Tíðindi/Greinar
11.08.2025
Fólkaskúlin er ofta í miðdeplinum. Einki løgið er í tí, tí fólkaskúlin er upp á nógvar mátar viðkomandi fyri okkum øll. Tey flestu hava havt sína dagligu gongd í fólkaskúlanum í minsta lagi 9 ár, so øll kenna fólkaskúlan. Tað er eisini í fólkaskúlanum, at grundarlagið undir so nógvum viðurskiftum verður lagt. Bæði fakliga og menniskjaliga.
Tí verður eisini ofta kjakast um fólkaskúlan. Hvat er gott og riggar væl í fólkaskúlanum, og hvat kundi verið betri. Eingin skipan er so góð, at hon ikki kundi verið betri, og soleiðis er eisini við fólkaskúlanum. Tað ber altíð til at bøta um okkurt.
Mangan er tað soleiðis, at tað er lætt at finnast at og vísa á okkurt, sum kundi verið betri. Tað er ofta skjótt at finna fram til okkurt, sum átti at verið øðrvísi. Og tað er í lagi at gera vart við tað, sum kundi verið betri. Um tað t.d. er okkurt í skúlanum, sum ger, at ein næmingur ikki trívist nóg væl, og skúlagongdin harvið verður stríggin, má okkurt gerast. Og skúlar royna sjálvandi at bera so í bandi, at allir næmingar fáa eina so góða skúlagongd sum gjørligt. Tað er tó ikki altíð so lætt og einfalt at loysa slíkar støður. Tað kann taka langa tíð, men soleiðis er tað bara viðhvørt, tá ið arbeitt verður við menniskjum.
Hinvegin er eisini nógv, sum lukkast væl í fólkaskúlanum. Næmingarnir fáa góða undirvísing í nógvum ymiskum lærugreinum, og lærarar leggja nógv fyri at fáa næmingarnar at trívast. Tann fakligi parturin fyllir sjálvandi nógv í einum skúla, men dentur verður sanniliga eisini lagdur á, at næmingarnir læra vera í einum felagsskapi og búnast í treysti til sín sjálvs, sum fólkaskúlalógin ásetur. Slíkt er ikki løtuverk, men krevur miðvíst og støðugt arbeiði.
Í fólkaskúlanum hendir eisini nógv, sum ikki er beinleiðis undirvísing. Næmingarnir sleppa til alskyns tiltøk ígjøgnum skúlaárið, og skipað verður eisini fyri útferðum og setursskúlum. Tá ið tílíkt er á skránni, sleppa næmingarnir veruliga at royna seg upp á øðrvísi mátar enn inni í skúlastovuni, og tað er púra vist, at næmingarnir mennast nógv av slíkum skúladøgum. Eingin ivi um tað. Sjálvt um talan ikki er um siðbundna undirvísing, læra næmingarnir nógv, og ofta minnast teir best júst tílíkur løtur frá síni skúlgongd.
Føroyski fólkaskúlin er ein góður skúli. Har hendir nógv spennandi, og har eru nógvar góðar søgur at fortelja. Tað ger einki, um tær eisini verða fortaldar viðhvørt.
Lærarafelagið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 61 68 63
Fax. 31 96 44
Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.
Sendistovan