Tíðindi/Greinar

17.07.2025

Spyr bara læraran

Uppgávurnar hjá læraranum eru munandi broyttar seinastu árini, og tað hevur havt stóra ávirkan á arbeiðið hjá læraranum og skúlastjóranum, men sjálvt um skúladagurin er broyttur nógv, so eru neyðugar íløgur ikki gjørdar, og eingin kanning er, har lærarin er spurdur, hvussu tað gongur, fyri at fáa eina mynd av støðuni hjá honum og skúlanum sum heild. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar.

Tað verða javnan gjørdar kanningar í skúlanum, men tær taka allar útgangsstøði í at spyrja næmingarnar. Tað er gott, at næmingarnir verða spurdir um sínar umstøður, og hvussu teir klára seg fakliga, tí tað kann vera góð vitan, tá skúladagurin skal gerast betri, men vit hava onga kanning havt síðan 2013, har lærarin verður spurdur, hvørjar umstøður hann hevur, fyri at kunna skipa ein góðan skúladag fyri sínar næmingar.

Ein kanning, ið spyr læraran, og sum kundi givið okkum góða vitan um læraran og skúlastjóran, og hvat teir hugsa um skúlan, næmingarnar og umstøðurnar hjá lærarunum, er Talis-kanningin. Seinasta Talis kanning er í 2013; ein var eisini í 2009.

TALIS-kanningin hongur saman við PISA-kanningini. Í PISA-kanningini verða næmingarnir spurdir, so vit fáa innlit í teirra vitan og umstøður annars, meðan í TALIS-kanningini verða lærarar og skúlastjórar spurdir, so vit kunnu fáa innlit í vitan, hugsan og arbeiðshættir hjá lærarum og skúlastjórum. Talis-kanningin fevnir um nógv ymisk viðurskifti í skúlanum, eitt nú um tørvin hjá lærarum fyri fakligari førleikamenning og eftirútbúgving, hvørjir undirvísingarhættir verða nýttir, dagliga samstarvið í skúlanum, viðurkenning, eftirmeting og afturmeldingar til og frá skúlastjóranum og øðrum lærarum og samstarv við heimini og myndugleikar.

Skúladagurin er nógv broyttur síðan síðstu TALIS-kanningina í 2013, sum dømi eru:

* námsætlanirnar blivnar stýrandi í undirvísingini
* førleikastovurnar eru ein miðdepil í skúlanum
* nógv fleiri næmingar eru í serflokkum
* talið av næmingum við útlendskum uppruna og sum ikki kenna føroyska málið er fleirfaldað
* samskiftið við Barna- og ungdómspsykiatriina er vaksið munandi
* samfelagsfrøði er nýggj lærugrein
* meira av undirvísindartilfarinum er talgilt
* tøknin verður nógv meira nýtt sum amboð í skúladegnum
* skúlamyndugleikin hevur sett í gildi nýtslu av Skúlanetinum og Kervi+
* arbeiðstíðin hjá kt-vørðinum er skorin við eini helvt, og
* uppgávurnar hjá flokslæraranum eru fleiri og størri

Hóast allar broytingarnar í uppgávuni hjá læraranum, so er eingin kanning gjørd, sum spyr læraran og skúlastjóran hvussu gongur. Hetta hevur við sær, at tá neyðugar tillagingar skulu gerast í skúlanum, so er tað á einum veikum grundarlagi, tí røddin hjá læraranum manglar. Lærarin er útbúgvin til yrkið og er dag og dagliga í skúlanum millum børn og ung, so spyr bara læraran, hann veit.

Námsvísindadeildin átti at granskað meira í umstøðunum hjá læraranum. Avmarkaða arbeiðsorkan hjá deildini til kanningar og gransking hevur verið mest nýtt til at hyggja til næmingarnar og nakað til nýútbúnu lærararnar. Læraraútbúgvingin er ein av størstu útbúgvingunum á Setrinum, men at síggja til fær læraraútbúgvingin lægri játtan til gransking í mun til talið av lesandi á deildini, samanborið við aðrar deildir á setrinum. Læraraútbúgvingini átti at havt munandi hægri játtan til gransking í fólkaskúlanum, har hugt var bæði at næmingunum, lærarunum og skúlastjórunum.

Uppgávan og umstøðurnar hjá lærarunum í fólkaskúlanum eru munandi broyttar seinastu 10 árini, og vit mangla kanningar, har lærarin er spurdur, hvussu tað gongur hjá teimum og í skúlanum sum heild. Skúlin hevur tørv á íløgum og dagføringum; í tí arbeiðinum er mín áheitan at spyrja læraran um ráð, tí lærarin veit.

 

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni