Tíðindi/Greinar
01.09.2025
Í Skúlablaðnum, sum kom út hálvan august, vóru samrøðugreinar um sálarliga arbeiðsumhvørvið. Tosað varð við umboð fyri Skúlaleiðarafelagið, Undirvísingarstýrið og Føroya Lærarafelag, nú kunngerðin um sálarligt arbeiðsumhvørvið kom í gildi 1. august 2025.
Jóhann Stenberg sigur: ”at tað kemur meiri enn so fyri, at lærari, sum tørvar hjálp, sýtir fyri at taka ímóti hjálp”. Hvør orsøkin er, kann vera trupult hjá mær at døma um. Ein sannroynd er tó, at vit hava nógvar lærarar í tíðaravmarkaðum starvi. Tíðaravmarkaða starvið ger, at arbeiðsstøðan er ótrygg, og longu í arbeiðssetanini rennur lærarin seg í fyrsta ótryggleikan. Tá talan er um sálarliga arbeiðsumhvørvið, so hevur tryggleiki ávirkan. Tá eg havi tosað við lærarar í tíðaravmarkaðum starvi, hava teir oftast kensluna av, at teir skulu vísa, hvat teir megna. Hetta viðførir, at ofta átaka teir sær tí nærum allar tær uppgávur, ið koma framvið. Hetta ger, at arbeiðsbyrðan gerst stór. Tá arbeiðsbyrðan er stór, kanska ov stór, samstundis, sum arbeiðssetanin er ótrygg, hava vit longu góðar umstøður til strongd.
Um lærari, ið leiðslur síggja stríðast, sýtir fyri at taka ímóti hjálp, eigur leiðslan at spyrja, hvør orsøkin er til, at lærarin ikki heldur seg hava tørv á hjálp. Ein møguleiki er, at tann hjálpin, sum leiðslan kann bjóða, als ikki svarar til trupulleikan. Tað hevur týdning í øllum arbeiðsumstøðum, at kenna seg væl í uppgávuni, og at møguleiki er at loysa uppgávurnar til fulnar. Hetta kann gerast trupult, um eitt nú nógv atlit eru at taka í undirvísingini. Eisini hoyra lærarar ofta leiðslur tosa um tronga tímajáttan, tí ynskja teir ikki at seta eitt nú starvsfelagar/leiðslur ella møguliga næmingar í støðuna, at annar má missa, um eg fái. Tí eigur tað at vera fremsta uppgávan hjá leiðslunum at hava gott samband við lærararnar, samstundis, sum starvsfólkasamrøður verða hildnar regluliga. Er sambandið gott, er lættari at vera opin um allar arbeiðssamanhangir, sum eru.
Tá lærari gerst sjúkur av ov tungari arbeiðsbyrðu, eigur hetta at verða boðað Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, samstundis, sum røtt hjálp eigur at verða veitt. Oftast eru samrøður við sálarfrøðing góð hjálp. Tað er ikki bara arbeiðsdagurin, sum steðgar hjá læraranum, sum verður sjúkur við strongd. Familjujulívið, lívið við frítíðarítrivi, sosiala lívið uttan fyri skúlan, bæði hjá læraranum sjálvum og hjá familjuni verða sum heild ávirkað. Lærari, ið er illa raktur av strongd, hevur trupult við einføldum gerandisuppgávum. So sum innkeypi, at gera døgurða, gera matpakka til børnini og mangt, mangt annað. Samstundis, sum lærarin er sjúkur av strongd, er samvitskan ring, bæði tá tað snýr seg um arbeiðsplássið og familjulívið. Tá er sálarfrøðiliga hjálpin kærkomin.
Røtt hjálp í rættari tíð hevði sjálvandi verið tað besta. Um hetta ikki hepnast, so átti tað at verið ein sjálvfylgja, at lærari, ið verður raktur av strongd av arbeiðsávum, fekk sálarfrøðiliga hjálp so skjótt sum til ber, fyri at koma seg á best møguligan hátt. Vónandi fer nýggja kunngerðin um sálarliga arbeiðsumhvørvið at betra um umstøðurnar á arbeiðsplássunum.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan