Tíðindi/Greinar
31.07.2025
Sjálv skipanin er ikki nýggj, tí síðani 2019 hevur við ávísum treytum borið til at umskipa tveir tímar í hvørjum flokki, tó í mesta lagi ein tíma í hvørjari lærugrein. Heldur ikki bar til at taka tímar av føroyskum. Skipanin er nú broytt, soleiðis at fimm tímar kunnu umskipast, og treytirnar eru somuleiðis broyttar.
Broytingarnar eru, at skúlar kunnu brúka fimm tímar av undirvísingartímatalinum í hvørjum flokki til at menna sang og tónleik og aðrar lærugreinir innan handaverk og list, vallærugreinaskipan og at seta inn í flokkum við øktum læraratímum. Tó skal hetta ikki takast av undirvísingatímatalinum í sangi, tónleiki og øðrum lærugreinum innan handaverk og list ella í lærugreinum við tveimum tímum ella færri um vikuna.
Í reglunum er eisini ásett, at skúlar kunnu í mesta lagi umskipa tríggjar tímar um vikuna í einstakari lærugrein og skulu tryggja, at tað hvørja viku eru í minsta lagi 50% eftir av tímunum í teimum lærugreinum, har tímar verða umskipaðir.
Talan er sostatt um nokk so stórar broytingar í skipanini við at umskipa tímar. Eitt er, at tímatalið, har tað ber til at umskipa tímar, er hægri nú, men eisini sjálv skipanin, hvussu tað kann umskipast, er broytt. Áður bar t.d. ikki til at taka tímar av føroyskum. Tað ber til nú. Áður bar til at taka av lærugreinunum søgu og kristni, sum bara eru tveir tímar um vikuna. Tað var í mongum førum ikki so heppið, tí tað er so at siga ógjørligt at koma ígjøgnum alt tilfarið við einum tíma um vikuna. Hetta er eisini broytt, tí nú ber ikki til at taka av lærugreinum, sum hava tveir tímar um vikuna.
Umframt at tað ber til brúka fleiri tímar upp á ávísar lærugreinar og øki, ber nú eisini til at hava fleiri læraratímar í flokkunum. Altso at tveir lærarar eru inni í flokkinum samstundis í fleiri tímum enn áður. Hetta skuldi bøtt um undirvísingarstøðuna, og tað er til gagns fyri bæði lærarar og næmingar.
Óivað merkir hendan skipanin fyri skúlarnar, at teir hava fingið størri rásarúm at leggja undirvísingina til rættis. Gaman í er ikki talan um nakra kollveltandi broyting fyri fólkaskúlan, men hetta skuldi givið skúlum nakrar møguleikar, sum teir ikki høvdu áðrenn.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan