Tíðindi
Flokslærarin – stór ábyrgd krevur góðar umstøður
Í grein 3 í kunngerðini um flokslæraran er m.a. ásett at:
Flokslærarin hevur ábyrgdina av at samskipa floksins arbeiði og taka hond um trivnaðin hjá einstaka næminginum.
Stk. 2. Flokslærarin er umboðsfólk floksins í samskiftinum og samstarvinum við leiðslu og lærarar.
Stk. 3. Flokslærarin skal í samráð við leiðsluna skipa samarbeiðið millum skúla og heim.
Hetta, sum verður nevnt omanfyri, er ikki nøkur løtt og einføld uppgáva. Tað er heldur ikki eitt arbeiði, sum nakrantíð verður liðugt. At arbeiða við t.d trivnaðinum er ikki løtuverk. Tað er eitt áhaldandi arbeiði, har flokslærarin saman við flokstoyminum roynir at tryggja, at allir næmingarnir trívast í skúlanum. Og tað er ikki bara lætt.
Næmingarnir eru sjálvandi ymiskir og hava ymiskan tørv, og umstøðurnar kring næmingin kunnu av øllum møguligum orsøkum brádliga broytast. Í øllum hesum skiftandi umstøðum hevur flokslærarin ábyrgdina av, at næmingarnir trívast í skúlanum. Tað er ikki hissini ábyrgd. Og havandi í huga, at skipanin í fólkaskúlanum loyvir 26 næmingum í næstan øllum flokkum, er ikki trupult at koma fram til, at flokslærarauppgávan er bæði stór og krevjandi.
Ein annar táttur, sum verður nevndur í grein 3, stk 3., er samarbeiðið millum skúla og heim. Hesin parturin er eisini týdningankarmikil og krevur miðvíst arbeiði. Flokslærarin skal støðugt tryggja sær, at samskiftið og samstarvið við heimið er í tryggari legu. Tað snýr seg ikki bara um foreldrafundir og foreldraviðtalur, tá ið tað er á skránni, men so sanniliga eisini tað dagliga samskiftið og samstarvið. Tað er ein natúrligur partur av flokslærarauppgávuni, sum flokslærarin alla tíðina má taka sær av. Hesin parturin av arbeiðnum er ikki minkaður seinastu árini. Heldur tvørturímóti.
Tí skuldi tað verið so sjálvsagt, at avvarðandi myndugleikar untu flokslæraranum sømilig kor. Tað merkir t.d., at flokslærarin má hava neyðugu tíðina til at røkja hesar partar av sínum arbeiði. Kunngerðin um flokslæraran ásetur greitt, hvat arbeiði flokslærarin skal gera, og so mugu umstøðurnar vera til staðar, soleiðis at flokslærarin kann gera, sum lógarásett er. Tað ber ikki til bæði at blása og hava mjøl í munninum.
Onnur tíðindi
-
07.01.2026Útbúnir lærarar skapa ein góðan skúla
-
09.12.2025Vit mugu væl draga somu línu, so ella so …
-
08.12.2025Skuldi floksstøddin ikki lækka til 22 næmingar?
-
01.12.2025Jólahugni týdning fyri trivnaðin
-
25.11.2025Jólakortini eru meir enn bara ein heilsan
-
11.11.2025Tí er rætt at broyta próvtalsstigan