Tíðindi

Tí er rætt at broyta próvtalsstigan

11.11.2025
Gransking í Danmark í 2020, sum Dansk Erhverv hevur staðið fyri, vísir, at stigin hevur ikki verið rættvísur fyri allar bólkar í samfelagnum. Eitt nú fingu dreingir í miðal 10 % verri próvtal enn gentur, samanborið við, um talan hevði verið um ein linjueran stiga. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar.

Fyri 12 árum síðani høvdu við enn 13-tals próvtalsstigan í skúlunum, og fara vit væl longur aftur, vóru hugtøk sum UG og UG- og annað forkunnugt nýtt. Sjálvur minnist eg, at vit, sum gingu í skúla í 70- og 80-unum fingu karakterbók, har metini, í tí, sum í dag svarar til miðdeild, eitt nú vóru sera væl, væl yvir miðal og miðal. Fekk ein krevur bata, stóð ikki væl til, kann eg minnast.

Nú verður so aftur tosað um at dagføra próvtalsstigan. 7-tals próvstalsstigin kom í gildi í 2008 í Danmark, og hann kom so her hjá okkum í 2013.

Sambært Mentamálaráðnum var grundgevingin tá fyri at innføra 7-tals stigan, serliga: at hann skuldi kunna samanberast við ECTS-stigan (altjóða nýtsla). At hann varð nýttur á sama hátt í allari útbúgvingarskipanini. At hann beinleiðis skuldi siga, hvussu eitt avrik stóð mát við ásettu málini í lærugreinini. At tað var greiður munur á próvtølunum og harvið tryggari sundurskiljing (differentiering), og at eitt miðaltal kundi roknast.

Tað, sum serliga var nýtt við 7-tals stiganum, var at: færri próvtøl vóru, bara 7 í mun til 10 áðrenn, og harvið størri talmunur á ávísum próvtølum, eitt negativt próvtal varð nýtt (-3), einki undantakspróvtal (13-talið) fanst, øll próvtøl í stiganum vórðu nýtt, og at útgangstøðið fyri próvtalsgeving altíð varð próvtalið 12.

Men kritiskar røddir hava mangan verið at hoyrt um stigan. Víst hevur verið á, at botnurin er sera lágur, har -03 er lægsta metið, og annar vansi er, at lopini í stiganum eru ov stór, serliga frá 4 til 7 og 7 til 10.

Men aðrir veikleikar hava eisini víst seg við 7-talsstiganum. Gransking í Danmark í 2020, sum Dansk Erhverv hevur staðið fyri, vísir, at stigin ikki hevur verið rættvísur fyri allar bólkar í samfelagnum. Eitt nú fingu dreingir í miðal 10 % verri próvtal enn gentur, samanborið við, um talan hevði verið um ein linjueran stiga, t.v.s., stiga við metunum 1-2-3-4-5-6-7, har dreingirnar bert høvdu ligið 5 % aftan fyri genturnar. Sama gjørdi seg galdandi við etniskum dønum í mun ikki etniskar danir. Teir lógu 24 % aftan fyri etniskar danir. Í linjuerari skipan høvdu teir ligið um 12 % aftanfyri. Granskingin vísti sama trupulleika, tá hugt var at hægri útbúgvingum og ófaklærdum annars. Skipanin dømdi ikki rætt.

Nú kemur so danska stjórnin við uppskoti um nýggjan próvtalsstiga, sum hevur 8 stig. Hann skal byrja á 0 og heldur fram við 1, 2, 4, 6, 8, 10 og endar á 12. Tó ber til at fáa eina stjørnu á 12-talið fyri serliga gott avrik, hóast tað ikki sæst aftur í miðaltalinum.

Ein vansi við núverandi stiga eru tey stóru lopini, ið stundum gera tað trupult at flyta seg frá einum meti til tað næsta. Tí verður nú lagt upp til at strika metið 7 og í staðin innføra metini 6 og 8. Metið -03 verður eisini tikið burtur. Men markið fyri at standa eina roynd verður sum áður 02.

Ætlanin er, sum sagt, at hava møguleikan fyri at løna einum serliga góðum avriki, við einari sonevndari stjørnu aftrat 12-talinum. Her kundi møguliga verið rættari við einum 13-tali, men orsøkin til, at tað ikki verður givið hægri met enn 12, er, at so kann tann nýggi 8-tals stigin framhaldandi samanberast við altjóða próvtalsstigar.

Men, sum skilst, skal nýggi 8-talsstigin ikki koma í gildi í Danmark fyrr enn skúlaárið 2030/31. Orsøkin er m.a., at nýggjar kt-skipanir skulu mennast í allari útbúgvingarskipanini. Tað er umfatandi og tekur tíð. Vit koma so helst aftaná einaferð.

Men yvirskipað. Talan er avgjørt um broytingar til tað betra. Tí er rætt at broyta próvtalsstigan, hóast tað fer at taka sína tíð at fáa hetta framt.