Tíðindi/Greinar

21.07.2025

Sprechen Sie Deutsch?

Tað gagnar teimum næmingum, sum eru áhugaðir í máli, at velja eitt fremmandamál sum týskt. Ikki bara verður ein nýggjur heimur latin upp fyri teimum ígjøgnum tað nýggja málið, og teir læra at tosa og skriva eitt nýtt mál. Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar.

Ja, eg dugi at tosa týskt, og tað er gott at duga. Tað er er gott at duga eitt fremmandamál, sum er móðurmálið hjá umleið 100.000 milliónum fólkum í heiminum, og sum eisini er móðurmál hjá flestum evropearum. Hesi tølini tala fyri seg, um onkur hevur hug at seta spurnartekn við, um tað er skilagott at læra eitt fremmandamál sum týskt í fólkaskúlanum.

Og serliga í hesum ferðafólkatíðum er tað uppaftur meira hent at duga týskt. Ferðafólk streyma til Føroya sum ongantíð áður, og nógv av teimum hava týskt sum móðurmál. Tá man tað vera funnin fressur hjá ferðaskrivstovum at kunna seta ein ferðaleiðara í starv, sum dugir at tosa týskt. Tað man geva ferðafólkunum eina góða kenslu at hoyra ferðaleiðaran tosa móðurmálið hjá teimum ferðandi.

Tað er ymiskt, hvussu áhugin hjá næmingum í fólkaskúlanum er. Summum dámar t.d. væl tað handaliga, øðrum dámar væl tær skapandi lærugreinarnar, og so eru eisini næmingar, sum tíma væl at fáast við málsligar lærugreinar. Allir næmingar eiga at sleppa at takast við okkurt, sum teir eru áhugaðir í, og viðvíkjandi týskum ásetur galdandi fólkaskúlalóg, at undirvísing í týskum skal standa næmingum í 8.fl. og 9.fl. í boði, og næmingar í 10.fl., sum hava havt týskt í 8.fl. og 9.fl., skulu eisini kunna velja týskt. Annað fremmandamál kann verða valt í staðin fyri týskt.

Tað gagnar teimum næmingum, sum eru áhugaðir í máli, at velja eitt fremmandamál sum týskt. Ikki bara verður ein nýggjur heimur latin upp fyri teimum ígjøgnum tað nýggja málið, og teir læra at tosa og skriva eitt nýtt mál. Afturat tí gagnar tað eisini næmingunum á tann hátt, at teir fara at síggja málsligar samanhangir millum mál. Næmingarnir verða førir fyri at síggja, hvussu mál eru bygd upp, og at nógv mál hava nógv til felags. Ikki minst føroyskt og týskt, sum hava nógvar málsligar líkleikar.

So fyri næmingarnar er eitt fremmandamál sum týskt ein góður málsligur førningur at hava. Næmingar, sum hava havt týskt í fólkaskúlanum, hava fingið ein góða barlast, sum er góð at hava, tá ið arbeitt verður við øðrum málum. Eisini verður tað lættari fyri næmingarnar, tá ið teir einaferð skulu í holt við at læra eitt fremmandamál afturat, tí teir hava ognað sær so nógva málsliga vitan og góðan førleikan frammanundan.

At duga eitt heimsmál sum týskt er ein góður førleiki at hava, og óivað hevur tað ongantíð áður givið so góða meining sum nú at duga týskt í Føroyum. Spyr bara í ferðavinnuni.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni