Spurningar og svar
Trýst her fyri at senda okkum ein spurning
Hvussu nógvar tímar eigur tú sum lærari at fáa í ársætlanini, um tú fert á seturskúla í tveir dagar, tá ið sovið verður í eina nátt?
Tímarnir lærari fær fyri seturskúla verða skrásettir í virksemisætlanini soleiðis:
Seturskúli verður roknaður sum 14 tímar tvey tey fyrstu døgnini. Brotin døgn verða roknað lutfalsliga.
Ferðir, sum eru longri enn tveir dagar, verða roknaðar sum 10 tímar fyri hvørt døgnið, sum fer út um tvey døgn. Brotin døgn verða roknað lutfalsliga.
Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags
10. mars 2013
Vit hava ein lærara, sum skal í farloyvi 13/14 - 15/16. Skal hon hava løn í summarferiuni 2013?
Svar:
Innvinningartíðarskeiðið hjá lærarum í fólkaskúlanum er frá 1. august til 31. juli árið eftir. Lærari í føstum starvi, sum fer í farloyvi 1. august 2013, hevur tí rætt til løn í summarfrítíðini fram til 31. juli 2013. Tá hon kemur aftur í starv 1. august 2015, fær hon løn frá 1. august, hóast hon ikki er til arbeiðis fyrstu vikurnar í august.
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
13. juni 2013
Eg eri biðin um at koma til eina starvsfólkasamrøðu um míni viðurskifti. Eg havi ikki fingið nakra dagsskrá, men havi varhugan av, at hann ætlar at geva mær eina munnliga ávaring fyri vánaliga uppmøting. Eg segði við stjóran, at eg vildi hava álitisfólkið við á fundin, men hann segði, at tað var óneyðugt. Eg skilti á honum, at álitisfólkaskipanin í besta føri var óneyðug og í ringasta føri til stóran ampa. Hvat kann eg gera?
Svar:
Tað hevur stóran týdning fyri teg, at tú frammanundan veitst, um talan er um eina vanliga hugnaliga samrøðu við stjóran ella talan er um eina tænastliga samrøðu, sum kann enda við ávaring ella øðrum revsilíknandi tiltøkum. Um so er, at talan er um eitt revsilíknandi tiltak, eigur álitisfólkið ella hjásitari frá Lærarafelagnum at luttaka í samrøðuni við tína lið fyri at tryggja tíni áhugamál. Tú eigur tí at krevja av skúlastjóranum, at hann frammanundan kunnar teg um ætlanina við samrøðuni. Í sambandi við munnliga ávaring hevur tú rætt at hava hjásitara við tær, og tú hevur somuleiðis rætt at fáa skrivliga fráboðan frammanundan um ætlanina at geva tær ávaring. Um tú ert í iva, so vend tær til Lærarafelagið.
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
12. september 2012
Undrist eitt sindur inn á svarið, ið tú gevur til kvinnuna, ið er við barn. Tú byrjar svarið við at siga, at hon ikki hevur skyldu at boða frá. Og endar so svarið við, at hon ‘eigur’ at boða frá innan 3 mánaðir áðrenn barnsburð. Er tað ikki so, at ein hevur ‘skyldu’ at boða frá í seinasta lagi 3 mánaðir áðrenn barnsburð. Og um ein ikki yvirheldur hesa skyldu, kann arbeiðsgevarin slíta samstarvið frá tí degi, kvinnan gerst óarbeiðsfør vegna barsil? Og er tað ikki soleiðis, at tað er ólógligt hjá arbeiðsgevara at brúka upplýsingar um barsil í heildarmetingum av starvsfólki? Sera undarlig kensla eg siti við eftir at lesa, hvussu lærarafelagið pr. definitión velur at undirgrava arbeiðsgevaran sum ein lúshund, sum limir felagsins helst skulu dylja slíkar upplýsingar fyri. Munnu arbeiðsgevarafeløg eisini ráðgeva sínum limum at uppføra seg soleiðis, at teir helst ikki skulu stóla upp á arbeiðsfólkið, og helst halda allar upplýsingar um starvið loyniligar til í seinastu løtu, og til eftir at starvsfólkið hevur sagt ja og bundið seg til eina avtalu? Undarligt útgangsstøði fyri einum góðum samstarvi, og mær sera veruleikafjart ...
Viðmerkingar til viðmerkingarnar:
Spurningurin snýr seg um skylduna at boða setanarnevndini frá, tá umsøkjari er upp á vegin og søkir nýtt lærarastarv. Í sambandi við henda spurning hevur lærarin funnið út av, at hon er upp á vegin eftir, at umsóknin er latin inn. Hon er tí komin stutt í viðgongutíðini, og ávirkanin á læraraarbeiðið verður tí rættiliga avmarkað fyrstu tíðina. Fráboðanarskyldan er ein rættiliga áhugaverdur spurningur, tí javnstøðulógin og loyalitetsskyldan móti arbeiðsgevaranum skulu vigast móti hvørjum øðrum. Í “Funktionærret” árg. 2004, bls. 108, er niðurstøðan, at javnstøðulógin vinnur á loyalitetsskylduni. Upplýsingar um komandi barnsburð eiga ikki at hava ávirkan á setanina, og umsøkjari hevur ikki skyldu sjálvboðin ella eftir fyrispurningi at upplýsa um komandi barnsburð. Hetta er eisini í samsvari við ta ráðgeving flestu donsku fakfeløg geva sínum limum. Tá talan er um so langt tíðarskeið til barnsburðin sum í okkara spurningi, hevur skúlastjórin rættiliga góðar stundir at fyrireika eitt møguligt vikarstarv, og tí minkar týdningurin av upplýsingarskylduni enn meira. Veruleikin er tíverri, at kunnleikin um komandi barnsburð óbeinleiðis hevur ávirkan á nógvar avgerðir um setan eisini í Føroyum. Lærarafelagið hevur havt fleiri mál, har lærarar siga seg verða settar til viks í sambandi við setan orsakað av komandi barnsburði. Í hesum málum hava skúlaleiðarar ikki mett seg hava gjørt nakað skeivt og hava heldur ikki grundað setanaravgerðina á ein komandi barnsburð, men óbeinleiðis gerst spurningurin álíkavæl kjarnin í ónøgdini í sambandi við setanina. Tað er tí best fyri allar partar, at upplýsingar um barnsburð ikki koma fram ov tíðliga, tí tær ávirka setanartilgongdina óbeinleiðis. Mál av tílíkum slag kunnu enda í javnstøðunevndini. Tað er stórur almennur áhugi fyri teimum, og øvugta próvbyrðan kann gerast ein trupulleiki fyri leiðsluna. Eg dugi als ikki at síggja, at hetta undirgrevur viðurskiftini millum skúlastjóra og lærara. Arbeiðsgevarin hevur ikki krav upp á upplýsingarnar, og tær skulu ikki nýtast til at velja best egnaða umsøkjaran. Tí eigur arbeiðsgevarin ikki at kenna seg settan til viks, sjálvt um hann ikki hevur fingið upplýsingarnar. Hann kann í ringasta føri sleppa undan trupulleikanum við at verða ákærdur fyri at gera mismun orsakað av barnsburði. Rættartrygdin hjá kvinnum, sum eru upp á vegin, má í hesum føri setast fram um arbeiðsgevarans møguliga trupulleika við at leggja arbeiðið til rættis.
Lærarafelagið vil tí halda fast við upprunaligu støðuna, men samstundis gera vart við, at tað er ein fyritreyt fyri góðum samstarvi millum starvsfólk og leiðslu, at leiðslan fær fráboðan um barnsburð frá starvsfólki, sum er í skúlanum, í góðari tíð og í seinasta lagi innan 3 mánaðir undan barnsburði.
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
22. august 2012
Eg arbeiði í einum av teimum stóru nýggju skúlunum í Havn. Vit hava sjálvstýrandi toymi. Hetta merkir, at nógvar av leiðsluuppgávunum, sum skúlastjórin fyrr hevði, eru lagdar til okkum. Vit eru tríggir lærarar, sum arbeiða saman um tríggjar 7. flokkar. Ein av lærarunum er tíverri ofta burtur vegna sjúku, og vit hava fingið at vita frá skúlastjóranum, at vit ikki skulu koma til hansara, tá ein av okkum er burtur. Vit skulu klára tað sjálvir. Hetta merkir, at vit eru tveir lærarar til uppgávuna, sum er ætlað trimum lærarum. Hvat sigur Lærarafelagið til hetta? Eiga vit at finna okkum í tí?
Svar:
Nei, tað skulu tit ikki. Sambært fólkaskúlalógini er skúlin flokkabýttur, og hvør flokkur skal hava sín lærara. Talið á næmingum í hvørjum flokki skal, sum høvuðsregla, ikki fara upp um 24 næmingar. Talið á lærarum í toyminum skal svara til flokkatalið í toyminum. Nevndin í Lærarafelagnum hevur umrøtt spurningin fleiri ferðir, og felagið heldur fast við, at læraratalið skal svara til flokkatalið í øllum lærugreinum og tímum. Sjálvandi kunnu serligar støður taka seg upp, og læraratalið gerst ov lítið. Tað eiga tit at tola, men um so er, at tit ella skúlans leiðsla ein ella fleiri dagar frammanundan vita, at onkur ikki kann møta, so eigur eykafólk at verða kallað til toymið.
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
27. juni 2012
Eg fór í barsilsfarloyvi fyri fjúrtan døgum síðan, og fái mína vanligu løn í barsilstíðini. Eg havi nú hoyrt frá einari vinkonu, at lønin fellur burtur seinni í farloyvistíðini, og at eg tá skal fáa úr Barsilsgrunninum. Vinkonan hevur eisini sagt mær, at upphæddin minkar, tá eg fái úr Barsilsgrunninum. Er hetta rætt?
Svar:
Ja, tú hevur skilt hetta rætt. Hjá limum Lærarafelagsins er barsilsgjaldið skipað sambært tveimum ymiskum regluverkum. Løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 skipar vanligu almennu viðurskiftini um barsil og barsilsgjald, meðan sáttmálin millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag ásetur onnur viðurskifti m.a., at limir Lærarafelagsins fáa vanliga løn í størsta partinum av barsilstíðini.
Sambært løgtingslóg um Barsilsskipan er høvuðsreglan, at kvinna fær barsilsgjald 4 vikur innan barnsburð og 30 vikur eftir barnsburð. Eftir sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Lærarafelagið fáa limir felagsins vanliga løn í tilsamans 24 vikur í sambandi við barnsburð. Lógin gevur sostatt rætt til barsilsgjald í 10 vikur meira enn sáttmálin á arbeiðsmarknaðinum. Fyri at fáa gjald hesar seinastu 10 vikurnar er neyðugt, at kvinnur sjálvar søkja úr barsilsgrunninum. Høvuðsreglan í § 12 og 13 í lógini er, at barsilspeningur verður útroknaður við 100% av útrokningargrundarlagnum av miðal mánaðarligu gjaldskyldugu inntøkuni seinastu 12 mánaðirnar, tó er størsta upphæddin sett til kr. 25.000. Eftir lógini verður frítíðarløn drigin frá, og upphæddin verður tí deild við 1,12, soleiðis at hægsta nettoútgjaldið er kr. 22.321. Vanliga læraralønin er størri enn nettoútgjaldið, og umframt hetta verður 17 % inngoldið í eftirlønargjaldi. Kvinna í barsil kann sostatt hava rættiliga stóran fíggjarligan miss hesar seinastu vikurnar í barsilstíðini.
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
20. juni 2012
Eg havi eina 5 ára gamla dóttur. Hon hevur fingið eina álvarsliga sjúku, sum ger tað neyðugt at fara á Ríkissjúkrahúsið nakrar ferðir næstu tvey til trý árini. Eg havi tosað við skúlastjóran um væntaðu fráveruna. Hann sigur mær, at so vítt hann veit, havi eg ikki rætt til løn, tá ið eg fari til Danmarkar við mínum sjúka barni. Vit sita í nýggjum húsum og eru hart fyrispent fíggjarliga. Vit hava ikki ráð at missa nakað av okkara løn. Er tað veruliga rætt, sum skúlastjórin sigur um lønarmissin. Eg eri burtur umleið eina viku hvørja ferð, og tað eru eisini nógvar eykaútreiðslur, tá ið tú fert av landinum við sjúkum barni.
Svar:
Tað er rætt, sum skúlastjórin sigur. Tú hevur ikki rætt til løn, um tú ert burtur úr arbeiði í eina viku orsakað av sjúkum barni. Sambært galdandi sáttmála hevur lærari frí við løn, tá ið barn/børn hansara er/eru sjúk, tó í mesta lagi í 2 dagar hvørja ferð og í mesta lagi tilsamans 10 dagar um árið. Eigur hann fleiri enn 2 børn undir 10 ár, kann hann fáa frí upp í 20 dagar í einum skúlaári. Tú ert burtur eina viku hvørja ferð, og 2 frídagar røkka minni enn so til fráveruna.
Hetta er ikki nakar nýggjur trupulleiki hjá foreldrum, sum skulu niður á Ríkissjúkrahúsið við sjúku børnum sínum. Hetta átti fyri langari tíð síðan at verið loyst sum ein partur av sáttmálasamráðingunum við arbeiðsgevaran, men okkum kunnugt hevur onki fakfelag avtalu um hesi viðurskifti.
Foreldur eru vanliga illa fyri sálarliga, tá børnini eru sjúk. Lærarafelagið hevur í fleiri førum mælt limum sínum til at fáa sjúkraváttan upp á seg sjálvan, meðan tey eru í Danmark við sjúkum barni. Fólk hava rætt til løn undir sjúku, men bert um tey sjálv eru sjúk. Í hesum sambandi eiga limir okkara ikki at gloyma, at teir eru tryggjaðir í sambandi við álvarsliga sjúku hjá børnum. Foreldur fáa útgoldið kr 100.000, um barn teirra er sjúkt av álvarsligari sjúku. Fyri at fáa útgjaldið skal sjúkan vera á listanum frá tryggingarfelagnum. Ein listi við hesum sjúkum fæst frá Lærarafelagnum ella Betri pensjón. Mælt verður limum at venda sær til felagið, um teir hava børn við álvarsligari sjúku.
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
13. juni 2012
Eg havi søkt starv í einum nýggjum skúla komandi skúlaár. Eftir at eg læt umsóknina inn, havi eg funnið út av, at eg eri upp á vegin. Havi eg skyldu at boða frá hesum undir setanarsamrøðuni?
Svar:
Nei , tú hevur ikki skyldu at boða frá, at tú ert upp á vegin. Setanarnevndin hevur ikki rætt at spyrja teg, um tú ert upp á vegin. Upplýsingar av tílíkum slag kunnu ikki nýtast í sambandi við eina heildarmeting av tær. Um so er, at tú sjálv boðar frá, at tú ert upp á vegin, kann fráboðanin helst minka um tínar møguleikar fyri at verða sett, og tí eru ráðini frá Lærarafelagnum, at tú ikki boðar frá, at tú ert upp á vegin. Hinvegin eigur tú at boða arbeiðsgevaranum frá støðuni innan 3 mánaðir áðrenn barnsburð.
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
6. juni 2012
Eg eri farin um tey seksti, og arbeiði í einum stórum skúla. Eg eri rættiliga væl fyri í allar mátar og havi tí bæði hug og tørv á at arbeiða meira enn vanliga ásettu arbeiðstíðina, men skúlastjórin vil ikki geva mær fleiri tímar. Kann hann sýta mær hetta, tá onnur í skúlanum fáa yvirtímar hvørja viku?
Svar:
Sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag kunnu lærarar, sum eru farnir um tey seksti fáa niðurskurð í arbeiðstíðini orsakað av aldri. Hetta er ein skipan sum so at siga allir lærarar taka av. Niðurskurðurin er uml. 17 % av arbeiðstíðini, tá lærari hevur fult starv. Niðurskurðurin hevur ta avleiðing, at nógvir lærarar orka at halda fram eftir 60 ára aldur, og tað er eingin loyna, at arbeiðsgevarari okkara fegin vil tosa nærri um hesa semjuna. Á sama hátt sum tú eru einstakir lærarar so væl fyri, at teir uttan størri trupulleikar kunnu arbeiða fulla tíð og meira enn tað, men tað er lítil ivi um, at lærarar, sum eru yvir 60 ár og taka yvirtímar, eru við til at undirgrava skipanina. Mentamálaráðið hevur sum høvuðsreglu ásett, at lærarar, sum fáa aldursniðurskurð, ikki kunnu taka yvirtímar. Lærarafelagið metir ikki, at nøkur grund er til at seta seg ímóti hesi høvuðsreglu. Okkara svar til tín er tí, at tað er í lagi, at skúlastjórin sýtir fyri at geva tær yvirtímar.
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
23. mai 2012
Eg havi tey seinastu 12 árini verið búsitandi í Keypmannahavn, har eg havi lisið til lærara og tey seinastu 7 árini arbeitt á einum skúla á Frederiksberg. Eg umhugsi nú at flyta heim til Føroyar og starvast sum lærari í Havn. Hvat verður mín grundløn?
Svar:
Starvsárini í Danmark verða góðkend við flokkingina í Føroyum. Hetta merkir, at tú kemur í lønarflokk 21.4 í lønartalvuni. Lønin er kr. 26.573,91 um mánaðin. Lagt skal verða afturat, at 7 flokkingar eru í lønartalvuni, og lærari er 2 ár í hvørji flokking.
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
11. mai
Fyri 2 árum síðan fekk eg staðfest diagnosuna sclerosa. Eg havi ikki havt serligan ampa av sjúkuni síðan tá, men ongin kann siga mær, hvussu framtíðin fer at laga seg. Eg ætli mær at søkja nýtt lærarastarv. Havi eg skyldu at upplýsa um sjúkuna?
Svar:
Í lógini um starvsmenn er m.a. ásett um sjúku í § 5, stk 1, at:
Verður starvsmaður orsakað av sjúku ikki førur at gera sítt arbeiði, er hansara tænastuvanrøkt at meta sum lógligt forfall, uttan so, at starvsmaður í starvstíðini hevur verið úti eftir sjúkuni við vilja ella grovum ósketni, ella at hann við svik hevur dult, at hann hevur gingið við sjúkuni.
Tulkingin av § 5 vil vanliga hava við sær, at tú eigur at siga frá sjúku tíni, um hon kemur at hava ávirkan á starvið. Tú hevur ikki havt ampa av sjúkuni í 2 ár, og tí meti eg, at tú ikki hevur skyldu at greiða frá sjúkuni undir setanarsamrøðuni. Danskir dómar stuðla hesi tulking.
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
18. mai 2012
Eg eri ein ungur lærari sum skal giftast ein av komandi døgunum. Eg havi hoyrt, at til ber at fáa frí til slík høvi, er tað so?
Svar:
Í sambandi við brúdleyp og silvurbrúdleyp loyvir Mentamálaráðið skúlaleiðslum at geva lærarum fríloyvi við løn í mesta lagi 2 dagar til hesi høvi.
Víst verður til reglurnar frá 21. juni 2002 um nýtslu av leysum vikartímum § 1, pkt. c) til aðra stutta persónliga fráveru.
Vinaliga
Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags
27. apríl 2012
Eg eri skúlastjóri í einum størri skúla, og ein av mínum lærarum hevur 1. august verið 25 ár í starvi. Vit ætla at hátíðarhalda dagin við eini lítlari samkomu fyri lærarum og næmingum. Kann eg vegna skúlan lata eina gávu? Kommunan hevur altíð verið beinasom, luttikið í tílíkum døgum og eisini givið gávur, men hvar eru landsmyndugleikarnir?
Svar:
Spurningurin er viðkomandi, tí lærarar eru settir í starv undir landsmyndugleikunum, og tað eru tí landsmyndugleikarnir, sum eiga at gera vart við seg, tá starvsfólk hava serligar starvsdagar. Nú er tað so, at skúlastjórar vegna landsmyndugleikarnar eru settir at taka sær av flestu uppgávum landsins mótvegis lærarum, og tað er tí skúlastjórarnir, sum eiga at gera vart við serligar starvsdagar. Hetta er ein partur av starvsfólkarøktini. Fíggjarmálaráðið sendi 12. desember 2008 eitt rundskriv út um hesi viðurskiftini. Sambært rundskrivinum kann landið lata gávu til starvsfólk á 25, 30, 40 og 50 ára starvsdegi. Gávan kann vera pengaupphædd ella gáva við virðinum ávikavist 2000, 3000, 4000 og 5000 krónur. Umframt hetta kunnu starvsfólk fáa ein frídag við løn. Landið ber útreiðslurnar. Tú hevur heimild at geva gávu eftir rundskrivinum og senda Mentamálaráðnum rokningina. Kommunustýrið hevur ikki nakra beinleiðis skyldu mótvegis lærarum, men teir hava ofta sum part av trivnaðinum í skúlanum kent tað sum sína skyldu at bera kostnaðin av gávum til merkisdagar hjá lærarum.
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
27. apríl 2011
Havi fýra sjúkraváttanir. Er møguleiki fyri at fáa hesar afturrindadar? Um so er, hvør skal so gjalda?
Svar:
Um so er, at arbeiðsgevarin hevur kravt læknaváttanirnar, so eigur hann eisini at gjalda tær. Hetta er ásett í sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag og í § 5, stk 4 í Løgtingslóg um starvsmenn. Av tí at, skúlastjórar ikki hava heimild at gjalda rokningar vegna Mentamálaráðið, so eigur skúlastjórin at senda rokningarnar víðari til Mentamálaráðið. Hevur skúlastjórin ikki kravt læknaváttanirnar, so má lærarin sjálvur gjalda tær.
Vinaliga
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
30. januar 2012
Hvussu nógvar sjúkradagar kann ein lærari hava í samband við, at hann hevur sjúkt barn heima? Kann skúlastjórin krevja læknaváttan eftir 2. sjúkradag?
Svar:
Í sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag er ásett í § 9, stk 4, at lærari kann fáa frí við løn, tá ið børn hansara eru sjúk, tó í mesta lagi 2 dagar hvørja ferð og í mesta lagi 10 dagar um árið. Eigur lærari 3 børn ella fleiri undir 10 ár, kann viðkomandi fáa frí í 20 dagar í einum skúlaári.
Seinni partur av spurninginum snýr seg um læknaváttan. Tað sæst ikki á spurninginum, um tað snýr seg um læknaváttan fyri børnini ella læraran. Mær vitandi krevja skúlastjórar ikki læknaváttan fyri sjúk lærarabørn, tá lærari er heima vegna sjúk børn. Ongar ásetingar eru í lóg ella sáttmála um hesi viðurskiftini. Niðurstøðan er, at tað er eingin heimild at krevja læknaváttan.
Er lærari fyri sjúku ikki førur fyri at koma til arbeiðis, verður hetta at rokna sum lógligt forfall. Sambært sáttmálanum millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið kann skúlastjórin krevja læknaváttan eftir 14 sjúkradøgum. Arbeiðsgevarin kann krevja at fáa kunnleika frá lækna um, hvussu útlitini fyri arbeiðsføri eru. Arbeiðsgevarin rindar læknaváttanina. Títtar sjúkrafráverur einstakar dagar kunnu í summum førum eisini heimila skúlastjóranum at krevja læknaváttan.
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
27. september 2011
Eg havi tosað við lønardeildina á MMR. Tey siga, at eg sum eftirløntur lærari skal hava løn sum vikarur uttanífrá fyri eykatímar, hóast tað, at eg eri settur í starv í eitt skúlaár við 12 skemaløgdum tímum.
Svar:
Leysir undirvísingartímar verða løntir eftir um vikarurin er lærari á skúlanum, tá er tímalønin 312,63 kr. Ella læraralærdur uttanífrá, tá er tímalønin 249,53 kr.
Hetta er tó ikki galdandi fyri eftirløntar lærarar, hóast teir eru settir í starv á skúlanum. Í skrivi til Gjaldstovuna frá 16. juli 2009 sigur lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum, at hægra lønin er at meta sum yvirtíð. Eftirløntir lærarar eru settir við niðursettari tíð, og tí verða leysir undirvísingartímar ikki roknaðir sum yvirtíð. Eftirløntir lærarar fáa sostatt lægru tímalønina, hóast teir eru settir í starv á skúlanum.
Vinaliga
Herálvur Jacobsen, formaður
2. november 2011
Eg eri 56 ára gomul og havi verið lærari í framhaldsskúla í 22 ár. Eg eri nú komin í ta støðu, at eg orki illa at arbeiða sum lærari longur. Mítt læraralív hevur verið upp og niður. Mær dámdi væl at undirvísa tey fyrstu árini, men sjúka og trupulleikar á arbeiðsplássinum hava so við og við havt við sær, at tað er ein byrða at fara til arbeiðis hvønn morgun. Eg hevði krabbamein fyri 4 árum síðan, og annað bróstið er tikið, og blóðtrýstið hevur eisini verið alt ov høgt seinastu 2 árini. Eg havi verið sjúkrameldað í fleiri longri tíðarskeið seinastu 4 árini. Eg vil helst halda fram at arbeiða nøkur ár afturat, men ikki fulla tíð. Nú havi eg hoyrt frá einum starvsfelaga her í skúlanum, at møguleikar er fyri at fáa sokallað vart starv við somu løn. Havi eg møguleikar fyri fáa tílíkt starv?
Svar:
Seinastu árini eru fleiri lærarar farnir undir skipanina við vardum starvi, og henda skipan hevur uttan iva bjargað fleiri teirra undan at fara úr starvi ella í fyritíðarpensjón.
Endamálið við vardum starvi er í fyrsta lagi at geva fólk við sjúku ella breki arbeiðsmøguleikar og í øðrum lagi geva fólki, sum eru í starvi, møguleika at halda fram, hóast arbeiðsførleikin er minkaður. Vart starv ein lønarískoytisskipan, sum ger, at starvsfólk kunnu varðveita fulla løn, hóast arbeiðsførleikin er minkaður. Almannastovan kann við grundarlagi í heilsuligu støðuni, samrøðum og kanningum áseta arbeiðsførleikan hjá umsøkjara til ein ávísan prosentpart av fullum arbeiðsførleika. Arbeiðsførleikin hjá lærara kann vera niðursettur við t.d. 25 ella 50%. Við grundarlagi í avgerðini á Almannastovuni kann Mentamálaráðið fáa eitt lønarískoyti, sum er 25 ella 50 % av lønini hjá umsøkjaranum. Útgangsstøðið í vardum starvi er, at viðkomandi heldur fram fulla tíð, men kann setast til annað lættari arbeiði ein part av tíðini, hava frí ávísa tíð á degnum ella kanska hava frí í ávís tíðarskeið um heilsan bilar. Lærari, sum kemur undir skipanina, varðveitir sítt formliga tilknýti til arbeiðsgevaran og hevur framvegis somu rættindi og skyldur mótvegis sínum arbeiðsgevara. Varda starvið verður eftirmett av Almannastovuni eina ferð um árið.
Sjúkrasøgan hjá tær og umstøðurnar annars tala fyri, at tú eigur at søkja um vart starv. Tað er ikki møguligt hjá okkum at siga, um tú fært vart starv, tí arbeiðsførleikin er ein meting, sum Almannastovan ger við grundarlagi í heilsustøðuni. Tú skalt rokna við, at viðgerðin av málinum tekur nakrar mánaðir. Umsóknarbløð eru á heimasíðuni www.almannastovan.fo undir oyðubløð. Tú ert vælkomin at venda tær til felagið fyri at tosa um møgueikarnar og fáa hjálp í sambandi við umsóknina.
Vinaliga
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
10. august 2011
Eg fekk fast starv fyri 4 árum síðan. Mær dámar væl at arbeiða sum lærari, og eg havi góðar arbeiðsfelagar, sum gera nógv fyri trivnaðin millum okkum starvsfelagar. Mín stóri trupulleiki er, at eg sleppi ikki at undirvísa í mínum linjulærugreinum. Vit hava latið ynskisseðil til skúlastjóran á hvørjum ári, men hvørja ferð er hann komin aftur til mín, og hevur sagt, at tíverri kann eg ikki fáa mínar linjulærugreinir, sum eru støddfrøði og náttúra og tøkni. Eg fái ongar veruligar grundgevingar, men kenni meg illa viðfarnan. Kann eg gera nakað við hetta?
Svar:
Spurningurin er ógvuliga viðkomandi og samstundis trupul at svara. Nógvir fyri ikki at siga flestu lærarar hava av og á í sínum læraralívi verið í somu støðu sum tú. Uppgávan hjá skúlastjórum er at leiða og fordeila arbeiðið, og hann hevur tí rætt til at leggja títt skema, eftir síni egnu námsfrøðiligu fatan og meting, men við grundarlagi í sakligum grundgevingum. Tað er lítil ivi um, at lærarar hava ynski um at verða tiknir við uppá ráð, tá ætlanir verða lagdar fyri komandi ár. Tað er gott fyri sjálvsálit og sjálvsuppfatan. Tað hevur eisini avgerandi ávirkan á trivnaðin hjá tí einstaka og øllum arbeiðsplássinum at taka lut í ráðleggingini. Opinleiki í tilgongdini hevur stóran týdning fyri tann einstaka. Opinleiki krevur umhugsni og dirvi. Tað krevur umhugsni og dirvi og er ein trupul uppgáva hjá skúlastjóranum at grundgeva sakliga fyri, hví ávísir lærarar skulu hava ella ikki hava ávísar lærugreinir ella ávísar flokkar. Grundgevingarnar kunnu vera ringar at geva og ringar at taka ímóti, tí tær snúgva seg ofta um manglandi námsfrøðiligar ella persónligar førleikar, sum hava avgerandi ávirkan á arbeiði og samstarvi. Í nógvum førum er tó neyðugt at koma til kjarnuna í málum um lærugreinabýti millum lærarar. Hetta gerst best við opnum samrøðum við partarnar. Mítt ráð er tí, at tú biður um eina samrøðu við stjóran og sigur frá tíni ónøgd. Sjálvandi er ein ávísur vandi fyri, at tú einki fært burtur úr tí, men heldur tað enn at bíða eftir nøkrum, sum kanska ikki broytist.
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
22. juni 2011
Eg eri skúlastjóri í einum miðalstórum skúla. Lønin er ásett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Lærarafelagið. Hesin sáttmáli gevur løn eftir barnatalinum í skúlanum. Nú er støðan tann, at barnatalið minkar hjá okkum, og vandi er fyri, at barnatalið lækkar so nógv, at lønarflokkingin fer eitt stig niður. Eigi eg at tola lønarlækking orsakað av lækkaðum barnatali?
Svar:
Nei, tú eigur ikki at tola lønarlækking. Reglurnar eru, at skúlastjórar fara ikki niður í løn, tá barnatalið minkar. Tað er ein vanlig regla, at løn hjá tænastumonnum og sáttmálasettum í føstum starvi vanliga ikki lækkar, tá starvið broytist av orsøkum, sum koma uttanífrá. Tað kann t.d. vera minkandi barnatal, starvsbroytingar ella flyting eftir áheitan frá myndugleikanum.
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
8. juni 2011
Eg eri lærari í føstum tænastumannastarvi. Maðurin hevur fingið krabbamein og skal niður á Ríkissjúkrahúsið til nærri kanningar í komandi viku. Frá læknunum hava vit fingið boð um, at kanningarnar og viðgerðin í fyrsta umfari vara uml. ein mánað, og helst skal hann til fleiri viðgerðir seinni í ár. Eg eri sálarliga illa fyri av hesum, tí alt hendi so knappliga og óvæntað. Hvørji rættindi havi eg í verandi støðu? Kann eg fáa frí við løn, so eg kann fylgja manninum niður á Ríkissjúkrahúsið? Hann hevur onga inntøku nú, so fíggjarliga klára vit okkum ikki serliga væl uttan mína løn.
Svar:
Lærarafelagið hevur fingið fleiri fyrispurningar frá limum í somu støðu seinastu árini. Tað er frá limum, sum hava sjúk børn ella sjúkan maka, sum skulu til kanningar ella viðgerðar í útlondum. Mær vitandi hevur onki fakfelag gjørt avtalu við arbeiðsgevara um serskipan, sum hjálpir starvsfólki, tá maki ella børn fara til Danmarkar í sjúkraørindum. Lærarafelagið hevur í hvussu er onga avtalu gjørt. Tá tað snýr seg um sjúk børn, kunnu foreldur nýta reglurnar um at vera heima hjá sjúkum børnum, men henda skipan er ikki nøktandi, tá talan er um longri sjúkrafráveru í útlondum. Flestu skúlaleiðarar hava víst ein góðan vilja, tá tílíkar umstøður raka teirra starvsfólk, men um fráveran er long, eru møguleikarnir hjá skúlaleiðarunum avmarkaðir. Teir hava sínar reglur at halda seg til.
Í nógvum førum eru tey avvarðandi illa fyri sálarliga, tá børn ella maki skulu av landinum, og Lærarafelagið hevur í fleiri førum mælt fólki til at sjúkramelda seg sjálvan við grundarlagi í sálarligu støðuni. Ansast skal eftir, at sjúkraváttanin snýr seg um heilsustøðuna hjá starvsfólkinum sjálvum og ikki hjá sjúka makanum/barninum. Í nógvum førum eru fólk ikki arbeiðsfør, tá maki ella barn eru til álvarsligar kanningar ella viðgerð á Ríkissjúkrahúsinum. Fyri at taka saman um. Tú hevur ikki rætt til løn, meðan tú fylgir manninum til Danmarkar. Verður tú hinvegin sjúkrameldað í tíðarskeiðinum, hevur tú rætt til løn.
Um fíggjarliga støðan er serliga trupul, kann Almannstovan veita hjálp við heimild í forsorgaralógini, men veitingin verður tá útroknað við grundarlagi í tørvinum. Ognarviðurskifti, innistandandi og øll fíggjarviðurskifti eru grundarlag undir metingini, og tað kann vera er ein long og trupul tilgongd at fara ígjøgnum.
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
11. mai 2011
Eg eri sáttmálasettur lærari í føstum starvi og havi havt farloyvi úr mínum starvi seinasta skúlaár av tí, at eg lesi sálarfrøði á Árhus Universiteti. Eg søkti aftur um farloyvi komandi skúlaár, men havi fingið noktandi svar. Í grundgevingini sigur skúlastjórin, at hann hevur stóran tørv á lærara við mínum lærugreinum, og Mentamálaráðið stuðlar stjóranum í avgerðini. Eg havi undirvíst í náttúru og tøkni og tónleiki, og tað eru ikki nógvir lærarar, sum hava mínar lærugreinir. Hvørji rættindi havi eg? Eg ætli at lesa í Århus eitt ár afturat og síðan vera fjarlesandi, meðan eg arbeiði. Tað er ikki so lætt at fáa fast starv aftur, og eftir øllum at døma fara allar mínar ætlanir fyri skeyti. Kann eg gera nakað við tað?
Svar:
Mentamálaráðið tekur avgerð í farloyvisumsóknum, tá umsóknin snýr seg um longri tíðarskeið. Tilmæli frá skúlastjóranum er oftast avgerandi fyri støðutakanina hjá Mentamálaráðnum. Tú hevur møguleika at kæra og heita á landsstýriskvinnuna í mentamálum um at taka avgerðina upp til nýggja viðgerð. Í kæruni eigur tú at grundgeva ítøkiliga og vísa á, at tú bert hevur havt farloyvi í eitt ár og samstundis á truplu støðuna, tú kemur í við útbúgvingini til sálarfrøðing. Tú kanst eisini vísa á, at tørvur er á sálarfrøðingum innan skúlaverkið, og at tú ætlar at nýta útbúgvingina í arbeiðinum innan føroyska skúlan. Í fleiri málum hevur landsstýrið broytt fyrru avgerðina, men tá skulu grundgevingarnar vera ítøkiligar og haldgóðar.
Í sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag er ásett, at lærarar kunnu fáa farloyvi í trý ár, men samstundis er meginreglan í sambandi við viðgerð av øllum farloyvisumsóknum, at arbeiðsgevarans tørvur vanliga gongur fram um arbeiðstakarans tørv. Tað er av stórum týdningi, at skúlaleiðarin viðmælir umsóknini, tí sjáldan fer Mentamálaráðið ímóti tilmælinum frá skúlastjóranum. Flestu lærarar fáa í sínum læraralívi farloyvi í tvey ella trý ár uttan stórvegis trupulleikar, so eg haldi, tú hevur eina góða sak.
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
4. mai 201
Eg havi verið í barsilsfarloyvi seinastu mánaðirnar og havi í farloyvistíðini fingið mína vanligu løn. Eg átti fyri uml. 30 vikum síðan og ætlaði ikki at fara til arbeiðis aftur fyrr enn eftir summarfrítíðina. Eftir at hava fingið mína vanligu løn síðan eg fór í farloyvi, skal eg nú knappliga søkja úr Barsilsskipanini, og lønin fer niður í uml. kr. 22.000 um mánaðin. Er hetta rætt?
Svar:
Lærari í barnsburðarfarloyvi fær fulla løn í tilsamans 24 vikur sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Lærarafelagið. Sambært lóg um Barsilsskipan hevur løntakari rætt til farloyvi við løn 4 vikur áðrenn barnsburð og 30 vikur eftir ella tilsamans 34 vikur. Tað er sostatt ikki samsvar millum tíðarskeiðini í sáttmálanum og lógini. Lógin um Barsilsskipan gevur møguleika fyri útgjaldi í eitt longri tíðarskeið enn sáttmálin, men arbeiðsgevarin vil ikki gjalda fulla løn hetta longda tíðarskeiðið. Arbeiðsgevarin heldur seg til sáttmálan, sum er 24 vikur, og avleiðingin er, at lærarar bert fáa fulla løn tær fyrstu 24 vikurnar, meðan restin verður útgoldið eftir umsókn úr Barsilsskipanina. Hægsta útgjald úr Barsilsskipanini er kr. 25.000 um mánaðin, men frítíðarlønin verður trekt frá útgjaldinum, so útgjaldið er bert góðar 22.000 um mánaðin. Hetta er ein niðurskurður, sum merkist. Heldur einki eftirlønargjald verður inngoldið til tryggingarfelagið av veitingini frá Barsilsskipanini, so samanumtikið hava kvinnur í barsil ein stóran fíggjarligan miss.
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
20. apríl 2011
Kann eg verða sagdur úr starvi uttan grundgeving? Skal eg hava eina skrivliga ávaring, áðrenn eg verði sagdur úr starvi? Kann ein annar verða settur í mítt starv beint eftir uppsøgnina?
Svar:
Tú hevur altíð krav uppá at fáa grundgeving fyri uppsøgnina sambært fyrisitingarlógini. Ein av stóru trupulleikunum í sambandi við uppsagnarmál innan tað almenna er, at grundgevingar ofta ikki eru ítøkiligar og útgreinaðar nóg væl, og tí enda nógv uppsagnarmál sum kærumál. Tað er ikki altíð neyðugt at geva eina skrivliga ávaring áðrenn eina uppsøgn. Um so er, at uppsøgnin er grundað á viðurskifti hjá starvsfólkinum, t.d. vánaligt avrik ella samstarvstrupulleikar, so er høvuðsreglan, at ein ávaring skal verða givin fyrst. Er uppsøgnin hinvegin grundað í skerdum tímatali ella øðrum líknandi skúlaviðurskiftum, er ikki neyðugt við ávaring.
Kortini er hoyringsskriv altíð eitt krav í sambandi við uppsagnir sambært fyrisitingarlógini. Tú fær eina freist á í minsta lagi 14 dagar at gera viðmerkingar til ætlaðu uppsøgnina. Um so er, at lærari verður uppsagdur vegna sparingar, og starvsfólk eftirfylgjandi verða sett av nýggjum stutt eftir, kann tað vera talan um ósakligar grundgevingar í uppsagnarmálinum. Málið kann tá verða kært til landsstýrismannin í mentamálum.
Vinarliga
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
6. apríl 2011
Eg búgvi á bygd norðanfyri og starvist í skúla í Havn. Tvær ferðir í vetur hevur veðrið verið so ringt, at ikki var koyrandi til Havnar. Eg boðaði skúlastjóranum frá, at eg ikki kundi koma til arbeiðis vegna veður, og hann var tí noyddur at seta vikar fyri meg. Tá eg kom til arbeiðis aftur eftir seinna illveðursdagin, segði hann við meg, at hann tíverri var noyddur at trekkja meg í løn fyri henda seinna dagin. Hevur hann loyvi til tað?
Svar:
Tað er óvanligt, at skúlastjórar trekkja løn frá starvsfólki, sum ikki kann koma til arbeiðis einstakar dagar vegna illveður. Teir plaga at vera lagaligir og bjóða fólki at taka tímarnar seinni. Hinvegin er høvuðsreglan, at starvsfólk sjálv hava ábyrgdina av at møta á arbeiðsplássinum til ásettu tíðina. Arbeiðsgevarin hevur ikki skyldu at gjalda løn til starvsfók, sum ikki møtir. Tað er tín ábyrgd, at tú ikki møtir. Í summum førum gista fólk á staðnum har arbeiðsplássið er, um veðurforsøgnirnar eru serliga ringar. Niðurstøðan er, at skúlastjórin hevur loyvi at trekkja teg í løn fyri manglandi tímarnar.
Vinarliga
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
23. mars 2011
Í sambandi við at eg eri heima vegna sjúku hjá mær ella sjúku hjá børnunum, skal skúlastjórin hava boð um mína fráveru. Er tað í lagi, at eg sendi honum ella skrivaranum ein teldupost og boði frá fráveruni?
Svar:
Fyri skúlastjóran og skúlan hevur tað avgerandi týdning, at boðini koma fram til móttakaran í góðari tíð. Ongar almennar reglur eru fyri, hvussu og hvørji samskiftisamboð skulu nýtast, tá sjúka verður fráboðað. Teldupostur er ein góður fráboðanarháttur, tí tú fært kvittan fyri, at boðini eru send. Hinvegin eru tað skúlastjórar, sum ikki lesa teldupost fyrr enn seinni út á dagin, og tá er fráboðanin við telduposti ikki í lagi. Í flestu skúlum er avtala gjørd millum skúlaleiðslur og lærarar um, hvussu fráboðanin verður gjørd á rættan hátt. Í nógvum førum vilja skúlastjórar hava fráboðanina umvegis telefon innan ávíst tíðarskeið tíðliga á morgni. Er hetta avtalan, so eigur tú at halda teg til hesa mannagongdina. Tað ber altíð til eisini at fráboða umvegis teldupost fyri at fáa eina kvittan fyri fráboðanina.
Vinarliga
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
9. mars 2011
Eg eri 66 ára gamal lærari í tænastumannastarvi. Havi ikki hug at gevast enn, tí heilsan er góð, og tað gongst væl í skúlanum. Kann eg halda fram eftir 67 ára aldur?
Svar:
Tíverri. Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið gjørdu í 1993 semju, sum ásetir, at tænastumannasettir lærarar fara frá við endan av tí mánaði, teir fylla 67 ár.
Tænastumannalógin ásetur í § 26, at tænastumaður fer úr starvi, tann mánaðin hann fyllir 70 ár. Hinvegin er eisini ásett í lógini, at víkjast kann frá 70 ára fráferð við avtalu millum fakfelag og arbeiðsgevara. Tú kanst tí ikki halda fram í starvinum eftir 67 ára aldur.
Vinarliga
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
3. mars 2011
Eftir sáttmálanum hjá Lærarafelagnum er sjúka lóglig fráverugrund. Merkir hetta, at arbeiðsgevarin skal gjalda løn, tá eg av brádliga ákomnum orsøkum má fara til lækna. Hvussu er støðan, tá eg fari til kanningar o.a.? Eg havi verið í starvi í 6 mánaðir og havi verið hjá lækna tveir hálvar skúladagar hetta tíðarskeiðið.
Svar:
Tá tú ert noydd at fara til lækna orsakað av brádliga ákomnum orsøkum, er hetta at meta sum sjúka, og tú hevur rætt til løn undir sjúku, sambært lóg um starvsmenn og sáttmálanum millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Tá talan er um viðtalur ella kanningar, sum tú sjálv kann leggja til rættis, eigur tað sum høvuðsregla at verða lagt í tíðarskeiðum, tá tú ikki er til arbeiðis. Av tí at læknar og sjúkrahús oftast hava somu arbeiðstíðir sum almenn starvsfólk, kann tað vera trupult at fáa viðtalur og kanningar lagdar í frítíðini. Í flestum førum er neyðugt at taka við teimum tíðum, tú fært. Innan almenna geiran góðkenna stjórar vanliga, at starvsfólk fara til læknaviðtalu og kanningar í arbeiðstíðini uttan frádrátt í lønini. Starvsfólk í parttíðarstarvi hava betri møguleikar fyri at leggja læknaviðtalu og kanningar uttanfyri teirra vanligu arbeiðstíð.
Vinarliga
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
23. februar 2011
Eg havi verið tænastumannasettur lærari í 18 ár í miðalstórari bygd. Kundi hugsað mær at flutt starvið til heilt aðra størri bygd ella til høvuðsstaðin. Fyri ári síðan var er skildur, og eg havi trupulleikar í skúlanum í samstarvinum bæði við leiðslu og aðrar lærarar. Dugi illa at síggja meg sjálvan sum part av skúlanum ella bygdini í framtíðini og kenni á mær, at framtíðin liggur aðrastaðni. Eru møguleikar fyri at flyta starvsstað?
Svar:
Tú kanst søkja Mentamálaráðið um at flyta starvsstað, men tað eru fleiri ivamál í sambandi við flyting av starvsstaði, og tað er tí ivasamt, um tú fært loyvi at flyta starvið til annan skúla, um ikki heilt serligar grundir tala fyri tí. Mentamálaráðið hevur í nøkrum førum góðtikið og medvirkað til flytingar í annan skúla, tá vandi hevur verið fyri uppsagnum, ella tá starvsliga støðan hjá viðkomandi lærara í heimaskúlanum hevur verið sera trupul. Talan er um lutfalsliga fáar flytingar seinastu nógvu árini. Tað er ikki nokk at hava eitt brennandi ynski um at verða fluttur. Flyting verður ofta framd, um skúlastjórarnir í verandi og komandi skúla og tú sjálvur eru samdir um, at flyting er besta loysnin fyri heimaskúlan og teg. Skoytast kann upp í, at setanarøkini hjá føroyskum fólkaskúlalærarum eru ymisk, alt eftir í hvørjum tíðarskeiði, teir eru settir í starv. Ein partur av føroysku lærarunum eru settir við einstakan skúla í kommununi, meðan aðrir eru settir í starv í einum landafrøðiligum øki t.d. Eysturoynni, Tórshavnar kommunu ella Mentamálaráðnum og stovnar undir tí. Tað er lættari at flyta arbeiðsstað, um tú ert settur í einum størri øki við fleiri skúlum.
Tú kanst eisini velja at søkja nýtt starv í einum øðrum skúla. Tú søkir tá undir somu treytum sum aðrir umsøkjarar. Um tú fært fasta starvssetan í nýggja skúlanum, er møguligt at flyta tænastumannastarvið. Tú eigur í fyrsta lagi altíð at søkja um farloyvi úr gamla starvinum, og síðan um flyting av tænastumannastarvinum, tá tú hevur fingið nýtt fast starv. Fyribils starvssetan gevur ikki rætt til at flyta tænastumannastarvið.
vinaliga
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
9. mars 2011
Kann skúlastjórin krevja læknaváttan, tá eg boði frá, at eg eri sjúkur? Eg havi verið rættiliga sjúkur seinasta hálva árið. Ofta heilar vikur seinastu mánaðirnar, men eisini einstakar dagar onkuntíð áðrenn ella eftir vikuskifti. Kann skúlastjórin krevja læknaváttan, tá ið eg boði frá, at eg eri sjúkur?
Svar:
Sambært sáttmálanum millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið kann skúlastjórin krevja læknaváttan eftir 14 sjúkradøgum. Arbeiðsgevarin kann krevja at fáa kunnleika frá lækna um, hvussu útlitini fyri arbeiðsføri hjá tær eru. Arbeiðsgevarin rindar læknaváttanina. Reglur í lógini um starvsmenn eru eisini galdandi fyri sáttmálasettar lærarar. Fráboðan av sjúku er oftast eitt álitismál millum skúlastjóra og lærara. Tó er eingin ivi um, at tolsemi og trúgvin hjá skúlastjóra kann ganga undan, um lærari ofta er sjúkur og kanska serliga, um tað er eitt ávíst mynstur í sjúkugongdini. Um lærari er ofta burtur einstakar dagar, kann skúlastjórin somuleiðis biðja um læknaváttan
Vinarliga
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
Eg skal til samrøðu hjá stjóranum. Havi verið heldur nógvar dagar burtur seinastu mánaðirnar, og í nøkrum førum hevur tað verið einstakar dagar eftir vikuskifti. Stjórin sigur, at hon heldur einstakar sjúkradagar vera skulk. Kann hon siga sovorðið? Hon vil hava at vita, hvat mær bagir og ringir sama dag ella dagin eftir eg eri sjúkrameldað, fyri at fáa staðfest um tað er rætt, at eg ikki kann koma til arbeiðis, og nær eg ætli mær at koma aftur. Kann hon gera sovorðið? Hvat hevur hon rætt at fáa at vita frá mær, tá hon ringir? Eru nakrar reglur fyri, hvussu nógvar sjúkradagar mann kann hava? Seinasta árið havi eg havi verið sjúk í 8 tíðarskeið við 32 døgum.
Svar:
Skúlastjórin hevur ikki loyvi til at skuldseta teg fyri at skulka uttan haldgóðar grundgevingar, men tað er einki sum forðar skúlastjóranum at ringja og spyrja, hvussu tú hevur tað, og hvussu leingi tú roknar við, at sjúkan varir. Hon hevur í nógvum førum tørv á at fáa vikar fyri teg, og tá er gott at vita, hvussu leingi hon skal biðja vikarin til arbeiðis. Skúlastjórin hevur ikki rætt at fáa nágreinliga at vita, hvat tær bagir umvegis telefonina. Sambært sáttmálanum millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið og lóg um starvsmenn, hevur arbeiðsgevarin rætt til læknaváttan um sjúku eftir sjúkufráveru meira enn 2 vikur. Á læknaváttan kann vera staðfest, hvussu útlitini eru fyri arbeiðføri tínum í nærmastu framtíð. Arbeiðsgevarin skal í hesum føri gjalda fyri læknaváttanina.
Ongastaðni eru ásettar bindandi reglur fyri, hvussu leingi fólk hava loyvi at vera sjúk. Tó skal eg vísa á, at sokallaða 120 daga reglan eisini er galdandi innan sáttmálaøkið hjá Føroya Lærarafelag. Sáttmálin ásetur: “Hevur lærari í 12 fylgjandi mánaðir fingið løn undir sjúku í 120 dagar tilsamans, kann lærarin verða sagdur upp við 1 mánaðar freist at fara úr starvi, tá fyrsti heili mánaðurin er av. Hetta treytað av, at uppsøgnin verður givin beint eftir teir 120 sjúkradagarnar, og meðan lærarin framvegis er sjúkur.” Henda regla hevur ikki verið nógv brúkt av okkara arbeiðsgevara. Viðmerkjast skal, at fólk kunnu sigast úr starvi bæði áðrenn og eftir 120 dagar, um røttu fyritreytirnar eru til staðar. Fyritreytirnar kunnu vera, at tað er staðfest, at eingir møguleikar eru fyri, at sjúka starvsfólkið fær heilsuna aftur. Tá 120 daga sjúkrafrávera verður tald upp, so verður vikuskiftisdagar og høgtíðir tald við í teir 120 dagarnar, sostatt er tað ikki 120 arbeiðsdagar, men 120 kalendaradagar við sjúku.
Burturvera vegna sjúku er ein lóglig fráverugrund og spurningurin um læknaváttan ella munnliga fráboðan um sjúku er oftast eitt álitismál millum skúlastjóra og lærara. Tíbetur er tað soleiðis, at skúlastjórar trúgva fólki, sum boða frá, at tey eru sjúk, og krevja tí ikki læknaváttan. Fólk við longum starvsaldri kunnu vanliga loyva sær at verða longur burtur vegna sjúku enn nýsett, hóast ongar reglur eru um tað. Men praksis fyri tí kann vera broytt. Áðrenn støða verður tikin til uppsøgn, skal ein læknaváttan staðfesta útlitini fyri arbeiðsførleikanum. Í fleiri av grannalondum okkara er almenni starvsfólkapolitikkurin, at alt skal verða gjørt fyri at halda fólk í starvi, hóast longri sjúkrafráveru. Uppsøgn vegna sjúku flytur ofta trupulleikan til ein annan myndugleika, og tað kann tí vera ein vánalig loysn. Føroya Lærarafelag kann einans vísa á, at Mentamálaráðið í flestu førum hevur víst menniskjalig atlit í sambandi við uppsøgn vegna sjúku. Hetta er at gleðast yvir.
Vinarliga
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
Eg eri uppsøgd við 3 mánaða uppsagnartíð sambært sáttmálanum. Orsøkin fyri uppsøgnini er niðurskurður í tímajáttanini frá Mentamálaráðnum. Skúlastjórin hevur sagt við meg, at eg skal arbeiða í uppsagnartíðini, tí hann hevur stóran tørv á lærarum orsakað av verkætlanararbeiði og sjúku hjá einum øðrum lærara. Eg eri sjálvandi í ringum lag fyri tíðina, og vil ikki arbeiða í uppsagnartíðini. Kann eg vera heima í uppsagnartíðini? Kann arbeiðsgevarin sýta fyri at útgjalda løn?
Svar:
Skúlastjórin kann krevja, at tú arbeiðir sum vanligt í uppsagnartíðini, men í flestu førum verða fólk fríttstillað. Flestu leiðarar meta, at tað skapar mistrivnað á arbeiðsplássinum um uppsøgd starvsfólk eru til arbeiðis í uppsagnartíðini. Tey eru undir stórum sálarligum trýsti, og støðan gerst uppaftur truplari, um tey skulu møta upp í uppsagnartíðini. Tú eigur at tosa við skúlastjóran aftur, og vísa á, at støðan er ótolandi og at tú ert undir stórum sálarligum trýsti. Um tú ikki møtir til arbeiðis og onga avtalu hevur og annars ikki hevur nakra lógliga fráveruorsøk, kann arbeiðsgevarin slíta setanina frá degi til dags og steðga lønini. Hann hevur møguleika at krevja teg eftir endurgjaldi fyri skjalprógvaðar øktar eyka útreiðslur, men hesin framferðarhátturin verður ógvuliga sjáldan nýttur.
Vinarliga
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
Ein av starvsfelagum mínum hevur góð vinabond við skúlastjóran í einum stórum framhaldsskúla. Hann var herfyri uppringdur av skúlastjóranum, sum bjóðaði honum fast starv í skúlanum eftir summarfrítíðina. Starvsfelagin hevur góðar førleikar í teldu og alisfrøði. Skúlastjórin segði seg hava tørv á lærara við hesum førleikunum. Kenni eisini annan lærara, sum hevur fingið boðið starv frammanundan. Er hetta loyvt? Hvat við okkum øðrum, sum standa á bíðilista í fleiri ár, áðrenn vit fáa fast starv?
Svar:
Grundreglan í allari starvssetan innan tað almenna er, at best skikkaði umsøkjarin hevur rætt til starvið. Skúlastjórin kann ikki vita fleiri mánaðir frammanundan, hvør fer at søkja starv, tá tað einaferð verður lýst leyst. Hann hevur tí ongar møguleikar at vita, um starvsfelagi tín er tann best skikkaði ella onkur heilt annar. Tað er tí ikki í lagi at bjóða starvsfelaga tínum alment starv, áðrenn setanin verður framd eftir galdandi setanarpolitikki. Øll lýsingar- og setanartilgongdin verður tá ein glæntrileikur. Tað er eingin loyna, at skúlastjórar heita á vælskikkað fólk at søkja ávís størv í fólkaskúlanum. Í summum førum fara skúlastjórarnir ov langt og lova burtur størv frammanundan. Í øðrum førum skilir tann uppringdi áheitanina sum eitt lyfti um starv og kennir seg snýttan, tá starvið fer til onkran annan. Lærarafelagsins fatan er, at flestu skúlastjórar halda seg til ásettar setanarreglur og halda setanarpolitikk landsins. Bíðilistar finnast ikki innan setanarøkið í fólkaskúlanum. Tá søkt verður av nýggjum til eitt starv, er grundreglan, at øll eru javnt stillað. Best skikkaði umsøkjarin hevur rætt til starvið. At ein umsøkjari hevur søkt fleiri ferðir, ger í sjálvum sær ikki umsøkjara betur skikkaðan. Lærarafelagið hevur nærum á hvørjum ári samrøður við limir, sum hava søkt fleiri ferðir størv uttan at fáa starv. Tað krevst ein neyv grundgeving frá setanarmyndugleikanum fyri, hví tann setti fær starvið framum ein, ið ikki fekk starvið.
Vinarliga
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
Seinasta skúladag vóru næmingar í 9. flokki og eg burtur í haga. Á veg oman aftur var eg áhaldsin og datt um ein stein. Fallið var so álvarsamt, at eg breyt mjødnina. Eg var innløgd, og mátti skurðviðgerast tvær ferðir. Eg var sjúkraskrivað alla skúlasummarferiuna, og summarfrítíðin fór fyri skeyti. Tað er mær fortalt, at tað er møguligt at fáa eyka frí, tá mann gerst sjúkur beint fyri summarfrítíðini. Er tað so?
Svar:
Tá fólk gerast sjúk ella koma til skaða, áðrenn summarfrítíðin er byrjað og tí ikki kunnu halda vanligu frítíðini, er høvuðsreglan, at tey kunnu taka teir dagar, tey eru sjúk í summarfrítíðini seinni í frítíðarárinum. Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum hevur tikið hesa avgerð í fleiri málum. Um fólk gerast sjúk í summarfrítíðini, er høvuðsreglan, at summarfrítíðin ikki kann leggjast seinni.
Tú eigur at útvega tær læknaváttan fyri tíðarskeiðið og lata skúlastjóranum umbønina um at fáa manglandi summarfrítíðini lagda seinni. Dagarnir skulu leggjast í samráð við skúlastjóran. Tú kanst ikki altíð rokna við at fáa alla summarfrítíðina lagda eitt samlað tíðarskeið. Fólk, sum skifta til heilt annað starv, ella flyta av landinum, kunnu fáa manglandi summarfrítíðina útgoldna í staðin.
Vinarliga
Poul Nolsøe, løgfrøðingur
Og kann eg verða uppsøgd um eg sýti?
Starvsfólkasamrøður eru ein fastur og natúrligur partur av starvsfólkarøktini hjá leiðsluni í einum skúla. Samrøðurnar eru eitt amboð í ráðleggingini og í arbeiðinum við at gera virkisætlan fyri tann einstaka. Ringt er at skilja, hví tú ikki vilt fara til starvsfólkasamrøðu. Mín fatan er, at tú hevur skyldu at møta upp til ásettu samrøðurnar. Tað er at meta sum tænastubrot, um tú uttan nóg góða grundgeving heldur teg burtur. Í fyrsta umfari verður tú helst ikki uppsøgd, men tú kanst fáa ávaring. Heldur tú fram at sýta, kanst tú í seinasta enda verða uppsøgd.
Vinaliga
Poul Nolsøe, løgfrøðingur