Tíðindi
Vegleiðingar um sálarligt arbeiðsumhvørvi
Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur gjørt arbeiðsumhvørvisvegleiðingar, soleiðis at tað gerst lættari hjá arbeiðsgevarum at tryggja, at arbeiðsumhvørvið er heilsuliga fult forsvarligt. Eftir at nýggja kunngerðin um sálarligt arbeiðsumhvørvi er sett í gildi, eru eisini arbeiðsumhvørvisvegleiðingar í samband við sálarliga arbeiðsumhvørvið gjørdar. Vegleiðingarnar umfata:
1. Stór arbeiðsbyrða og tíðartrýst
2. Ógreið krøv og mótstríðandi krøv
3. Høg kenslulig krøv, tá ið arbeitt verður við menniskjum
4. Niðrandi atburður, herímillum happing og kynsligur ágangur
5. Arbeiðstongdur harðskapur í arbeiðstíð
6. Arbeiðstongdur harðskapur uttan fyri arbeiðstíð
Tíverri, so er møguleiki fyri, at allar vegleiðingarnar til sálarliga arbeiðsumhvørvið eru neyðugar at hava í huga hjá skúlaleiðslum. Tað er ómetaliga ymiskt, hvørjum vit sum lærarar møta í okkara arbeiði. Hjá teimum, sum arbeiða á serdeildum, er oftari tørvur á at hugsa um niðrandi atburð og harðskap í arbeiðsdegnum, enn hjá teimum, sum ikki arbeiða á serdeild. Tó er felags fyri okkum øll, at vit arbeiða undir høgum kensluligum krøvum, tí vit arbeiða við menniskjum. Eins og hjá øðrum starvsbólkum, sum arbeiða við menniskjum, so hava vit samband við nógv ymisk fólk. Sjúkrarøktarin hevur ikki bara samband við sjúklingin, men eisini tey avvarðandi, og soleiðis er eisini á búplássum, røktarplássum og øðrum.
Lærarar hava samband við nógvar næmingar ígjøgnum ein skúladag. Hesir næmingar hava ómetaliga ymiskar umstøður. Eitt nú kunnu vera næmingar við truplum bakstøði, sálarligum ella sosialum avbjóðingum ella øðrum. Hóast umstøðurnar, so má lærarin vera kensluliga til staðar, vísa empati, tolsemi og tryggleika. Lærarin skal evna at seta mørk, samstundis, sum hann skal vera opin og stuðlandi. Afturat hesum, so er góð relatión við foreldur, eisini tá umstøðurnar kunnu vera viðkvæmar, eitt nú, um tað snýr seg um atferð ella trivnað. Tað krevur ómetaliga nógv av læraranum, um hetta samskiftið gert ósemjusamt. Afturat hesum, so kann leiðslan hava væntanir um, at lærarin er fleksibul og jaligur í sínum arbeiði. Hetta eru rímiliga høg krøv at seta læraranum, sum ofta má seta egnar kenslur til viks.
Í dagliga arbeiðinum hugsa vit ikki nógv um kensluligu krøvini, sum eru í okkara arbeiði. Vit gera okkara besta, sum oftast eydnast væl. Tó eru tað lærarar, ið gerast strongdir. Hetta er oftast av ov høgum krøvum í ov langa tíð. Vónandi fara skúlaleiðslur at taka vegleiðingarnar hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum við í leiðsluarbeiðið, soleiðis at miðað verður ímóti so góðum arbeiðsumhvørvi, sum til ber. Tað fer óivað at taka tíð at venja okkum øll við nýggju krøvini um sálarligt arbeiðsumhvørvi, men við góðum vegleiðingum, so eigur tað ikki at vera trupult at koma á mál.
Onnur tíðindi
-
27.10.2025Flokslærarin hevur tørv á meira tíð til arbeiðið
-
24.10.2025Tveir lærarar inni í sama flokki
-
17.10.2025Fyrr var tað a, á, b, d, nú er tað GPT
-
13.10.2025Hvat heldur tú um arbeiðsumstøðurnar?
-
29.09.2025AI ein avbjóðing í skúlanum
-
24.09.2025Setursskúlin er ein íløga í næmingar og lærarar