Tíðindi/Greinar
24.09.2025
At sleppa á setursskúla við næmingum er ein framíhjárættur hjá okkum lærarum. Vit vita, hvønn týdning seturskúlin hevur fyri relatiónirnar millum næmingarnar og ikki minst, hvønn týdning setursskúlin hevur fyri relatiónirnar millum okkum lærarar og næmingarnar.
Setursskúlin gevur okkum møguleika at fáa nýggjar upplivingar, at uppliva landið og koma til bygdir og støð, vit vanliga ikki koma til.
Hetta eru upplivingar, sum seta spor – bæði hjá okkum lærarum og hjá næmingunum. Setursskúlin er eitt avbrot frá gerandisdegnum, men eitt heilt serligt avbrot. Setursskúlin er ein týdningarmikil liður í skúlagongdini, har vit fáa møguleika at styrkja samanhaldið í flokkinum, skapa ein góðan felagsskap, skapa trivnað og skipa læring á ein heilt serligan hátt.
Fyri nøkrum árum síðan komu nýggjar mannagongdir frá Mentamálaráðnum, sum førdu við sær, at játtanin til setursskúlan varð skerd. Hetta førdi við sær, at tað einans er møguligt hjá okkum at fara á setursskúla við næmingunum tríggjar ferðir ígjøgnum tey níggju árini, næmingarnir eru í skúla. Henda sparingin er sera óheppin, tí tað førir sjálvsagt við sær, at vit ikki á sama hátt koma út um landið at vitja, vit fáa ikki á somu upplivingar saman við næmingunum, vit fáa ikki arbeitt øðrvísi í líka stóran mun sum áður.
Vit skulu eisini hava í huga, at nógv av tí, næmingarnir læra í skúlanum í dag, snýr seg um umstøður, sum eru runt í landinum. Tískil er tað eitt upplagt høvi at fara at vitja tey støðini, vit hoyra um í sagnum, søgum, lívfrøði, landafrøði og so framvegis.
Eg eri sannførdur um, at stóð tað til lærararnar, so varð setursskúli skipaður á hvørjum ári, tí tað er ein sonn gleði at sleppa at ferðast í egnum landi við næmingunum. At vísa teimum tað, teir hava upplivað ígjøgnum skaldskap, at síggja, teir hava lisið um – ja, at fáa knýtt tað, sum lisið hevur verið um í skúlabókunum á knagar frá vanliga gerandisdegnum og frá veruligu støðunum.
Tað kostar at fara á setursskúla. Tað eru vit øll vitandi um. Vit skulu leiga eitt høli at gista í, vit skulu tryggja okkum ferðasamband. Tað førir við sær, at vit mugu avmarka okkum, tí pengarnir í stóran mun fara til bussar og hølisleigu. Um skúlaflokkar fingu møguleikan at ferðast heilt bíliga við bussi, so hevði játtanin farið til upplivingina heldur enn til ferðingina sjálva.
Hóast avbjóðingar, so vita vit, hvønn týdning setursskúlin hevur, og vit lærarar gera alt fyri, at hetta skal eydnast. Tí sum áður sagt vita vit, at vit lærarar og næmingar uppliva hvønn annan á ein øðrvísi hátt, næmingarnir fáa møguleika at vísa eginleikar, teir ikki fáa víst í flokshølinum. Vit vita, at hetta styrkir flokkin og skapar virðing og vinabond – júst sum tað skal. Vit lærarar síggja næmingarnar í einum nýggjum, øðrvísi umhvørvi, og tað ger okkum enn betur før fyri at røkja okkara læraraleiklut.
Tað er okkara skylda sum samfelag at geva næmingunum møguleika at vitja oyggjar, bygdir og býir í Føroyum, so tey koma at kenna móðurlandið. Tí má arbeiðast fram ímóti, at setursskúlin ikki bara er tríggjar ferðir ígjøgnum fólkaskúlatíðina, men so ofta sum gjørligt. Tað er ein íløga.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan