Tíðindi

Nýggja samgonguskjalið gevur nýggjar vónir

14.04.2026
Tað er altíð hugaligt, tá fólkaskúlin verður nevndur í samgonguskjalinum. Hesaferð verða fleiri ymisk viðurskifti nevnd. Hetta kann hava ávirkan á arbeiðið hjá lærarum runt um í skúlunum. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

Flokslæraraleikluturin hevur verið eitt av afturvendandi evnunum seinastu árini. Tað eru gjørdar ymiskar broytingar á skúlaøkinum, og tað er ongin loyna, at hesar broytingar hava havt ávirkan á arbeiðsbyrðuna hjá flokslærarum. Við at styrkja flokslæraraleiklutin og menna tvílæraraskipanina er møguleiki at betra um umsorganina fyri einstaka næminginum, samstundis sum samstarvsmøguleikarnir økjast. Hetta gevur rúmd fyri munandi betri læriumstøðum hjá næmingunum. Tó má havast í huga, at økt samstarv tekur tíð. Tá vit hava væntanir um gott og mennandi samstarv, so hevur tað týdning, at tíð verður sett av til samstarv.

Talið av næmingum, ið hava annað móðurmál enn føroyskt, økist. Alt fleiri útlendingar koma til Føroya at arbeiða. Í hesum sambandi økist talið av næmingum, sum ikki duga føroyskt. Hetta er avbjóðandi bæði hjá lærarum og næmingum. Eitt nú, tá ið fremmant mælti næmingurin ikki hevur nakað felags samskiftismál við eitt nú lærarar ella floksfelagar. Tá er tað veruliga trupult hjá øllum í flokkinum at taka væl ímóti, samstundis sum tað er trupult hjá ”nýggja” næminginum at finna seg til rættis í skúlanum. At samgongan vil styrkja undirvísingina í føroyskum sum annaðmál fer at bøta munandi um støðuna hjá fremmant mæltu næmingunum.

Eisini orðblindaøkið er raðfest í samgonguskjalinum. Orðblindalærarar gera eitt megnar arbeiði í skúlunum. Fáa teir betri umstøður at virka undir, er ongin ivi um, at hetta fer at gagna lesiveiku næmingunum munandi. Hóast góðan fakkunleika er tíðin til orðblindaarbeiðið ikki nøktandi, tí arbeiða orðblindalærarar alt ov ofta við einari stórari arbeiðsbyrðu, har tíðin ikki røkkur til tað arbeiðið, ið skal gerast. Vónandi fer raðfestingin av orðblindi at geva skúlunum munandi betri játtan til arbeiðið.

Tekin eru um, at politiska skipanin ynskir ein góðan fólkaskúla. At betra um inklusjónsmøguleikarnar, gera møguleika fyri einum breiðum læriumhvørvi, har næmingar trívast betri og læra meira. Hetta kann náast við greiðum kørmum, góðari fígging og væl útbúnum lærarum. Eru røttu umstøðurnar ikki til staðar, so er vandi fyri, at lærarar, ið frammanundan hava eina stóra arbeiðsbyrðu, verða álagdir eitt enn størri arbeiðstrýst.

Samgonguskjalið gevur stórar pedagogiskar møguleikar, men arbeiðsumstøðurnar hjá lærarum verða betri ella verri alt eftir, um orðini verða fylgd av veruligum resursum, arbeiðstíð og stuðuli.