Tíðindi
Flokslærarin hevur tørv á meira tíð til arbeiðið
Nógv frávera í skúlanum kann hava stórar avleiðingar fyri næmingin – bæði fakliga og sosialt. Hon førir til, at næmingurin lættliga missir sambandið við felagsskapin, og fakliga menningin verður eisini ávirkað av hesum. Tí er tað avgerandi, at næmingar, við nógvari fráveru, skjótt verða loftaðir og fáa neyðugu hjálpina, so teir aftur megna skúlan og skúladagin.
Hvør eigur so ábyrgdina av hesum? Tað er ein felags ábyrgd millum næmingin sjálvan, heimið og skúlan. Felags fyri hesar partar er flokslærarin. Hann er toghaldarin í tí heila. Hann kennir næmingin, hann kennir heimið, og hann kennir skúlan.
Tað verður tí flokslærarin, ið verður ein týðandi leiklutur at fáa rættað skútuna á beint aftur.
Ein góð og tøtt relatión millum lærara og næming er við til at bøta um fráveruavbjóðingina. Tað er eyðsæð, at ein næmingur, sum kennir seg sæddan og hoyrdan, hevur betri hug at møta í skúla enn næmingurin, sum ikki hevur hesar kenslurnar. Men skal hetta rigga fyri allar næmingar, krevur tað, at flokslærarin hevur tíð. Tíð til at arbeiða við relatiónum til hvønn einstakan næming, flokkin sum heild, heimið og alt, sum er rundan um. Tað er júst her, at flokslærarar kenna seg sperdar. Tíðin røkkur ikki til tað, ið skal gerast.
Flokslærarin skal undirvísa, fyrireika, tryggja góðan trivnað, skipa fyri fundum, møta til fundir, samskifta við foreldur, leiðslu og sosialar myndugleikar – alt hetta, ímeðan hann skal tryggja sær, at hvør einstakur næmingur trívist og lærir.
Jú fyrr tað verður sett inn, jú fyrr hjálp verður veitt, jú størri eru sannlíkindini fyri, at tað eydnast. Men við øllum teimum uppgávunum, sum ein flokslærari í dag hevur, er tað trupult at fáa alt at hanga saman. Tíðin røkkur einfalt ikki til tað, sum ofta krevst.
Ein møgulig loysn kundi verið, at flokslærarin fekk játtaðar tveir tímar um vikuna til arbeiðið við trivnaði og fráveru. Her hugsi eg um tímar, sum eru á tímatalvuni. Hesir tímarnir skullu ikki brúkast til fyrireiking ella vanligar undirvísingaruppgávur, men til samskifti við næmingar, foreldur og sosialir myndugleikar.
Við tveimum tímum hevði flokslærarin havt betri møguleika at:
- tosa við næmingar, sum vísa fráverumynstur
- hava næmingasamrøður
- samskifta við foreldur
- samstarva við heilsufrøðingar, soslialar myndugleikar, lærarar, sum eru um flokkin og leiðslu
Hetta hevði ikki bara hjálpt teimum næmingum, sum longu hava trupulleikar, men eisini virkað fyribyrgjandi fyri allan flokkin.
Gransking vísir greitt, at relatiónin millum lærara og næming er alfa og omega, tá tað snýr seg um trivnaðin hjá einstaka næminginum. Tað er tá næmingurin kennir, at lærarin vil honum væl og hevur stundir at tosa um tað, ið er avbjóðandi og eisini tað, sum er gott, at næmingurin trívist og harvið hevur hug til skúlan. Eisini vita vit, at næmingar, sum ikki trívast og ikki hava góðar relatiónir, hava trupult við at læra.
Tað verður javnan tosað um trivnað, trivnaðarkanningar verða gjørdar, vit práta um næmingar, sum hava nógva fráveru, og loysnin er altíð, at skúlin, lærarin, skal tryggja sær, at hetta kemur í rætta legu. Men tað nyttar lítið bara at tosa. Vit mugu fáa gjørt orð til veruleika.
Tíð má setast av til flokslæraran, so flokslærarin fær arbeitt við teimum avbjóðingum, sum eru. Tí tá flokslærarin hevur tíð at síggja, lurta og stuðla – ja, tá eru sannlíkindini fyri, at hvør einstakur næmingur møtir í skúla, trívist og lærir.
Onnur tíðindi
-
03.11.2025Vegleiðingar um sálarligt arbeiðsumhvørvi
-
24.10.2025Tveir lærarar inni í sama flokki
-
17.10.2025Fyrr var tað a, á, b, d, nú er tað GPT
-
13.10.2025Hvat heldur tú um arbeiðsumstøðurnar?
-
29.09.2025AI ein avbjóðing í skúlanum
-
24.09.2025Setursskúlin er ein íløga í næmingar og lærarar