Tíðindi
Flokslæraraleikluturin eigur at verða styrktur
Tað er annars ikki fyrstu ferð, at politiski myndugleikin nevnir, at flokslærarin eigur at verða styrktur. Tað er hent áður, men tað er at frøast um, at ætlanin er at bøta um nøkur viðurskifti í fólkaskúlanum, og spennandi verður at fylgja við, hvat fer at spyrjast burturúr á hesum sinni.
Tí tað er ein sannroynd, at tað stendur nógv á flokslæraranum. Tað er flokslærarin, sum saman við flokstoyminum tryggjar, at næmingarnir trívast, mennast og hava so góðar umstøður at læra, sum til ber. Flokslærarin er eisini ein lyklapersónur í samskiftinum við foreldur og í trivnaðararbeiðinum í flokkinum.
Flokslærarin hevur høvuðsábyrgdina av flokkinum og skal royna at bera so í bandi, at skúlagongdin hjá næmingunum gongur so væl sum gjørligt. Tað er ikki er nøkur einføld uppgáva.
Flokslærarauppgávan er eisini nógv broytt og er tí ikki tann sama í dag sum fyri 10-20 árum síðani. Uppgávurnar hjá flokslæraranum eru støðugt blivnar fleiri. Í dagsins skúla skal flokslærarin t.d. samskifta við nógvar ymiskar partar. Tað kann vera foreldur/avvarðandi, Sernám, barnaverndartænastur og so framvegis. Ofta skulu eisini nógv ymisk skjøl fyllast út, tá ið okkurt er á vási við onkrum næmingi. Í tílíkum førum verður sum oftast heitt á flokslærarar at fylla skjøl út og skriva frágreiðingar. Tað er tíðarkrevjandi og fer av tíð, sum frammanundan er knøpp.
Tá ið fleiri uppgávur javnt og samt verða lagdar á flokslæraran, verður hann av tí sama meira trýstur. Og tað ber heldur ikki til at áleggja flokslæraranum støðugt fleiri uppgávur uttan at tryggja honum umstøður at útinna sítt arbeiði.
Tíðin, sum flokslærarin í løtuni fær til at røkja flokslæraraarbeiðið, røkkur heilt einfalt ikki. Um politiskur vilji er til staðar broyta hetta, ber tað væl til. Gaman í kostar tað eitt sindur í krónum og oyrum, men tað eru væl útgivnir pengar. Og kanska enntá ein sparing í síðsta enda.
Í tilmælinum frá 2023, Fólkaskúlalógin – broytingar, er eitt ítøkiligt uppskot. Har verður mælt til, at flokslærarin í 1.-3.fl. fær 6 tímar fyri hvønn næming, í 4.-6. fl. 5 tímar fyri hvønn næming og 7.-9. fl. 4 tímar fyri hvønn næming.
Tað hevði verið ein góð byrjan at fylt hesum tilmælinum.
Onnur tíðindi
-
12.05.2026Tíðaravmarkað størv ávirka sálarliga arbeiðsumhvørvið
-
05.05.2026Lærarar broyta lív og skapa framtíð
-
20.04.2026Tiltøk eftir tørvi
-
18.04.2026Nevndin í Lærarafelagnum heldur óbroytt fram
-
14.04.2026Nýggja samgonguskjalið gevur nýggjar vónir
-
08.04.2026Setið tvílæraraskipan í verk og raðfestið telduvørðin