanundan hava. Talgildingin stendur ikki í stað, og vitlíki mennir seg sum ongantíð fyrr, og vit mugu ikki dragna afturúr.
Hvør skal lofta okkum, um KT-vørðurin ikki fær neyðugu tímarnar játtaðar? Uttan eina raðfesting av KT-vørðinum verður trupult at tryggja ábyrgdarfulla nýtslu av vitlíki í fólkaskúlanum, ábyrgdarfulla nýtslu av KT-skipanum sum heild.
Júst sum við tvílæraraskipanini, so er hendan raðfestingin ein sparing uppá longri sikt. Júst sum við tvílæraraskipanini hava vit ikki ráð at bíða við at raðfesta hetta øki.
Tað vit raðfesta í dag er grundarlagið undir tí skúla, ið vit ynskja okkum í morgin. Minnist til tað.
Onnur tíðindi
-
20.04.2026Tiltøk eftir tørvi
-
18.04.2026Nevndin í Lærarafelagnum heldur óbroytt fram
-
14.04.2026Nýggja samgonguskjalið gevur nýggjar vónir
-
26.03.2026Góði politikari, vel fólkaskúlan!
-
17.03.2026Móttøkuflokkur niðurraðfestur
-
10.03.2026Veðurlagsvirðislønin økir um áhugan fyri náttúru og umhvørvi