Tíðindi/Greinar

14.08.2018

Røkja og styrkja ketuna

Hvussu lærarar trívast í sínum arbeiði, er tengt at, hvussu væl liðini í ketuni arbeiða saman. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, skrivari og nevndarlimur í Føroya Lærarafelagi, skrivar

Í einum tíðarhóskandi og fólkaræðisligum samfelag eiga myndugleikar sjálvandi at virða- og arbeiða tætt saman við øllum teimum stovnum og feløgum, ið varða av okkara framtíð; nevniliga børnunum og ungdóminum.

Tíbetur er samstarvið millum hægstu myndugleikar og Lærarafelagið sum heild á góðari leið. Til tíðir er samstarvið ikki heilt á hóskandi støði eftir okkara hugsan, men í allarflestu førum er talan um virðiligt samstarv og samskifti.

Óloyst mál og ivamál

Avbjóðingar eru fyri framman. KT-økið flýtur í rímiliga tungum sjógvi sum nú er, men vónandi kemur tað í rættlag skjótt. MMR hevur eitt nú átikið sær ábyrgdina at fáa land og kommunur at loysa málið um gjalds- og valdsbýtið áðrenn 01.01.2019.

Eisini eiga vit at fáa eina rættvísa skipan fyri at løna lærarum, ið átaka sær leiðsluábyrgd – eitt nú leiðarar í førleikastovum kring landið. Vónandi verður ein leistur gjørdur á økinum áðrenn næsta samráðingarumfar, sum verður á heysti í 2019.

Vit eiga eisini at styrkja sambandið við Námsvisindadeildina á Fróðskaparsetrinum. Síðan bygnaðarbroytingarnar á Læraraskúlanum í 2008 tykjast vit ikki altíð at ganga somu línu í mun til arbeiðsgongd og raðfestingar, sum vit ynskja, og innihald og tilboð, sum Setrið bjóðar læraralesandi. Vit høvdu ein góðan fund við leiðslu og lærarar á Námsvísindadeildini seinasta vetur, men tíðin er avgjørd búgvin at hittast aftur og rætta møgulig ivamál.

Týdningarmiklu liðini í ketuni

Lærarafelagið má framhaldandi vera eitt opið og gjøgnumskygt felag, har allir limir kenna seg væl. Sanniliga eisini skúlaleiðslur. Tískil hava Lærarafelagið og undirfelagið hjá leiðslum, Skúlaleiðarafelagið, regluligar fundir. Lærarar og leiðslur eru altíð vælkomnir at venda sær til felagið við ivamálum.

Árligi aðalfundurin og aðalfundardagurin sum heild savnar lærarar til álvara og gaman. Hesum eiga vit at halda fast um soleiðis, at allir lærarar vita, at júst hendan dagin hittast vit at viðgera álvarsmál og avbjóðingar, og seinni á kvøldi hittast vit til skemt og gaman.

Álitisfólk okkara gera eitt megnar arbeiði kring landið. Lærarar kunnu venda sær til hesi, um ymisk ivamál er. Liðið millum felagið og áltisfólk er eftir okkara tykki sterkt. Hvørt ár hava vit ein Álitisfólkadag – umframt samskifti á einum bólki á office – og skilagott er, at álitisfólk fáa orðið á námsfrøðiligum fundum í skúlunum, har tey kunna lærarar um øll viðkomandi viðurskifti. Á hendan hátt fara lærarar helst at kenna seg betur klæddar til sítt arbeiði, samstundis sum leiðsla eisini er til staðar og fær neyvar upplýsingar um rættindi hjá starvsfólkum sínum.

Ketan, sum í fyrstuni varð smíðað við Læraraskúlanum í 1870 og síðan Føroya Lærarafelagi í 1898, má til allar tíðir røkjast og smyrjast. Og við at verja vunnin rættindi og regluligt ogna okkum betri arbeiðsumstøður, viðlíkahalda vit ikki bara ketuna, men styrkja hana eisini.


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


Dátuverndarkunning


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan


Ein loysn frá Sendistovuni