Tíðindi
Jólakortini eru meir enn bara ein heilsan
“Týsdagin fara okur at skriva jólakort,” segði eg inni í flokshølinum í 5.b, har eg sjálvur eri flokslærari.
“Áh! Er tað hitt tingið, tá mann skal slikka hatta lítla pappírið, sum skal klistrast á hitt?” svaraði ein næmingur mær snerkjandi.
“Ja, tað er tá mann skal sleikja frímerkið, sum skal klistrast á brævbjálvan.”
Hvat er eitt jólakort? Hvat er eitt frímerki? Hvat er ein brævbjálvi? Hetta eru ókend hugtøk fyri næmingarnar, tí teir eru allir vaksnir upp við skíggjum og heilsanum á sosialu miðlunum.
Hvussu kann hetta samlað gleða so nógv?
Afturmeldingarnar frá í fjør vístu greitt, hvussu týdningarmikið tað er at loyva børnum at senda jólakort. Ommur, abbar, foreldur, systkin, vinir, grannar og onnur blivu ovurfegin, tá tey funnu eitt jólakort í postkassanum.
Hetta er eitt av teimum heilt góðu átøkunum, sum vit lærarar eiga at gleðast um. Tí tað er nógvur lærdómur í júst tí at sita og hugsavna seg um at skriva eitt jólakort. Meira lærdómur enn mann gevur sær far um.
Vit steðga á og hugsa um tey, vit eru góð við og hví, vit eru góð við tey. Vit loyva næmingum at seta orð á kenslur, jaligar kenslur, og tað í sær sjálvum er við til at styrkja kensluligu førleikar, lærir tey at seta orð á tað, tey eru takksom fyri og lærir tey at tora at vísa, við orðum og gerðum, at tey eru góð við onkran.
Átakið er við til at styrkja skriviførleikarnar hjá næminginum. Næmingurin má neyvt seta orð saman, sum blívur til ein setning, sum so blívur til eina heilsan við einum boðskapi – júst tí boðskapinum, sum næmingurin vil hava fram.
Fyrst verður kladdan skrivað, síðan verður rættlisið og eftir hetta verður skrivað í kortið.
Ein øðrvísi og stuttligari máti at skriva uppá, tí her er ein veruligur móttakari – ikki bara ein lærari, ið skal rætta og geva viðmerkingar.
Hetta styrkir skriviførleikan og lesiførleikan, hetta mennir sosiala og kensluliga førleikan.
Hetta er ein løta, har eitthvørt gott verður framleitt uttan at brúka av ein skýggja!
Fyriskipararnir allir – Posta, Føroyar lesa, Jóhan Mortensen og Føroya Lærarafelag, eiga stóra tøkk uppiborna fyri hetta góða átakið. Eisini listafólkini, sum gera eitt framúr arbeiði við at prýða jólakortini og frímerkini eiga eina tøkk fyri arbeiðið, ið tey gera.
Hóast næmingurin, sum lýstur varð í byrjanini, snerkti, tí hann skuldi slikka eitt frímerki, so merkti eg beinanvegin spenningin, gleðina og áhugan í 5.b, tá tey frættu, at tey aftur í ár skuldu skriva jólakort. Hetta er tí, at tað er so týdningarmikið, at vit framhaldandi sleppa at skriva jólakort.
Sum lærari er tað ein sonn fragd at sita saman við næmingunum og skriva jólakort. Ein løta, tá ein øðrvísi, góður arbeiðsfriður valdar, ein løta, har vit gleðast um at gleða onnur.
Hetta átakið mugu vit øll vera góð við og saman tryggja okkum, at tað hevur lív lagað!
Hetta er ein lítil tanki, sum gleðir mong.
Onnur tíðindi
-
09.12.2025Vit mugu væl draga somu línu, so ella so …
-
08.12.2025Skuldi floksstøddin ikki lækka til 22 næmingar?
-
01.12.2025Jólahugni týdning fyri trivnaðin
-
17.11.2025Flokslærarin – stór ábyrgd krevur góðar umstøður
-
11.11.2025Tí er rætt at broyta próvtalsstigan
-
03.11.2025Vegleiðingar um sálarligt arbeiðsumhvørvi