Tíðindi/Greinar
18.08.2025
Arbeiðsumhvørvislógin ásetur, at vit hava rætt til at virka í einum tryggum og heilsugóðum arbeiðsumhvørvi; fleiri kunngerðir áseta eisini, hvussu vit fysiskt skulu vera vard við t.d. hjálmi og trygdarskóm. Nú er fyrsta kunngerðin, ið ásetur, hvussu arbeiðsgevarin skal tryggja sálarliga arbeiðsumhvørvið, tí tá tað snýr seg um sinnið, nytta trygdarskógvar og hjálmur lítið. Við nýggju kunngerðini kunnu vit siga, at arbeiðsumhvørvislógin nú betur fevnir um bæði sinn og skinn.
Kunngerðin hevur ásetingar um einstakar ávirkanir í sálarliga arbeiðsumhvørvinum, sum fara at gagna lærarum, ið arbeiða nógv við menniskjum; ásetingar eru m.a. um: “Høg kenslulig krøv, tá ið arbeitt verður við menniskjum”, “Arbeiðstongdan harðskap” og “Ógreið krøv og mótstríðandi krøv í arbeiðinum”.
Vit vita ov lítið um arbeiðsumstøðurnar hjá lærarum, og tað mangla kanningar og tøl, so vit betur kundu sæð, hvussu stendur til. Lærarafelagið hevur t.d. spurt Undirvísingarstýrið um sjúkrameldingar hjá lærarum, sum kundu verið ein góð ábending, men tað eru eingi tøl, ið eru savnað. At spyrja lærarar í kanningum, hava starvsfólkasamrøður og gera arbeiðsplássmetingar eru amboð, ið høvdu gjørt sálarliga arbeiðsumhvørvið betri.
Í Lærarafelagnum síggja vit tíverri, at fleiri fáa mein av sálarligum ávum, sum stava av arbeiðinum, tað kann vera frá eini varandi last ella einum ógvisligum tilburði. Tølini í grannalondunum vísa eisini, at tað eru alt fleiri, ið gerast óarbeiðsfør av sálarligum ávum, og vit kenna mynstrið aftur. Tað nítur fast hjá tí einstaka at missa arbeiðsførleikan, og tað er eisini dýrt fyri samfelagið at missa dugnalig starvsfólk í vinnuførum aldri.
Tá limir hava vent sær til Lærarafelagið, tí at arbeiðsumstøðurnar hava verið ótolandi, hava vit í nøkur ár funnið vegleiðandi mannagongdir fram, sum álitisfólkini, limirnir og skúlaleiðslurnar kunnu styðja seg til fyri at bøta um umstøðurnar, og vegleiðandi mannagongdir hava verið fastur táttur á álitisfólkaskeiðunum. Mannagongdirnar eru t.d. fyri, tá lærarar í arbeiðinum møta harðskapi, hóttanum ella ágangi, og tá lærarar skulu koma aftur til arbeiðis eftir longri fráveru vegna sjúku ella strongd. Vegleiðingar hava hjálpt, og Undirvísingarstýrið og skúlastjórar kundu eisini verið við í hesum arbeiðinum.
Tað er tørvur á, at krøv verða sett arbeiðsgevarunum um sálarliga arbeiðsumhvørvið, tí arbeiðsgevarin hevur ikki tikið hesa ábyrgd á seg. Við kunngerðini er týðiliga álagt arbeiðsgevarunum at gera neyðugar íløgur í sálarligu arbeiðsumstøðurnar.
Kunngerðin um sálarliga arbeiðsumhvørvið gevur okkum nøkur orð, men orð í sjálvum sær røkka ikki langt; tað er neyðugt, at Umhvørvismálaráðið og Arbeiðs- og brunaeftirlitið nú seta orku av til at skipa sálarliga arbeiðsumhvørvið, og í skúlunum er tørvur á, at Undirvísingarstýrið og skúlastjórarnir fáa flutt orðini í kunngerðini um sálarliga arbeiðsumhvørvið hjá lærarum til gerðir.
Oddagrein eftir Jacob Eli S. Olsen, sum stendur í Skúlablað nr 4, 2025.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan