Tíðindi/Greinar
13.10.2016
Ein hugaligur og afturvendandi táttur í skúlaárinum er skúlarenningin. Í 1983 varð skipað fyri fyrstu felags norðurlendsku skúlarenningini. Tó at tiltakið á onkrum skúla í hinum norðurlondunum er broytt til annað rørslutiltak, hugsi eg, at flestu føroysku skúlarnir enn renna.
Mær dámar væl rennidagin, og serliga hugaligt er at stuðla undir, at næmingar halda seg til at renna, hóvliga, so langt sum gjørligt – í hvussu er soleiðis, at elstu næmingarnir ganga ella renna 10 km. At fleiri næmingar renna nakrar kilometrar afturat, haldi eg, er framúr.
Men skulu vit stuðla næmingunum sum best, skulu vit samstundis minnast til, at vit eru fyrimyndirnar. Tað er ikki sagt, at allir lærarar skulu renna allan teinin, men halda vit okkum til, tá ið hitað verður upp og at ganga ella renna saman við næmingunum, so er nógv vunnið.
Í Nólsoyar skúla seta vit tveir rennidagar á skrá. Hetta tí, at vit samstarva við aðrar partar, og tí, at vit vilja geva næmingunum møguleika at fáa so gott úrslit sum gjørligt.
Fyrri rennidagurin er í SSS-samstarvinum – t.e. smáu skúlarnir í Suðurstreymoy. Velbastaðar skúli, Kaldbaks skúli og Nólsoyar skúli samstarva um rennidag og ítróttardag. SSS-rennidagurin í ár var mikudagin 28. september í Kaldbak. Vit gingu ella runnu frá skúlanum, inn í Kaldbaksbotn og aftur í skúlan. Vildi onkur klára nakrar kilometrar afturat, bar til at renna stuttan tein inn í bygdina – harvið fekk onkur næmingur 18 km. í prógvið.
Seinni rennidagurin er fríggjadagin fyri heystfrítíðina. Tá skipa dagstovnurin Látrið og Nólsoyar skúli fyri. Runnið verður í bygdini, og teinurin er 1 km. Eftir renningina fáa børn, næmingar og vaksin bollar og kakao.
Rennidagin í Nólsoy bjóða vit eisini bygdarfólkinum við, og okkurt árið hava bæði ung og gomul luttikið. At teinurin er 1 km er sjálvsagt fyri, at tað skal stuðla undir, at bæði børn, ung og gomul halda seg til at “fara ein túr afturat”.
Fyri at geva næmingunum møguleika at renna skúlarenningina so væl sum gjørligt, leggja vit í Nólsoy eisini styttri “rennidagar”, tá ið vit eru í Havn og svimja. Tá ganga vit niðan á Tórsbreyt og renna 3-5 ferðir runt, áðrenn vit fara at svimja. Síðani ganga vit oman aftur á keiina.
Men rørsla er annað enn at renna og svimja. Tí leggja vit stóra dent á, at næmingarnir halda seg framat at skipa fyri í fríkorterinum. “Spæliliðið” er góður íblástur hjá næmingunum at skipa ymisk spøl – inni og úti. Spæliliðið er sjálvsagt annað enn “bert” rørsla. Fyri eldru næmingarnar ræður tað eisini um at læra seg at standa fram og at skipa fyri.
Tá ið gongutúrur, rennitúrar og spælilið eru nevnd, hugsi eg, at onnur rørslutiltøk kunnu verða tikin upp í aðrari grein. SSS-ítróttardagarnir verða, eins og SSS-rennidagarnir, skipaðir í ymsu bygdunum, og kanska kunnu vit einaferð eisini finna samstarv um føroyska dansin.
Jákup av Skarði
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan