Tíðindi

Jólahugni týdning fyri trivnaðin

01.12.2025
Slíkar løtur, har øll kunnu luttaka á jøvnum føti, uttan mun til støðisførleikar, hevur stóra ávirkan á trivnaðin hjá einstaka næminginum, samstundis, sum hetta styrkir samanhaldið í flokkinum. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelag, skrivar.

Jólamánaðurin gevur okkum møguleika at skapa nakað serligt í skúlanum. Hetta eru løtur, ið kunnu styrkja trivnað og samanhald.

Tað eru fleiri fyrimunir við at brúka tíð upp á jólapynt og jólahugna saman við næmingunum. Tá næmingar og lærarar gera okkurt saman, sum ikki er beinleiðis bundið at skúlaarbeiði, skapa tey felags minnir. Hetta gevur eina kenslu av at hoyra til og at vera partur av einum felagsskapi. At pynta saman krevur samskifti og samstarv, samstundis, sum næmingarnir deila hugskot, hjálpa hvørjum øðrum og arbeiða í bólkum. Hetta styrkir sosialar førleikar og lærir tey at virða ymiskar meiningar.

Í jólahugna eru øll við á jøvnum føti. Her eru møguleikar hjá bæði sterkum og veikum næmingum at finna sítt pláss. Hetta minkar um kensluna av kapping og styrkir kensluna av samanhaldi. Tá næmingar uppliva hugnaligar løtur saman, knýta teir jaligar kenslur at skúlanum og flokkinum. Hetta kann økja trivnaðin og tryggleikan.

At prýða floksstovuna til jóla gevur næmingunum møguleika at brúka hugflogið og skapandi evnini. Samstundis gevur tað næmingunum møguleika at skapa okkurt sjálv, velja litir, formar og snið. Hetta fremur hugflog og sjálvstøðuga hugsan, samstundis, sum hetta styrkir samstarvsevnini, tí tað eru óivað nógvar ymiskar loysnir og ynskir um, hvussu stovan skal prýðast.

At hugna um og prýða skúlastovuna nýtist ikki at vera uttan faklig endamál. Ofta verður hugsað, at slíkar løtur eru uttan skúlafaklig mál. Soleiðis nýtist tað ikki at vera. Støddfrøðiliga kann arbeiðast við mynstrum og samskapi og symetri. Í náttúru og tøkni kann arbeiðast við at velja tilfar og tosa um haldføri. Óivað eru nógv onnur fak, ið kunnu knýtast at slíkum løtum í skúlunum.

Tað hevur stóran týdning fyri okkum øll, at vit trívast, har vit eru. Slíkar løtur, har øll kunnu luttaka á jøvnum føti, uttan mun til støðisførleikar, hevur stóra ávirkan á trivnaðin hjá einstaka næminginum, samstundis, sum hetta styrkir samanhaldið í flokkinum.

Stuttligar og hugnaligar løtur í skúlanum minka um strongd og skapa eitt jaligt huglag í skúlastovuni. Samstundis hava slíkar løtur jaliga ávirkan á sálarliga arbeiðsumhvørvið -bæði hjá næmingum og lærarum. Tí hóast tað kann gerast rokaligt og óskipað í løtum, tá vit klippa og líma, so er tað tað at vera saman á henda hátt, sum gevur okkum møguleika at skapa bond, sum ikki verða skapað í vanligu undirvísingini. Her gerst møguleiki at síggja sosialar og skapandi førleikar hvør hjá øðrum. Vónandi hava lærarar og næmingar kring landið hugnað sær við kreativum arbeiði, nú jólamánaðurin so brádliga kom. Tí jólahugni er ikki bara hugni, tað er ein íløga í trivnað, samanhald og læring.