Tíðindi/Greinar

14.12.2021

Terminsroyndir - nær og hvussu?

Hvørjir fyrimunir og vansar eru við, at 7. flokkur fer til terminsroynd eins og 8. og 9. flokkur. Bergur Samuelsen, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Í hesum døgum sita flestu næmingar í 8., 9. og 10. flokki við royndarborðið. Eru til skrivliga terminsroynd ella jólaroynd, sum vit plaga at kalla tað. Men fleiri og fleiri í 7. flokki gera tað sama. 7. flokkur er jú blivin ein partur av hádeild í dag.

Siti júst nú sjálvur hendan týsdag á vakt hjá næmingum, sum kýta seg í enskum. Máluppgávan var í morgun, og tey seinastu verða liðug við stílin um 1 tíma ella so. Fleiri er longu farin, so, fái møguliga tíð at skriva nakrar reglur, hóast næmingarnir javnan spyrja. Annars áhugavert at eygleiða eygnabrá og kropsburð hjá næmingunum. Summi spent og ágrýtin. Ja, nærum siðursæl, tí tey hava nógv upp á hjarta og díkja á telduna. Onnur eru meira mótfallin og heldur uppgevandi. Og uppaftur onnur eru hugsunarsom ella sita burtur í øðrum heimi. Tað vil so vera, tá tú samlar yvir 300 næmingar soleiðis.     

Sum skilst gerst tað alt meira vanligt, at 7. flokkarnir fara til terminsroyndir eins og eldru flokkarnir. Tó er tað enn ymiskt, hvussu nógv teir ymsu skúlarnir gera burturúr. Á okkara skúla, Skúlanum á Fløtum, fara næmingar í 7. flokki til terminsroynd á jólum, páskum og við skúlaárslok, á jøvnum føti við 8. og 9. flokk. Hetta er annað árið, at teir fara tað. T.v.s., í føroyskari, danskari og enskari máluppgávu (90 minuttir), umframt í stíli (3 til 3,5 tíma) í somu fakum. Støddfrøði, greiðslu- og fimisrokning, er eisini tað sama sum hjá 8. og 9. flokki.

Spurningurin er so, hvørjir fyrimunir og vansar eru so við, at 7. flokkur fer til terminsroynd eins og 8. og 9.

 Ja, fyrimunirnir eru eitt nú, at næminganir fáa roynt seg av, teir fáa neyvt innlit í, hvat krevst av teimum í 8. og 9. Teir fáa met í øllum royndarfakunum og vita tískil betur enn áður, hvar teir flóta fakliga. Teir duga tað tekniska væl (WISEflow o.a.), áðrenn teir koma í 8. Um teir hava verið til terminsroynd, hevur tú sum lærari væl betri grundarlag at geva næmingunum støðumet/karakterblað, sum teir vanliga fáa á jólum, páskum og við skúlaársenda.

Annar fyrimunur er, at næmingarnir, í staðin fyri at brúka fleiri vikur til skemafría undirvísing við skúlaársenda, fara til skrivliga ársroynd. Tað hevur stundum verið avbjóðandi fyri fleiri lærarar at givið 7. flokki passaligar avbjóðingar, áðrenn skúlaársenda. Her kann ein terminsroynd vera ein partur av loysnini.

Men vansar eru sjálvandi eisini. Fleiri royndir merkir eisini meira arbeiði fyri okkum lærarar. Uppgávusmiðir mugu setast at gera uppgávur á WISEflow, og slíkar uppgávur kunnu taka nógvar tímar. Hetta má sjálvsagt lønast samsvarandi. Helst standa í ársverkinum ella fáa tímaløn samsvarandi.

Ein møguligur vansi fyri næmingarnar er eisini, at tað skjótt kann verða ein ov stórur biti fyri summar næmingar í 7. flokki at sita pinnastillir í út við 6 tímar og skriva ella rokna uttan hjálp frá lærara. Tað einasta, teir hava at hella seg til, er tilfarið, sum teir hava loyvi at nýta. Og tað er nógv tilfar nú á døgum. Internetið er altíð opið undir royndini, og allir hjálparmiðlar eru loyvdir (burtursæð frá roknimaskinu í fimisrokning). Hetta merkir, at tey kunnu leita sær vitan á netinum, umframt at tey kunnu hava lærubøkur, gamlar uppgávur, frymlar og annað við til royndina. Men duga tey at umsita og gagnnýta alt hetta tilfarið, er ein góður spurningur. Og so er tað at sita í stórari ítróttarhøll saman við eini 360 næmingum. Vit hava 15 flokkar á 24 næmingar í hádeild á SáF. Hetta kann kennast meira og minni ræðandi fyri summi. Og hava tey tekniska førleikan?

Her mugu vit sum skúli og lærarar gera, tað vit kunnu, fyri at tað skal eydnast hjá næmingunum. Eitt nú mugu vit kunna og vegleiða væl og virðiliga áðrenn royndina og eisini lata næmingar við serligum tørvi hava høli fyri seg og geva teimum eyka tíð um neyðugt.

Annar áhugaverdur spurningur kundi annars verið, um tíðin ikki er komin til at terminsroynd í 7. flokki onkursvegna kundi avloyst landsroyndina í 6. flokki? Sjálvsagt við tillagingum. Men tað kann viðgerast í aðrari grein.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni