Tíðindi/Greinar
30.04.2025
Í vikuskiftinum hittust vit aftur á Hotel Føroyum á aðalfundi hjá Føroya Lærarafelags.
Væl av lærarum vóru komnir saman við somu endamálum. At frætta, hvat rørir seg í felagnum, og hoyra, hvat er farið fram seinasta árið, og fyri at hitta lærarar úr øðrum skúlum.
Tað gleðir meg sum nevndarlim at síggja, at tað leggjast lærarar aftrat aðalfundinum hvørt ár. Tað sigur mær, at lærarar leggja í felagið, arbeiðið og arbeiðsumstøður sínar. Hetta mugu vit fegnast um.
Hetta er eisini eitt gott høvi hjá limunum at seta seg í samband við nevndina, at geva sína meining til kennar – bæði tað, ið tey meta kann gerast øðrvísi og eisini tað, ið er gott.
Vit mugu eisini minnast til, at tað er á aðalfundinum, at tær størstu avgerðirnar verða tiknar, og tað er samstundis eisini har, at limirnir, sum sagt, kunnu koma við sínum hugsanum um, hvat átti at blivið gjørt og ikki gjørt komandi árini. Tískil er tað gleðiligt, at tað leggjast limir aftrat, sum møta til fundin.
Vit sum nevnd skulu arbeiða fyri tykkum og umboða tykkum, tað er greitt lýst í endamálsorðingini.
§ 1. Endamál Føroya Lærarafelags er at røkja starvsligu, lønarligu og uppalingarligu áhugamálini hjá fólkaskúlalærarum í Føroyum, at styrkja og stimbra samanhaldið, at arbeiða fyri menning fólkaskúlans og at fremja vælskipaðan skúlaskap á kristnum grundarlagi í Føroyum.
Júst við hesum í huga varð skráin fyri fundin løgd. Ein góð og innihaldsrík skrá.
Burtur úr rúgvuni kann nevnast, at formaðurin í íslenska lærarafelagnum – Kennarasamband Íslands – var við og bar fram eina heilsan frá starvssystrum og brøðrum úr Íslandi. Hann greiddi frá truplum støðum, har tey vórðu noydd at fara í verkfall eitt nú fyri at fáa betri løn.
Eisini vóru umboð frá Læraraskúlanum, Hans Harryson og Frida Poulsen, á gátt og greiddu frá eftirútbúgvingum til lærarar. Gleðiligt og tiltrongt, at vit lærarar faá møguleika til hetta. Vit hava øll tørv á at “dagføra” okkum við jøvnum millumbilum. Vit vita eisini, at skúlin og næmingarnir alla tíðina broytast, tískil mugu vit hava lærarar, sum eru útbúnir til ta arbeiðsuppgávu, ið hoyrir til.
Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags hesaferð varð latin Skúlanum við Løgmannabreyt. Tað, at vit sum fakfelag lata eina veðurlagsvirðisløn skulu vit vera stolt av. Vit vita, hvørja ábyrgd, vit sum lærarar hava, tá tað kemur til at upplýsa og uppala komandi ættarliðini; tískil hevur virðislønin stóran týdning, so sjóneykan verður sett á avbjóðingarnar, ið eru veðurlagnum viðvíkjandi. Men tað eru tit lærarar, sum eiga ein tøkk fyri tað arbeiði, tit gera hvør í sínum lagi í skúlunum. Hetta er eitt høvi at vísa á tað arbeiði, ið verður gjørt og er við til at kveikja aðrar lærarar í øðrum skúlum, so tað framyvir verða enn fleiri, ið taka lut í hesum arbeiði.
Á fundinum var eisini ein heldur sorgblíð løta. Hetta var seinasti fundurin hjá Niels Jákup Thomsen, stjóra á Bókadeild Føroya Lærarafelags. Hann er vorðin ein ímynd av Bókadeildini. Hann valdi at takka fyri seg og fara frá vegna aldur. Fyri drúgva og ikki minst trúgva arbeiðið hansara varð hann heiðraður við heiðursskjali, gullnál og standandi lógvabrestum. Væl uppiborðið, tí í hansara langa arbeiðslívi á Bókadeildini hevur hann verið við at gleða mangt smábarn, barn og tannáring við nógvu, góðu útgávunum, hann, saman við starvsfólkunum á Bókadeildini og bókmentaligu nevndini hevur staðið fyri. Tøkk fái hann fyri tað!
Tað at hava møguleikan at hittast á aðalfundinum er ein sonn fragd, tí tað er altíð ein góður dagur. Tað er altíð gott at hitta fyrrverandi floksfelagar, fyrrverandi lærarar – ja, allar lærarar og frætta, hvat tey takast við, og hvussu tey hava tað í heimsins mest týdningarmikla yrki.
Takk fyri ein góðan aðalfund og takk fyri eina góða veitslu. Síggjast á aðalfundinum næsta ár.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan