Tíðindi/Greinar
17.06.2025
Skúlaárið er av álvara farið at halla. Grund- og miðdeild hava skemafríar dagar, har nógv ymiskt er á skránni, ið ofta ikki er gjørligt aðrar tíðir á árinum. Tað kann eitt nú vera dagsvitjanir, setursskúlar ella ymisk hugdýping í størri og minni mun. Sjón fyri søgn, at stór orka verður løgd í, og børnunum dámar tað væl.
Í hádeild er sum kunnugt próvtøku- og ársroyndartíð við øllum tí, sum hartil hoyrir. At 8. og partvís eisini 7. flokkur sleppa at royna seg av við bæði skrivligum og munnligum royndum hevur stóran týdning. Tað er her, at tey, ikki minst í tí munnliga partinum, kunnu finna út av og skilja, hvat munnlig roynd er fyri nakað. Her kunnu tey, at kalla vandaleyst, royna seg av og møguliga snáva, uttan stórvegis fylgir, áðrenn tað veruliga ger seg galdandi árið eftir.
Øðrvísi er sjálvsagt við 9. og 10 flokki. Har eru fastar mannagongdir niðurfeldar í námsætlanum, hvussu próvtøkan fer fram í teimum ymisku lærugreinunum. Eitt, sum tó kann undra, er, at próvtøkuhættirnir eru so ymiskir frá einari lærugrein til aðra. Serliga í munnligum, men eisini eitt sindur í tí skrivliga. Ensk skrivlig framseting hevur bara tríggjar tímar, ímeðan føroyskt og danskt fáa hálvanfjórða tíma. Hetta sýnist bæði margháttligt og ikki heilt rættvíst. Havi hoyrt, at grundgevingin er, at í og við, at enskt er okkara triðja mál, eru krøvini eisini tað minni, og tí er ikki neyðugt við eins nógvari tíð. Til tað er at siga, at nógvir næmingar duga í minsta lagi líka væl enskt sum danskt og kunnu tí oftast orða seg minst líka væl á enskum, ella betur. Hví so avmarka næmingarnar bert í enskum? Sjálvsagt skulu málfakini hava líka langa tíð.
Í tí munnliga partinum hevur lærarin oftast tveir hættir at velja ímillum. Próvtøkuhátt A ella B. Flestu skúlaleiðslur ynskja tó, sum skilst, at ført verður upp eftir próvtøkuhátti B, so tað er ikki meira valfrítt enn so. A er ókendur tekstur, sum skal greinast og tulkast og eisini skal samanberast við kendan tekst. B er synopsuhátturin. Í enskum er tað eitt sindur øðrvísi, har næmingurin bæði skal hava framløgu av sjálvvaldum evni, umframt upplestur og siga frá við støði í próvtøkuspurningi í kendum teksti. Hví er munur á próvtøkuhættunum, kundi ein spurt.
Í kunningarfakunum er próvtøkan eins í øllum lærugreinum við einum undantaki. Í søgu og samtíð, lívfrøði, landafrøði og kristni fara tey upp í kendum teksti við 20 minuttum fyrireikingartíð, ímeðan tey í samfelagsfrøði fara upp nakað sum í enskum við framløgu av sjálvvaldum evni við støði í framløguætlan, umframt kjaki við støði í próvtøkuspurningi í kendum tilfari. Tey hava onga fyrireikingartíð. Eg spyrji aftur. Hví er próvtøkan ymisk?
Tí tað er eyðsæð, at tíð og kreftir mugu setast av til at gera synopsur og framløguætlanir. Tað er ymiskt, hvussu skúlar skipa hetta. Summir seta einar 3-4 dagar av burturav til føroyska og nakað tað sama til danska synopsu, ímeðan framløguætlanir í enskum og samfelagsfrøði verða gjørdar í tímunum sjálvum. Aðrir skúlar brúka bara føroysk- og dansktímarnar til synopsurnar, og tað tekur tí vanliga tvær vikur.
Hetta verður gjørt, hóast vit vita, at nógv av hesum arbeiði als ikki verður brúkt seinni. Tað veldst um, hvørjum tey skulu upp í. Í hesum døgum verður bert føroyska og danska synopsan brúkt, tí tey skulu upp í teimum lærugreinunum. Í enskum og samfelagsfrøði detta framløguætlanirnar burtur, tí lærugreinarnar blivu ikki trektar.
Møguliga hevði tað verið betri, at Undirvísingarstýrið framskundaði boðini um, hvørjar lærugreinar, tey skuldu upp í, eina viku ella so, so næmingarnir sluppu frá at gera synopsur ella framløguætlanir í fakum, sum tey møguliga ikki skuldu upp í. Hetta hevði gjørt endan av 9. flokki lættari, tí sum nú er, gera næmingar ofta synopsu eitt nú í donskum, sum tekur fitt av tíð frá øðrum fakum, hóast lítið er at taka av frammanundan. Hetta hóast synopsan ofta ikki verður brúkt seinni, tí tey ikki fara upp í fakinum. Skilji tí væl, at fleiri dansklærarar eru vendir aftur til próvtøkuhættin við ókendum teksti. Vert at umhugsa, hugsi eg.
Vell, tað gongur alt nokk. Summarfrítíðin er í nánd. Vit knógva helst øll um málstrikuna aftur hesaferð. Gott summar øll somul.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan