Tíðindi
Vit mugu væl draga somu línu, so ella so …
Til viðgerðar vóru serliga sáttmálasamráðingarnar, sum eru fyri stavn, og sálarliga arbeiðsumhvørvið.
Greitt bleiv eitt nú frá, hvørja støðu Lærarafelagið er í nú, áðrenn samráðingarnar byrja, og hvat vit eru uppi ímóti. Fólk fingu eisini høvi at viðmerkja, hvørji evni tey hildu skuldu raðfestast høgt til samráðingarnar.
Í sambandi við orðaskiftið um sálarliga arbeiðsumhvørvið vóru tríggir áhugaverdir fyrilestrar á skránni. Annika H. Davidsen segði frá um støðuna í fólkaskúlanum út frá stóru kanningini “Arbeiði og tú” frá 2021. Hendan kanningin hevði til endamáls at kanna arbeiðsumhvørvið hjá øllum føroyingum eldri enn 18 ár.
Heri Joensen frá Lóðri tosaði m.a. um týdningin av kanningum, og eisini um at tær verða gjørdar rætt.
Anna A. Andersen frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum hugleiddi serliga um arbeiðsplássmetingar, og hvussu tær kunnu verða gjørdar.
Í sínari framløgu kom Annika H. Davidsen m.a. inn á viðurskifti hjá fólkaskúlalærarum, tá talan er um arbeiðsmarknaðin annars. 289 lærarar høvdu svarað í kanningini. Hon samanbar trý viðurskifti: Arbeiðsferð, arbeiðsgongd og kenslulig krøv. Í báðum teimum fyrru liggja lærarar á nakað sama støði sum øll hini, men kensluligu krøvini eru nógv størri hjá lærarum. Áhugavert, at hetta verður dokumenterað, hóast tað neyvan kemur óvart á nakran. Vit arbeiða jú við menniskjum burturav, har vit støðugt samskifta og standa til svars yvir fyri næmingum, foreldrum, starvsfeløgum, leiðslum og stovnum, har alt bara skal glíða og virka væl til allar síðir. Tað eru nógvir snávingarsteinar, sum spøkja og kunnu gera støðuna trupla hjá sjálvt tí besta læraranum. Støðugt oftari hoyrist eitt nú um hendingar, har næmingar eru serlig avbjóðandi, sparka og sláa, umframt at sera ógvisligur málburður verður nýttur.
Kanningin vísir, at áttandi hvør lærari er útsettur fyri harðskapi í arbeiðnum. Fimti hvør upplivir happing á arbeiðsplássinum. Og triði hvør lærari er eisini úti fyri hóttanum. Hetta eru ræðandi tøl, sum áttu at fingið allar avvarðandi partar at rakna við.
Annika H. Davidsen hevði nøkur yvirskipað boð uppá, hvat kann gerast við trupulleikan. Tað má altíð vera samsvar ímillum krøv og arbeiðsorku. Allur harðskapur má handfarast rætt, skipast og skjalfestast, so hann kann verða fylgdur upp. Her hava serliga álitisfólk, trygdarumboð og leiðslur stóra ábyrgd.
Heri Joensen frá Lóðri kom serliga inn á gransking, sum vísti, at sálarliga arbeiðsumhvørvið hevur stóra ávirkan á motivatión og loyalitet hjá starvsfólki. Jú minni starvsfólk kenna seg happað ella strongt, jú betur møta tey upp. Og færri sjúkradagar merkir sjálvsagt, at vikarpuljan røkkur longri. Her eru heilt stórar upphæddir at spara, um rætt verður borið at, vísti Heri Joensen á. Annars segði hann eisini, at tá ið kanningar verða gjørdar, er best, at so nógvir avvarðandi partar á økinum eru við í kanningini sum gjørligt. Tað nyttar helst lítið, at skúlar av sínum eintingum gera egnar kanningar. Tað kann skjótt tulkast sum okkurt slag av grenji av mótpartinum. Myndugleikarnir og tað almenna mugu eisini vera við í slíkari kanning.
Annars var tað serliga við álitisfólkaskeiðnum hesaferð, at skeiðið ikki bert var fyri álitisfólk. Felagið hevði eisini bjóðað umboðum fyri Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Undirvísingarstýrið, Námsvísindadeildini, Námi umframt øllum skúlaleiðslum landsins við. Tað sýntist at vera væl móttikið. Gott soleiðis at tosa við hvønn annan, heldur enn um hvønn annað. Vit vilja øll skúlanum tað besta og mugu væl draga somu línu, so ella so, um tað stundum kennist nakað knortlut.
Onnur tíðindi
-
07.01.2026Útbúnir lærarar skapa ein góðan skúla
-
08.12.2025Skuldi floksstøddin ikki lækka til 22 næmingar?
-
01.12.2025Jólahugni týdning fyri trivnaðin
-
25.11.2025Jólakortini eru meir enn bara ein heilsan
-
17.11.2025Flokslærarin – stór ábyrgd krevur góðar umstøður
-
11.11.2025Tí er rætt at broyta próvtalsstigan