Tíðindi/Greinar

29.03.2023

Skúlaaftran - ein avbjóðing hjá okkum øllum

Tað er ikki læraratoymið, sum er um barnið, sum ikki sær ella viðurkennir trupulleikan. Tað eru arbeiðsumstøðurnar og skúlaskipanin, sum ger tað trupult at vera um hesi børnini. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags

Skúlaaftran er ein vaksandi trupulleiki í øllum Norðurlondum. Tað gerast alsamt fleiri næmingar, ið av onkrari orsøk koma minni í skúla. Heitini fyri at hava ov høga fráveru eru mong: skúlaaftran, skúlanoktan, skúlafrávera, heimasitarar og helst okkurt afturat. Tað eru nógvar ymiskar orsøkir til, hví hesi børnini fáa trupulleikar við at koma í skúla, men avbjóðingin er stór, bæði hjá foreldrum og skúla. Við tíðini gerst hetta eisini ein avbjóðing í samfelagnum.

Tað eru børn, sum nokta at fara í skúla, men sum trívast væl í øðrum samahangum. Tey ganga til fótbólt, fara í føðingardagar og eru saman við vinfólkum; men tey nokta at koma í skúla. Tað eru tey, sum ynskja at koma í skúla, men tey aftra seg, tí tey av onkrari orsøk ikki kenna seg væl. Summi børn hava ov høga fráveru. Tað merkist á teimum, at tey ikki kenna seg væl, tá ið tey koma í skúla, tí tað hendir ymiskt í skúlanum, tá ið tey eru burtur, sum tey ikki eru ein partur av. So eru tað eisini tey børnini, sum setast heima. Tey koma ikki saman við øðrum børnum, ganga ikki til frítíðartilboð ella annað. Hjá øllum hesum børnum er tað ein avbjóðing fyri familjuna at finna loysnir, sum kunnu hjálpa børnunum best møguligt. Hetta er so avgjørt eisini ein trupulleiki, sum lærarar vilja loysa. Tó so, so er eingin skjót ella einføld loysn, tí avbjóðingarnar hjá næmingunum eru so ymiskar, at tað eru nærum eins nógvar loysnir, sum tað eru næmingar. 

Skúlin er soleiðis skipaður, at lærarin hevur eitt ávíst tal av næmingum saman í einari floksstovu. Her eru stillir næmingar, óróligir næmingar, næmingar við atferðartrupulleikum, næmingar við stórari fakligari vitan, næmingar, sum hava tørv á nógvari fakligari hjálp, næmingar við ymiskum sjúkum, ið fyrilit skal havast fyri, og helst okkurt afturat. Tá vit sum lærarar koma í ta støðuna, at vit hava næming, sum av einihvørjari orsøk ikki kemur í skúla, so er tað ikki so einfalt at laga okkum til hendan tørvin. Tí næmingarnir, sum vit eiga at taka okkum av, eru teir somu, hølini eru tey somu, undirvísingartilfarið er tað sama o.s.fr.  

Tað er ikki læraratoymið, sum er um barnið, sum ikki sær ella viðurkennir trupulleikan. Tað eru arbeiðsumstøðurnar og skúlaskipanin, sum ger tað trupult at vera um hesi børnini, tí um flokstoymið hevði betri møguleikar at leggja skúladagin hjá næmingunum til rættis, við annaðhvørt at skipa smærri bólkar ella við at vera tveir lærarar um flokkin, so var nógv lættari at hava fyrilit fyri teimum avbjóðingunum, sum næmingarnir hava. Lærarar eru dugnaligir á sínum øki, men tá ið á stendur er tað alt ov trupult at fáa røttu hjálpina í rættari tíð. Ikki tí at lærarin ikki veit, hvussu hann skal arbeiða, men tí at skúlajáttanin er ov lítil. Tað eru ikki tímar til at hjálpa hesum næmingum, tá trupulleikin byrjar, og tí gerst tað oftast ein enn truplari støða, sum samstundis krevur meiri fyri at loysa. 

Við nýggja Barna- og útbúgvingarmálaráðnum verður sjóneykan vónandi sett á játtanina, soleiðis at vit kunnu hjálpa øllum næmingum so skjótt sum til ber. Barna- og útbúgvingarmálaráðharrin hevur verið jaligur, tá tosað hevur verið um at hjálpa hesum børnum, so mín vón er, at vit fara at síggja broytingar á hesum økinum. 

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni