Tíðindi

Nevndin í Lærarafelagnum heldur óbroytt fram

18.04.2026
Aðalfundurin hjá Føroya Lærarafelag verður 9.mai.

Tveir nevndarlimir standa fyri vali; teir eru Tórhallur við Gil, sum er næstformaður í Lærarafelagnum og lærari í Runavíkar komunuskúla, og Eyðbjartur S. Skaalum, skrivari í Lærarafelagnum og lærari í skúlanum á Argjahamri. Tá ið freistin at stilla upp til nevndarvalið var úti í morgun kl. 10.00, vóru teir báðir teir einastu, sum stillaðu upp til, og tí eru teir valdir í nevndina uttan nakað val.

Nevndin í Føroya Lærarafelag er Jacob Eli S. Olsen, formaður, Tórhallur við Gil, næstformaður, Jona Højsted, kassameistari, Eyðbjartur S. Skaalum, skrivari, og Bergur Samuelsen, nevndarlimur.

Á aðalfundinum skal ein 1. tiltakslimur og ein 2. tiltakslimur veljast til nevndina.

Aðalfundurin hjá Føroya Lærarafelag verður 9.mai. Tá verður ársins vinnari av Veðurlagsvirðislønini eisini avdúkaður.