Tíðindi/Greinar
11.07.2024
Hvat tað er, vit meta um, eitt nú tá næmingur er til próvtøku í framseting. Er tað skrivingarlag, innihald, uppseting, teknseting, rættstaving ella skal hetta metast sum ein heild? Tað er helst lætt hjá mær sum foreldur ella støddfrøðislærara at hava mínar hugsanir um hetta. Eitt, sum vit í skúlanum hava tosað um, er, hvørt framseting skal rættast og próvmetast eftir teknseting, bendingarmynsti og stavseting. Sjálv dugi eg ikki at síggja, at hetta eigur at vera so.
Sum lærarar duga vit at lesa nærum alt. Bókstavirnir kunnu vera umbýttir, teknseting ella bendingarnar heilt út av lagi. Hóast hesar villur duga vit at lesa innihaldið í einum teksti. Um eitt nú próvtøkan í framseting verður knýtt at mállæru og rættstaving, so ivist eg í, um tað er neyðugt at hava próvtøku í rættstaving og mállæru aftrat framsetingini.
Hvussu meta vit, um avrik hjá næmingum hevur ávirkan á próvtalið hjá næminginum? Tí hevur tað týdning, at lærarar og próvdómarar eru fult greiðir yvir, hvat dømast skal eftir. Eg undirvísi ikki í føroyskum, men tað kann tykjast løgið, um eitt nú mállæran og annað ávirkar próvtøkuna í framsetingini, tí næmingur kann duga væl at fáa síni sjónamið fram, hóast mállæran ikki er eins góð og vit kanska kundu ynskt.
Annað, sum vit hava umrøtt, er próvtalsstigin, hvørt tað er rætt, at næmingur eigur at fáa negativt próvtal ella ikki. Sjálv haldi eg at 02, 4, 7, 10 og 12 eru nøktandi próvtøl. Samstundis eri eg samd við teimum, ið føra fram, at tað kann kennast tungt at fáa eitt negativt próvtal. Í sjálvum sær er tað undarligt at hugsa, at ein kann duga minni enn null.
Tað er altíð áhugavert at taka lut í kjaki um hesi ymisku málini, tí vit eru so ómetaliga ymisk, og sjónarmiðini eru nærum eins ymisk og vit. Vónandi halda vit fram við at kjakast um fólkaskúlan, bæði um tær reglur, vit atbeiða undir, og eisini um, hvussu vit í hvør sínum lagi skilja reglurnar. Nú er summarfrí fyri framman, og vit gleðast um skúlaárið, ið fór, samstundis sum vit síggja fram til skúlaárið, ið kemur. Gott summar.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan