Tíðindi/Greinar

10.06.2025

Sjálvandi skulu næmingar sleppa at hava fremmandamál

Hví tað skal farast øðrvísi fram við lærugreinini týskum enn við øðrum lærugreinum, er ilt at skilja. Tórhallur við Gil, næstformaður Føroya Lærarafelags, skrivar.

Í galdandi fólkaskúlalóg er ásett, at undirvísing í týskum skal standa næmingum í 8.fl. og 9.fl. í boði, og næmingar í 10.fl., sum hava havt týskt í 8.fl. og 9.fl., skulu eisini kunna velja týskt. Annað fremmandamál kann verða valt í staðin fyri týskt. Hetta er greið tala, og tí bjóða fólkaskúlar næmingum undirvísing í týskum. Lógin ásetur tað, og skúlarnir fylgja lógini.

Í skrivandi stund er støðan í fólkaskúlanum tíverri tann, at týsklærarar ikki hanga á trøunum. Nógvir lærarar við linjulestri í týskum eru farnir frá fyri aldur, og aðrir hava ikki nógv ár eftir í starvinum. Sostatt er undirvísingin í týskum í løtuni rættiliga viðbrekin, av tí at tað eru so fáir lærarar, sum hava førleika at undirvísa í lærugreinini.

Men tað er púra óneyðugt, at vit eru komin í hesa støðu. Orsøkin er heilt einfalt tann, at eingir lærarar eru útbúnir í týskum á Læraraskúlanum tey síðstu nógvu árini. Sjálvt um læraralesandi hava viljað útbúgvið seg til týsklærarar, eru tey ikki sloppin tað, tí hold ikki eru blivin stovnað. Sjálvt um meira enn nóg mikið av lesandi hava valt týskt sum linjulestur, er linjulestur í týskum ikki blivin til veruleika.

Tað er undranvert, at støðan viðvíkjandi týskum er vorðin, sum hon er. Námsvísindadeildin á Setrinum er stovnurin, sum skal syrgja fyri, at vit hava lærarar til tær lærugreinar, sum fólkaskúlanum tørvar. Og fólkaskúlanum tørvar lærarar, sum kunnu undirvísa í teimum lærugreinum, sum eru ásettar í fólkaskúlalógini. Og tí mugu lærarar útbúgvast í týskum, eins og lærarar verða útbúnir í øllum hinum lærugreinunum, sum fólkaskúlalógin ásetur.

Hví tað skal farast øðrvísi fram við lærugreinini týskum enn við øðrum lærugreinum, er ilt at skilja.

Og sjálvandi skulu næmingar í føroyska fólkaskúlanum kunnu velja fremmandamál sum týskt, um teir hava hug til tess. Teir næmingar, sum eru málsliga áhugaðir og hava gott skil og hegni til mál, mugu sleppa at menna síni evni á hesum øki. Eitt øki, sum teir eru áhugaðir í og vilja læra um og sambært lóg hava rætt til.

Tann møguleikan fáa næmingarnir bara, um lærarar eru tøkir at undirvísa teimum í ávísu lærugreinini, og í løtuni er trot á týsklærarum, tí ov fáir verða útbúnir. So leingi týskt er ein lærugrein í fólkaskúlanum, eiga fólkaskúlalærarar at verða útbúnir í týskum, og tað er á námsvísindadeildini á Setrinum, tað eigur at fara fram.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni