Tíðindi/Greinar

10.06.2024

Tímajáttanin er tódnað

Aftur í ár er tað trupult hjá teimum, sum eru í tíðaravmarkaðum starvi. Flestu skúlarnir kring landið hava fingið eina lægri tímajáttan. Hetta ger, at lærarar verða bodnir at fara í niðursetta tíð, ímeðan aðrir verða loystir úr starvi orsakað av lækkaðu tímajáttanini. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

Lærarar, ið arbeiða í tíðaravmarkaðum starvi, hava tað altíð trupult hesa tíðina á skúlaárinum. Tey eru stúrin um egin arbeiðsviðurskifti, samstundis sum tey skulu arbeiða í hesum óvissu umstøðunum. Tað ávirkar huglagið, tá vit eru stúrin um eitthvørt, og soleiðis hava teir lærarar, ið eru í tíðaravmarkaðum starvi tað í hesum døgum.

Lærarin ger sítt til at hava gott samband við teir næmingar, ið eru í skúlanum, samstundis sum lærarin leggur seg eftir at hava gott samstarv við heimini hjá næmingunum. Tí kann tað gerast kensluborið at undirvísa næmingum, sum tú ikki veitst, um tú hittir aftur eftir summarfrítíðina.

At lærarar eru í skúlanum, sum stúra, ávirkar arbeiðsplássið sum heild. Tað er eins og ein øðrvísi, ótryggur dámur leggur seg á arbeiðsplássið.

Samstundis sum ynski er, at skúlin skal arbeiða fjølbroytt, styrkja næmingar, ið hava avbjóðingar av ymiskum slag, taka væl ímóti næmingum, ið ikki skilja føroyskt, arbeiða eftir námsætlan, styðja og styrkja einstaka næmingin í persónligu menningini í góðum samstarvi við heimini, so verður tímajáttanin til fólkaskúlan skerd. Skilji tann, ið skilja vil.

Nú Skúlanet so smátt er farið at virka, er játtanin til KT-økið í skúlanum skert munandi. Heldur enn at halda tímajáttanina, soleiðis at tað gerst møguligt hjá skúlaleiðslum at bøta um skúlaviðurskiftini hjá næmingum ella flokkum, har hesir tímar høvdu gjørt góðan mun, so er játtanin skerd. Tankin er, at nú Skúlanet er farið at virka, so er ikki tørvur á tímunum úti í skúlunum, tí ein partur av arbeiðsuppgávunum, sum hava verið hjá KT-vørðunum er nú á Skúlanetinum.

Hesa tíðina á árinum hevur tað altíð verið ørkymlandi hjá lærarum í tíðaravmarkaðum starvi. Í ár er støðan serliga trupul, tí játtanin er lækkað so mikið nógv, at í summum førum eru lærarar í føstum starvi farnir niður í tíð ella eru sagdir úr starvi. Tí er tað eitt serliga trupult ár hjá lærarum í tíðaravmarkaðu størvunum, tí hesi størv fækka munandi til komandi skúlaár. Vónandi fer skúlamyndugleikin at skilja, at hetta er ikki ein gongd leið, um vit vilja hava ein góðan fólkaskúla.

Vónandi verður hetta ikki ein trupulleiki til komandi skúlaár. Eg vóni so innarliga, at tímajáttanin verður hækkað, so allir lærarar fáa møguleika at arbeiða fjølbroytt, styrkja næmingarnar, hava stundir til gott, gevandi foreldrasamstarv og við tí kunnu tryggja og menna fólkaskúlan. Við tí kunnu vit eisini varðveita lærarar á skúlunum og seta enn fleiri lærarar í starv – vónandi í fast starv.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni